Aðalfundur

Aðalfundur felagsins verður mikudagin 8. juni 2022 klokkan 17:00 í hølum felagsins.  Skrá sambært viðtøkum.  Nevndin

Áhugaverdur fyrilestur um relatiónsførleikar og týdningin av yrkisliga samskiftinum

Ugur Kevioglu, ICDP lærari fyri Barnabata, arbeiðir við at skapa betri trivna í føroysku skúlunum. Tað ger hann millum annað gjøgnum sokallaða ICDP – háttin, sum hann við jøvnum millumbili undirvísir lærarum og námsfrøðingum í, og sum hann í næstum fer at halda fyrilestur um kring landið. ICDP er ein granskingargrundað ástøðilig tilgongd, ið arbeiðir […]

Jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata, Í Menniskjum Góður Tokki, setir met

Á hvørjum ári skipar Barnabati fyri jólahjálp til barnafamiljur, ið liva í fátækraváða. Ein umráðandi liður í hesi innsavning er árliga jóla- og stuðulskonsertin, sum í ár var send í Kringvarpinum sunnukvøldið 12. desember. Inn komu yvir 880.00 krónur. Harumframt handaði Stephanie Trónd Larsdóttir Barnabata ein kekk á 117.063,50, ið hon hevur savnað, við at […]

Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus handað brævbjálva til Í Menniskjum Góður Tokki

Vit á Barnabata vilja hjartaliga takka dagstovninum Hans Andrias Djurhuus fyri at hava verið so ófør at stuðla Í Menniskjum Góður Tokki. Tað er bæði hjartanemandi og ein fragd at síggja, at børn geva sær stundir at hjálpa. Børnini á dagstovninum seldu ymiskar heimagjørdar lutir og samanlagt komu 6440 krónur inn. Peningurin fer óskerdur til […]

ICDP 1. stig. Egnir Relatiónsførleikar

ICDP 1. stig. Egnir Relatiónsførleikar Málbólkur fyri útbúgving: Henda útbúgving er ætlað námsfrøðingum, lærarum, stuðlum og hjálparfólki. Kunngjørt verður seinni, nær skipað verður fyri útbúgving stílað øðrum fakbólkum. Útbúgvingin fevnir um: granskingargrundað ástøðir (serliga úr menningarsálarfrøði og positivari sálarfrøði), sum vísa á relatiónina sum grundarstein undir læring, menning og trivnaði greining og grundan um, hvussu […]

Stórir og smáir vinir

Tá børn gera venjingarnar saman, læra tey at hava umsorgan fyri hvør øðrum. Um eitt lítið barn hevur fingið hjálp frá einum eldri vini, vil barnið eisini hjálpa øðrum, tá tað er eldri – og seinni, tá tað fer í barnagarð. Tak spælið niður við at trýsta á myndina.

Kenslurenning

Eitt arbeiði við teimum fýra grundleggjandi kenslunum – keddur, illur, bangin og glaður – í eini einfaldari kenslurenning, har tey minstu eisini kunnu vera við. Tak spælið niður við at trýsta á myndina.

5 ráð til foreldur

Tak plakatuna niður her: 5 ráð til foreldur Vit viðmæla at tit prenta út í stødd A5

Bræv til foreldur á ymsum málum

Heinta brævið á Føroyskum her: Bræv til foreldur føroyskt Foreldrabræv á ymsum málum: Arabisk Bosnisk Dankst Enkst Persisk,Farsi Pólskt Somali Turkisk Urdu