Search
Close this search box.

Børn skulu vera trygg á netinum

Nú ein umfarssótt hevur herja kring allan heim, hava vit sæð hvussu gott tað er at hava ymiskar sosialar miðlar, og aðrar talgildar hentleikar. Hesir hava hjálp okkum sera nógv í samband við, at neyðugt var, og enn er, at halda fjarstøðu. Vit hava í nógv størri mun verið heima við hús, og ikki verið saman við okkara , familju, vinfólkum, floksfeløgum og starvsfeløgum, og sostatt hevur henda tøknin hjálp okkum at halda okkara samband við líka.

Tað eru alskyns talgildir hentleikar sum børn og ung brúka nærum hvønn dag, í samband við skúlating, undirhald og forvitnið. Í hesum sambandi er umráðandi at foreldur gerast meira virkin, tí allir hesir hentleikar kunnu eisini elva til ymiskar trupulleikar. Um foreldur vísa hesum størri áhuga, og seta seg inn í hvussu hesir ymisku hentleikar virka, so eru fortreytirnar betri, um barninum tørvar hjálp. Eitt nú um ein fremmandur persónur setir seg í samband við barnið. Tað er ikki bert at slíkt hendir umvegis sosialar miðlar. Slíkt kann eisini henda umvegis eitt einfalt spæl á Play Station, ið hevur netsamband.
Størri fokus á gerandisnýtslu gevur børnunum betri fortreytir at læra á netinum, men kann samstundis fáa foreldrini meiri varug við, hvussu skjótt ymist fer fram á netinum. Tí fáa tey betur hjálpt børnunum úr óhepnum støðum, sum børnini ikki sjálv megna at stýra uttanum.

Í ST-barnarættindasáttmálanum grein 16.1. stendur: “Einki barn eigur at vera fyri tilvildarligari ella ólógligari uppílegging í síni persónligu viðurskifti, heimalív, heim ella brævaskifti, ei heldur fyri æruskemd ella útspilling”. Rætturin til privatlív á netinum fevnir sostatt bæði um persónsupplýsingarlógina og um rættin hjá barninum til sjálvt at granska og at uppdaga.

Sum foreldur og umsorganarpersónar skulu vit sostatt finna ein javnvág ímillum at verja og at stuðla barninum til at vinna sær vitan og førleikar, so tey fara at duga at brúka okkara talgilda samfelag enn betri og tryggari.

Henda vegleiðingin viðger nøkur av høvuðsevnunum um trygd hjá børnunum á netinum sum til dømis spøl, tíðin á netinum, happing, grooming, at senda nakinmyndir, følsk tíðindi og porno. Hon fevnir eisini um eitt stórt úrval av ráðum um, hvat ið kann gerast, um okkurt gongur galið.

Sí faldaran HER, øll eru vælkomin at taka hann niður og brúka hann eftir egnum ynski.