Betri vinir 3-6 ár

Á dagstovni byrja børn av álvara at spøla við hvønn annan, og tey fáa sínar fyrstu royndir við tvístøðum og ta at kenna seg útihýstan ella sum partar av ymiskum felagsskapum.

At knýta vinarbond og gerast partur av spælisambondum hevur stóran týdning – bæði fyri trivnaðin hjá børnunum og gleðina her og nú fyri teirra menning og læring. 

Tú kanst gera mun

Við Betri vinum kanst tú hjálpa børnunum á dagstovninum at gerast varug við, hvussu ein er ein góður vinur, og hvussu ein kann loysa tvístøður og arging.  Tá ið tú og tínir starvsfelagir arbeiða miðvíst við at skapa góðar felagsskapir, har eyðkenni er tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi, so gert felagsskapurin tryggur.  Tit eru á henda hátt við til at geva børnunum jaligar royndir við felagsskapum, ið kunnu fyribyrgja happing. 

Her á síðuni finna tit tilfar og hugskot um ymiskt virksemi, ið kann hjálpa tykkum. Brúki hesar í tykkara dagliga arbeiði og tá ið tit spæla saman við børnunum. 

Barnagarður

Skemalegg Betri vinir

Tá ið tit seta Betri vinir á skema, gerst greiðari, hvør ger hvat, og tí einfaldari at halda gongd í Betri vinum. Avtalið til dømis

Les meira »
Barnagarður

Finn tríggjar ‘villur’ 

3-6 ár / 6-9 ár Eitt stuttligt og áhugavert spæl, sum lærir børn at varnast smálutir hjá hvørjum øðrum. Í hesum spælinum fáa børnini møguleika

Les meira »
Barnagarður

Ymiskar venjingar

Venjingar Við felags venjingum savnast børnini og hava tað stuttligt saman. Venjingin stimbrar rørslumenningina hjá børnum, ið er umráðandi fyri trivnaðin og førleikan at samskifta

Les meira »