BETRI VINIR FÓLKASKÚLIN

Menniskja hevur íbornar eginleikar at vera umsorganarfull og samkennandi. Flestu okkara hava eitt sterkt ynski um at hjálpa øðrum, tá ið teim tørvar hjálp og stuðul. Hetta er eitt av grundarløgunum fyri, at vit kunnu skapa tryggar og góðar skúlaflokkar, familjur, felagsskapir og samfeløg.

Hinvegin hevur granskingin – og ikki minst søgan – víst, at tað finnast ein rúgva av sálarligum kreftum í okkum menniskjum, bæði sum einstaklingar og sum bólkar, sum kunnu steðga ella forða okkum í at hjálpa, ella at bera okkum skilagott at, tá ið tørvur er á, at vit gera nakað og hjálpa.  

Skal tað eydnast at fáa ein góðan felagsskap ella ein góðan flokk, so krevur tað eitt miðvíst arbeiði, har ábyrgdin í høvuðsheitum áliggur okkum vaksnu.  

Í løtuni verður føroyskt tilfar roynt og eftirmett, sum skal styrkja trivnaðin og menna eina góða mentan í flokkinum. Roynist hetta tilfarið væl, er ætlanin at tilfarið skal verða tøkt hjá øllum skúlum. 

Betri Vinir hevur sin uppruna í donsku verkætlanini Fri for Mobberi, sum Red Barnet og Mary Fonden í Danmark hava sett á stovn og ment. Tilfarið tekur støði í avstralsku skránni Better Buddies og byggir á verandi gransking innan økið. Kanningar hava víst at børn fáa gagn av, at starvsfólk nýta Betri Vinir tilfarið, og at førleikar sum empati, sjálvregulering og samstarv vórðu mentir. (tilvísing: Effekt evaluering)

Tilfarið í Betri Vinum er longu føroyska og roynt millum børn í dagstovnaaldri, og hetta hevur givið góðar royndir og úrslit. (tilvísing: Kanning )

Tilfarið verður nú lagað til føroyskar næmingar í grunddeild.

Innihald og karmar: 

Allir luttakararnir fáa skeið í tilfarinum Betri Vinir. Skeiðið fevnir um ein skeiðsdag, sum verður avtalaður við teir luttakandi skúlarnar. Tá fáa starvsfólkini í grunddeildini undirvísing í tí ástøðiliga grundarlagnum handan tilfarið, umframt í hvussu ymisku amboðini kunnu nýtast. Harumframt verða uppfylgjandi fundir og námsfrøðilig og didaktisk sparring úti á luttakandi skúlum.

Væntað verður av skúlunum, at verkætlanin verður løgd í ársætlanina og tímatalvuna, og at lærararnir fáa tíð til fyrireiking, ráðlegging og eftirmeting í samband við verkætlanina. 

Eftirmeting og tillaging:

Fyri at vita um Betri Vinir tilfarið hevur gagnliga ávirkan á næmingarnar og felagsskapin í flokkinum, verða trivnaðarmátingar gjørdar áðrenn og aftaná, at átakið er sett í verk. Tilfar og tilgongd verða eftirmett saman við luttakandi skúlum og starvsfólkum, og neyðugar tillagingar verða gjørdar út frá tí. Eftirmetingartíðarskeiðið er sett at vera í skúlaárinum 2023/24.

Eru spurningar um innihald, tilgongdina ella annað. Ber til at seta seg í sambandi við Tóru Petersen, trivnaðarrágeva í Námi á tlf. 555184 ella torap@nam.fo