Search
Close this search box.

Betri vinir felags byrjanarskeið

Á Hotel Hilton 01.03.2024 - frá 09:00 til 16:00

TIL LEIÐARAR

Miðvíst arbeiði gevur betri úrslit. Betri vinir gevur best úrslit, um tað er ein vanligur partur av tykkara mentan og dagliga virksemi. Sum leiðari hevur tú ein avgerandi týdning. 

TIL FORELDUR

Børn hava tørv á góðum vinfólkum og tryggum umfevnandi og innbjóðandi felagsskapum fyri at trívast og mennast.Tú ger nakað fyri barn títt, tá ið tú ger nakað fyri felagsskapin.

Betri vinir 0-3 ár

Smá børn fáa oftast sínar fyrstu royndir við felagsskapum uttan fyri familjuna, tá ið tey byrja í dagrøktini ella í vøggustovu. Tað er ein stór broyting – og tað er týdningarmikið, at hetta er ein trygg og jalig uppliving hjá teimum. 

Tá ið tit sum vaksin tryggja nærveru, og eitt trygt stað hjá børnunum at kanna umheimin útfrá, so hjálpa tit børnum gott ávegis. 

Royndirnar hjá børnunum við teimum fyrstu barnafelagsskapunum – bæði góðum og minni góðum – hava tey við sær víðari til teir komandi felagsskapirnir, ið tey møta, og tað hevur týdning fyri hvussu hesir mennast. 

Tú kanst gera mun

Við Betri vinum kanst tú arbeið enn meira miðvíst við teimum tryggu og jaligu felagsskapunum hjá børnunum. 

Tá tú og tínir starvsfelagar eru varug við tørvin av nærleika, og møguleika at kanna umheimin, og arbeiða miðvíst við bæði at stuðla tí einstaka barninum, og at skapa felagsskapir har eyðkenni er umsorgan, virðing, tolsemi og dirvi, so gert alt tryggari hjá teimum. 

Tit eru á tann hátt við til at geva børnunum jaligar royndir við felagsskapum, ið eru við til at fyribyrgja happing, tá ið børnini gerast størri. 

Á hesari síðu finna tit tilfar og aktivitetir, ið hjálpa tykkum væl á veg. 

Vælkomin at brúka hetta tilfar í tykkara virksemi, sum partur av tykkara mannagongdum, og tá ið tit spæla saman við børnunum. 

TIL TILFAR

Betri vinir 3-6 ár

Á dagstovni byrja børn av álvara at spøla við hvønn annan, og tey fáa sínar fyrstu royndir við tvístøðum og ta at kenna seg útihýstan ella sum partar av ymiskum felagsskapum.

At knýta vinarbond og gerast partur av spælisambondum hevur stóran týdning – bæði fyri trivnaðin hjá børnunum og gleðina her og nú fyri teirra menning og læring. 

Tú kanst gera mun

Við Betri vinum kanst tú hjálpa børnunum á dagstovninum at gerast varug við, hvussu ein er ein góður vinur, og hvussu ein kann loysa tvístøður og arging.  Tá ið tú og tínir starvsfelagir arbeiða miðvíst við at skapa góðar felagsskapir, har eyðkenni er tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi, so gert felagsskapurin tryggur.  Tit eru á henda hátt við til at geva børnunum jaligar royndir við felagsskapum, ið kunnu fyribyrgja happing. 

Her á síðuni finna tit tilfar og hugskot um ymiskt virksemi, ið kann hjálpa tykkum. Brúki hesar í tykkara dagliga arbeiði og tá ið tit spæla saman við børnunum. 

Betri vinir 6-9 ár

Menniskja hevur íbornar eginleikar at vera umsorganarfull og samkennandi. Flestu okkara hava eitt sterkt ynski um at hjálpa øðrum, tá ið teim tørvar hjálp og stuðul. Hetta er eitt av grundarløgunum fyri, at vit kunnu skapa tryggar og góðar skúlaflokkar, familjur, felagsskapir og samfeløg.

Hinvegin hevur granskingin – og ikki minst søgan – víst, at tað finnast ein rúgva av sálarligum kreftum í okkum menniskjum, bæði sum einstaklingar og sum bólkar, sum kunnu steðga ella forða okkum í at hjálpa, ella at bera okkum skilagott at, tá ið tørvur er á, at vit gera nakað og hjálpa.  

Skal tað eydnast at fáa ein góðan felagsskap ella ein góðan flokk, so krevur tað eitt miðvíst arbeiði, har ábyrgdin í høvuðsheitum áliggur okkum vaksnu.  

Í løtuni verður føroyskt tilfar roynt og eftirmett, sum skal styrkja trivnaðin og menna eina góða mentan í flokkinum. Roynist hetta tilfarið væl, er ætlanin at tilfarið skal verða tøkt hjá øllum skúlum. 

Betri Vinir hevur sin uppruna í donsku verkætlanini Fri for Mobberi, sum Red Barnet og Mary Fonden í Danmark hava sett á stovn og ment. Tilfarið tekur støði í avstralsku skránni Better Buddies og byggir á verandi gransking innan økið. Kanningar hava víst at børn fáa gagn av, at starvsfólk nýta Betri Vinir tilfarið, og at førleikar sum empati, sjálvregulering og samstarv vórðu mentir. (tilvísing: Effekt evaluering)

Tilfarið í Betri Vinum er longu føroyska og roynt millum børn í dagstovnaaldri, og hetta hevur givið góðar royndir og úrslit. (tilvísing: Kanning )

Tilfarið verður nú lagað til føroyskar næmingar í grunddeild.

Innihald og karmar:

Allir luttakararnir fáa skeið í tilfarinum Betri Vinir. Skeiðið fevnir um ein skeiðsdag, sum verður avtalaður við teir luttakandi skúlarnar. Tá fáa starvsfólkini í grunddeildini undirvísing í tí ástøðiliga grundarlagnum handan tilfarið, umframt í hvussu ymisku amboðini kunnu nýtast. Harumframt verða uppfylgjandi fundir og námsfrøðilig og didaktisk sparring úti á luttakandi skúlum.

Væntað verður av skúlunum, at verkætlanin verður løgd í ársætlanina og tímatalvuna, og at lærararnir fáa tíð til fyrireiking, ráðlegging og eftirmeting í samband við verkætlanina.

Eftirmeting og tillaging:

Fyri at vita um Betri Vinir tilfarið hevur gagnliga ávirkan á næmingarnar og felagsskapin í flokkinum, verða trivnaðarmátingar gjørdar áðrenn og aftaná, at átakið er sett í verk. Tilfar og tilgongd verða eftirmett saman við luttakandi skúlum og starvsfólkum, og neyðugar tillagingar verða gjørdar út frá tí. Eftirmetingartíðarskeiðið er sett at vera í skúlaárinum 2023/24.

Eru spurningar um innihald, tilgongdina ella annað. Ber til at seta seg í sambandi við Tóru Petersen, trivnaðarrágeva í Námi á tlf. 555184 ella torap@nam.fo

Bræv til foreldur

Flokkað eftir evni:
Happing: Úrslit frá fyrstu spurnarkanning til starvsfólk á dagstovnaøkinum.

Í samband við at Barnabati fór undir verkætlanina Betri vinir, eitt átak at fyribyrgja happing, vóru stig tikin til at kanna ymisk viðurskifti, ið hava við trivnaðin hjá børnum at ...

Bamsa

Í Betri vinir kuffertinum hava vit eisini bamsur. Flest børn kenna til bamsur. Bamsur kunnu vera góðar hjá barninum at hava. Fyri summi børn, ger bamsan, at tey kenni seg ...

Bamsurenning

Bamsurenning – Øll børn eru vinnarar. Betri vinir – Fri for Mobberi Í vikuni var Bamsurenning í Vestmanna Kommunu og í Sunda Kommunu. Bamsurenninganar eru til, fyri at seta sjóneykuna ...

Mann happar ikki tann mann nertur við

Í Betri vinir – Fri for Mobberi kuffertinum er ein massasjuætlan til børn. Í hesu massasjuætlanini geva børn hvørt øðrum massasju við støði í meginregluni, mann happar ikki tann mann ...

Bamsan hjá Robertu og tríggjar aðrar søgur um happing.

Í Betri vinir – Fri for Mobberi kuffertinum er bókin: Bamsan hjá Robertu og tríggjar aðrar søgur um happing. Við skemtingarsemi og yvirskoti greiða tær fýra søgurnar frá teimum truplu, ...

Eftirmeting av Fri for Mobberi

Effektevaluering 2017 Resumé af effektevaluering 2017

...
Ebók

tak bókina niður her: Mobning_ebog

...
Betri vinir – Frágreiðing 3

Sjónarmið á happing sum gerandisfyribrigdi í samband við innskúling Frágreiðingin er ein av fleiri frágreiðingum í samband við íverksetanina av Betri vinum (Fri for mobberi), har eitt toymi handan Roskilde ...

Betri vinir – Frágreiðing 2

Royndir við námsfrøðiligari og organisatoriskari implementering av Betri vinum. Henda frágreiðing er ein av fleiri frágreiðingum frá Roskilde Universitetcenter um interventións-verkætlanina Betri vinir (Fri for mobberi). Betri vinir er ment ...