Ágangur

Ágangur er atferð, ið skaðar ein annan. Tað er tá ið ein persónur roynir at fáa ræði á einum øðrum við at brúka ræðslu, harðskap ella hóttan.

Ágangur kann ein og hvør vera fyri – ríkur ella fátækur, í øllum familjum. Tað kann henda millum foreldur, millum foreldur og barn ella tannáring, millum persónar í tínum egna aldri, millum lærara og næming, og eisini millum persónar, ið ganga saman. Tað kemur eisini fyri, at persónar eru fyri ágangi frá onkrum, tey elska.

Tað eru fýra sløg av ágangi: Kropsligur ágangur, sálarligur ágangur, kynsligur ágangur og misrøkt
Vanliga tosa vit um fýra sløg av ágangi: kropsligur ágangur, sálarligur ágangur, kynsligur ágangur og misrøkt. Okkurt er kanska meira eyðsýnt enn annað. Kropsligur ágangur til dømis er lutfalsliga lættur at varnast. Hetta kann vera, tá ið ein persónur slær ein annan. Torførari er at síggja, nær ein persónur er fyri fyri misrøkt. Hetta kann vera, tá ið annað av foreldrunum ella bæði drekka illa, men kunnu tykjast at vera kærleiksfull foreldur og eru stuttlig at vera saman við, men tey gloyma at geva sínum børnum góðan mat, at vera um tey og stimbra tey í teirra uppvøkstri.

Kropsligur ágangur
Kropsligur ágangur er kanska tað, sum fólk yvirhøvur hugsa um, tá ið tey hoyra um ágang. Hetta er eitt nú, tá ið ein persónur skaðar ella gevur einum øðrum persóni pínu, og tað ikki er av óvart ella óhappi. Slíkur ágangur kann vera at skumpa, sláa, klípa, royta, kvala ella við at brúka vápn. Allar gerðir, ið elva til skaða, seta merki á kroppin á øðrum (blátt merki) ella geva einum øðrum kropsliga pínu.
Veit ein vaksin um eina slíka hending og ikki boðar myndugleikunum frá, so kann hesin vaksni persónurin ábyrgjast fyri, at eitt barn fer illa.

Kynsligur ágangur
Kynsligur ágangur er, tá ið onkur brúkar ein annan persón ímóti hansara vilja fyri egnu seksuellu nøktan ella gleði.
Kynsligur ágangur er eisini, tá ið ein vaksin ger eitt ella annað seksuelt við eitt barn. Ger ein í egnari familju seg kynsliga inn á ein persón, er hetta tað, vit rópa incest ella blóðskemd.

Sálarligur ágangur
Sálarligur ágangur kann vera at kalla onkran, hótta, spotta og tráelta.

Sálarligur ágangur er yvirhøvur torførasti ágangurin hjá øðrum at varnast. Tað hendir, tá ið foreldur, familja, vinir ella onkur, ein ofta hevur samband við, hóttir, happar ella líknandi fyri at fáa onkran at bera seg soleiðis at, at ein skal føla seg illa. Tað hendir, tá ið eitt barn ella ein ungur persónur ikki fær kærleika, ikki verður góðkendur ella ikki følir seg tryggan saman við teimum, ið skulu ansa eftir teimum.
Sálarligur ágangur hendir ofta saman við øðrum formum av ágangi. Tað kann vera at hótta eitt barn, ið verður misbrúkt, við at siga tí, at tað verður misbrúkt uppaftur meira, um tað fortelur tað fyri onkrum. Tað kann eisini vera at fortelja barninum, at tað, sum hendir, er teirra egni feilur, ella at tað hevur uppiborið tað.

Tað er týdningarmikið at minnast til, at eingin hevur undir nøkrum umstøðum rætt at misbrúka ella fremja ágang ímóti einum barni. Øll børn hava rætt til at føla seg trygg.