Betri Vinir 0-3 ár

Smá børn fáa oftast sínar fyrstu royndir við felagsskapum uttan fyri familjuna, tá ið tey byrja í dagrøktini ella í vøggustovu. Tað er ein stór broyting – og tað er týdningarmikið, at hetta er ein trygg og jalig uppliving hjá teimum. 

Tá ið tit sum vaksin tryggja nærveru, og eitt trygt stað hjá børnunum at kanna umheimin útfrá, so hjálpa tit børnum gott ávegis. 

Royndirnar hjá børnunum við teimum fyrstu barnafelagsskapunum – bæði góðum og minni góðum – hava tey við sær víðari til teir komandi felagsskapirnir, ið tey møta, og tað hevur týdning fyri hvussu hesir mennast. 

Tú kanst gera mun

Við Betri vinum kanst tú arbeið enn meira miðvíst við teimum tryggu og jaligu felagsskapunum hjá børnunum. 

Tá tú og tínir starvsfelagar eru varug við tørvin av nærleika, og møguleika at kanna umheimin, og arbeiða miðvíst við bæði at stuðla tí einstaka barninum, og at skapa felagsskapir har eyðkenni er umsorgan, virðing, tolsemi og dirvi, so gert alt tryggari hjá teimum. 

Tit eru á tann hátt við til at geva børnunum jaligar royndir við felagsskapum, ið eru við til at fyribyrgja happing, tá ið børnini gerast størri. 

Á hesari síðu finna tit tilfar og aktivitetir, ið hjálpa tykkum væl á veg. 

Vælkomin at brúka hetta tilfar í tykkara virksemi, sum partur av tykkara mannagongdum, og tá ið tit spæla saman við børnunum. 

Barnagarður

Felagsskapur kemur ikki (altíð) av sær sjálvum

Hevur tú hugsað um, hvussu tú skapar ein góðan felagsskap fyri børn? Her kanst tú lesa um, hvussu tú við spølum skapar trivnað og gott samanhald. Ein barnafelagsskapur kann sammetast við eina plantu. Plantan má røktast og hava vatn, til tess at nørast og gerast vakrari. Smáu spírarnir á plantuni

Les meira »
Barnagarður

Felags byrjanarskeið í Betri vinum 9. september 2022

Felags byrjanarskeið í Betri vinum 9. september 2022   Vælumtókta felags byrjanarskeiðið í Betri vinum verður aftur í september. Saman kunnu vit skapa eina mentan við góðum felagsskapum, har vinaløg mennast og happing ikki sleppur at nørast.   Málbólkurin fyri skeiðið er fyri øll, sum arbeiða við børnum í aldrinum

Les meira »
Barnagarður

Skemalegg Betri vinir

Tá ið tit seta Betri vinir á skema, gerst greiðari, hvør ger hvat, og tí einfaldari at halda gongd í Betri vinum. Avtalið til dømis ein fastan dag um vikuna, prenta skemaðið út og skrivið á, hvussu tit vilja skipa Betri vinir virksemið. Tak myndina niður her      

Les meira »
Barnagarður

Sólskynsvika hjá einum barni

0-3 ár / 3-6 ár / 6-9 ár Um eitt barn hevur serligan tørv á, at tú sært, hoyrir og skilur tað, kunnu tey vaksnu, sum eru um barnið, seta tíð av at arbeiða jaligt um barnið í eina tíð. Viðhvørt kenst sambandið við eitt barn vera fjart, ella kanska

Les meira »
Barnagarður

Finn tríggjar ‘villur’ 

3-6 ár / 6-9 ár Eitt stuttligt og áhugavert spæl, sum lærir børn at varnast smálutir hjá hvørjum øðrum. Í hesum spælinum fáa børnini møguleika – tvey og tvey – at læra hvønn annan betur at kenna. Hetta gevur børnunum kensluna av at verða sædd og viðurkend, og økir hetta

Les meira »
Vøggustova

Kom og set teg her – rútmuætlan

Tónleikur og rørsla mennir børn sosialt. Les meira um hetta í Rørsluheftinum (3-6 ár). Tolsemi, Virðing, Umsorgan og Dirvi eru tey fýra grundvirðini í Betri vinum, og øll fýra hugtøkini eru partur av rútmuspælinum. Sangurin er úr dagstovnakuffertinum, men tit kunnu eisini hoyra hann umvegis YouTube. Sí leinkið her: Spælið

Les meira »
Barnagarður

Bóltspælið – rútmuætlan

Tónleikur og rørsla mennir børn sosialt. Les meira um hetta í Rørsluheftinum (3-6 ár). Tolsemi, Virðing, Umsorgan og Dirvi eru tey fýra grundvirðini í Betri vinum, og øll fýra hugtøkini eru partur av rútmuspælinum. Sangurin er úr dagstovnakuffertinum, men tit kunnu eisini hoyra hann umvegis YouTube. Sí leinkið her: Spælið

Les meira »
Vøggustova

Vøggustovumappan inniheldur

Betri vinir – Fri for Mobberi tilfarið er fjálgt og litríkt, og so er tað eggjandi, mennandi, stuttligt og sera einfalt at arbeiða við. Betri vinir er eitt fyribyrgjandi átak ímóti happing. Happing er tó ikki í vøggustovu – men tá ið børn, heilt frá byrjan, læra, hvussu tey kunnu

Les meira »
Vøggustova

Nú er vøggustovumappan klár

Tað er við gleði, at vit nú kunngera, at vøggustovu tilfarið (0-3 ár) kann keypast. Betri vinir – Fri for Mobberi er eitt fyribyrgjandi átak ímóti happing. Málbólkurin er starvsfólk, børn og foreldur. Betri vinir byggir á fýra grundleggjandi virði: Tolsemi, Virðing, Umsorgan og Dirvi. Í Føroyum er Betri vinir

Les meira »
Vøggustova

Ein bók um gerandisdagin hjá tí yngsta barninum.

Mín dagur í Vøggustovu Eitt vøggustovubarn upplivir nógv hvønn dag, bæði gott og minni gott. Talan kann vera um nógvar kenslur, snuddir, smíl og klemm, sum kunnu vera torfør at seta orð á, ella geva greitt til kennar í teirra aldri. Bókin er skipað rundan um 12 rím, ið fevna

Les meira »
Vøggustova

Brellbitar úr Betri vinir vøggustovukuffertinum

Góðu Betri vinir – Fri for Mobberi brúkarar Vit hava avgjørt at útgeva “Tann lítla bókin um STÓRAR kenlsur” til almenna sølu í bókahandlum kring landið, soleiðs at øll kunnu fáa ágóðan av henni. Bókin er úr vøggustovukuffertinum. Málbólkurin 1,5 – 6 ár merkir tó eisini, at bókin eisini kann koyrast

Les meira »
Vøggustova

Happing skal eisini burtur úr talgildað lívinum hjá børnum

Var ein av niðurstøðunum frá altjóða fundi um fyribyrging av happing í vikuni. Spæl, samskifti og læring á talgildum miðlum er ein natúrligur partur av lívinum hjá børnum og ungum. Og týdningurin av at stuðla og vegleiða teimum har, er eins stórur og í spæli, samskifti og læring, sum ikki

Les meira »
Barnagarður

Bamsurenning

At fyribyrgja happing merkir, at vit skulu arbeiða við okkara mentan. Sum eitt dømi hava vit eisini eitt átak, ið kallast Bamsurenning – øll børn eru vinnarar Tað skal vera eitt spæl hjá teimum smáu at røra seg. Vit vilja, at øll børn skulu føla seg sum vinnarar. Tá ið

Les meira »
Barnagarður

“Tað er gott at hava vinir” á Youtube

Til stovnar ið ikki hava atgongd til fløguspælara, hava vit lagt øll løgini úr “Tað er gott at hava vinir” á Youtube. Sí playlistan her www.youtube.com/playlist?list=PLUptMYz2X3nH17wyOpiSfnFwyszjIVQCW Samlingin av sangspølum “Tað er gott at hava vinir” er útgivi til Betri vinir – Røtrsluhefti (3-6 ár). Í Kapitul 4. Rútmuætlan kunnu tit

Les meira »
Barnagarður

Bamsa

Í Betri vinir kuffertinum hava vit eisini bamsur. Flest børn kenna til bamsur. Bamsur kunnu vera góðar hjá barninum at hava. Fyri summi børn, ger bamsan, at tey kenni seg trygg, fyri summi minnir bamsan tey á góðar og stuttligar løtur, og flest øll børn nýta bamsur, dukkur ella figurar,

Les meira »
Barnagarður

Bamsurenning

Bamsurenning – Øll børn eru vinnarar. Betri vinir – Fri for Mobberi Í vikuni var Bamsurenning í Vestmanna Kommunu og í Sunda Kommunu. Bamsurenninganar eru til, fyri at seta sjóneykuna á, at tað aldrin er okey at happa og at øll hava rætt til ein lut í felagsskapinum. Vit fegnast

Les meira »

Bamsan hjá Robertu og tríggjar aðrar søgur um happing.

Í Betri vinir – Fri for Mobberi kuffertinum er bókin: Bamsan hjá Robertu og tríggjar aðrar søgur um happing. Við skemtingarsemi og yvirskoti greiða tær fýra søgurnar frá teimum truplu, men eisini gerandisligu støðunum í barnagarðinum. Eftir hvørja søgu eru ráð, ið vísa, hvussu ávísar støður kunnu hándfarðast, og hvussu

Les meira »