Felags byrjanarskeið – 3. des. 2025

Saman skapa vit eina mentan, har vinaløg mennast og har happing ikki er ein partur av felagsskapinum. Hetta byrjanarskeiðið er ætlað starvsfólkum, sum arbeiða við børnum í aldrinum 0–6 ár, og sum ynskja námsfrøðiliga vitan og ítøkilig amboð til at byggja upp góðar og sunnar felagsskapir millum børn. Á skeiðnum fært tú íblástur, vitan og […]
Barnabati 45 ár

Leygardagin 15. nov. kl. 14.00 – 16.00 verður alment tiltak í Listasavni Føroya í sambandi við at Barnabati hevur 45 ár á baki. Á skránni verður livandi tónleikur við Lenu Anderssen og Niclas Johannesen, Bjarka V. Trondesen og Jens Marna Hansen, og eisini verða prát við eldsálir, sum gjøgnum tíðina hava havt ein týðandi leiklut […]
Tolsemisvikan

Vit hava týtt og tillagað tilfar til tolsemisvikuna til tey, ið hava hug at royna seg við hesum. Tolsemisvikan verður í viku 44, tó eru tit sjálvsagt vælkomin at brúka tilfarið aðrar tíðir í skúlaárinum, um tað passar tykkum betri. Tolsemi er ein av hornasteinunum í tryggum barnafelagsskapum, og tolsemisvikan snýr seg millum annað um […]
Ynskir tú at gera mun?

Ynskir tú at gera mun? Barnabati ynskir at menna 116 111 Tú & Eg Ráðgevingina, og í hesum sambandi sóknast vit eftir sjálvbodnum til telefonráðgevingina og brævkassan. Søkt verður eftir ráðgevum at taka umleið eina vakt um mánaðin í tveir samanhangandi dagar við forvakt og bakvakt frá kl. 18 – 22. Eisini verður søkt […]
Almenn móttøka

Í sambandi við at Barnabati hevur fingið nýggjan aðalskrivara, Hedvig Johansdóttir, bjóða vit til móttøku fríggjadagin 7. mars kl. 15 – 17. Høvið verður at heilsa uppá aðalskrivaran og síggja nýggju hølini hjá Barnabata á Hoyvíksvegi 61. Vinaliga boða frá luttøku á: barnabati@barnabati.fo í seinasta lagi hósdagin 6. mars kl. 18. Vinaliga Nevndin