Andlát, Sorg og Saknur

Ein sterk kensla
Sorg er ein sterk kensla, sum ber í sær, at vit búnast, men sorgin kann eisini broyta okkara lív, so at tað verður meiri tómt og innihaldsleyst. Júst sum aðrar kenslur, sum kærleiki, gleði, hatur og vreiði, so er sorgin við okkum alt lívið. Gleðin og sorgin eru mótpolar ella mótsetningar hjá hvørjum øðrum, men ikki minst fortreytir hjá hvørjum øðrum, akkurát sum lívið og deyðin.

Sorg kann broytast frá degi til dags. Sorgin kann samanberast við ein langan gongutúr eftir einari gøtu við nógvum svingum í einum landslag, har tú gongur ígjøgnum myrkar dalar, men tú kemur eisini til líðir, sveipaðar í sól og vakurt útsýni. Hesin túrurin, ella henda mannagongdin, verður rópt sorgararbeiði.

At læra seg at møta sínum kenslum
Tað ger okkum ríkari sum menniskju, um vit kunnu taka ímóti og læra at kenna lívið, sum tað er í øllum sínum veldi frá ljósið til myrkurs.

Longu sum smá børn læra vit okkum at møta og handfara ymiskar kenslur. Tað er umráðandi at virða kenslurnar hjá einum barni, og lata barnið vísa sínar kenslur. Hvussu vit eru møtt sum børn ávirkar eisini okkum sum vaksin. Gentur sleppa ofta at vísa sínar kenslur meira enn dreingir. Um ein drongur fær at vita, at hann ikki skal gráta, kann hann eisini sum vaksin maður hava ilt við at vísa sína sorg og harvið eisini trupulleikar at arbeiða við sínari sorg.

Vit syrgja ikki bara, tá ið onkur er deyður. Tað eru nógvar grundir til sorg. Við hjúnaskilnaði kann ein missa sín besta vin. Hesin missur kann verða líka veruligur og sorgin líka stór, sum um viðkomandi er deyður, men tað kann vera torførari at finna ein máta at syrgja.

Tá ið ein fer frá fyri aldur, er pensjónistur, kann mann verða keddur um at missa tað dagliga sambandið við starvsfelagar, ikki longur at kunna gera ella loysa tær uppgávur, ein hevði á arbeiðinum og føla, at ein hevur týdning. Tá ið vit eldast, síggja vit, hvussu kroppur okkara  eldist. Húðin verður linari og rukkut, hárið gránar ella hvørvur. Tað er ikki líka lætt at flyta seg longur, tí kroppurin orkar ikki tað sama sum fyrr. Petti fyri petti syrgja vit yvir tað, ið hoyrdi til myndina av okkum, sum vit einaferð vóru.

Nógvar ymiskar kenslur bylgjast í sorgini
Í sorgini eru ofta aðrar kenslur sum angist, vreiði, skuldarkenslur og sakn.

Sorg og saknur eru so nær saman, at tað kann verða torført at skilja tey frá hvørjum øðrum. Saknur kann vera líka svárur sum sorgin, kanska serstakliga hjá børnum.

Tað er vanligt, at ein, ið syrgir, verður óður. Øðin kann vendast ímóti tí, sum svíkur við at doyggja. Sorgin kann eisini vendast ímóti øðrum, eitt nú lækna ella øðrum í heilsuverkinum.

Eitt menniskja, ið hevur mist ein, ið stendur tí nær, hevur ofta eina skuldarkenslu. Hon kann standast av onkrum, ið tykist sera lítið og týdningarleyst afturímóti øðrum. Av og á er grundarlag fyri sorgini, men tað er heldur sjáldsamt. Av tí at vit hava frælsi at velja, hvussu vit liva, hava vit eisini ábyrgd. At vit hava kenslu fyri tí, ið er rætt og skeivt, tað vit gera, og tað vit meina at vit áttu at havt gjørt. Tað er júst tað sum eyðkennir okkum menniskju.

Sorgin hevur nógv andlit.
Vit eru øll ymisk, og vit syrgja og vísa okkara sorg ymist. Vit ávirkast av okkara mentan og umhvørvi. Tað kann eisini vera øðrvísi at syrgja eitt gamalt menniskja, ið kanska hevur verið sjúkt leingi afturímóti at syrgja ein, ið brádliga er deyður, kanska heilt frískur, og kanska var so ungur.

Kroppurin vísir vanliga sorgina við tárum. Tá ið eingi tár eru, kann tað vera torført ikki at føla sorg. Sorgin kann tá vísa seg við, at ein er ógvuliga troyttur, so troyttur, at tað følist sum orkar mann næstan ikki at bera sín egna kropp, og mann fær illa passa seg sjálvan.

Sorgin kann eisini minna um ræðslu og angist. Mann støðast ikki, svølgir alla tíðina, suffar og hevur kanska andaneyð viðhvørt.

Av og á kann sorgin eisini vísa seg sum líkasæla, tunglyndi ella svøvntrupulleikar. Trupulleikar við maganum ella skiftandi pulsi er heldur ikki óvanligt.

At arbeiða við sorg
Ymisku stigini í arbeiðinum við sorg

Longu sum børn fingu við ævintýrum nógv at vita um lívið og deyðan og um kærleikan og sorgina. Eins og við tónleiki og list fara ævintýrini beint inn í hjartað. Eingin forkláring nýtist, fyri at vit skulu skilja tey. Ævintýrini vísa okkum, hvat vit kunnu vænta okkum av lívinum, hvussu menniskju kunnu bera seg at, og hvat er vanligt og menniskjansligt. Tey vísa eisini upp á ymiskan máta, hvussu vit kunnu arbeiða í svárari støðu.

Tey, ið syrgja fara ígjøgnum ymisk stig í arbeiðinum við sorg. Soleiðis er tað í dag, og soleiðis hevur tað altíð verið.Tað er vakurt greitt frá í ævintýrinum Øskufía hjá brøðrunum Grimm.

Mamma ta lítlu gentuni doyði, og kavin huldi grøvina. Kenslurnar vóru frystar, men so við og við koma tær til sjóndar, og Øskufía fer hvønn dag á grøvina hjá mammu síni, har hon situr og grætur. Pápi Øskufíu giftir seg uppaftur, hon fær eina stjúkmammu og stjúksystrar. Øskufía svevur við øskuna í eldstaðum, og hon verður grá og skitin.

Í ævintýrinum noyða tær keðiligu systrarnar hana til tað, men kanska passar tað henni at kunna liva soleiðis í síni sorg. Øskufía skúgvar gleðina við lívinum til viks.

Eftir veturin kemur várið, og kavin tiðnar. Øskufía setir ein heslirunn niður á grøvina hjá mammuni. Við tárunum hjá Øskufíu veksur hesin runnur til eitt træ. Tíðin gongur, og dagurin kemur, tá ið Øskufía er klár at fara úr sínari syrgjandi tilveru. Síðan kemur dagurin, tá ið kongur skal hava veitslu. Øskufía fær styrki frá trænum, ið grør á grøvini hjá mammuni. Har fer hon tann vakra kjólan og skógvarnar til veitsluna. Sorgin yvir mammuna broytist til góð minni, ið geva Øskufíu styrki og dirvi til at halda fram í lívinum.

Tey ymisku stigini í sorgartilgongdini, sum vit kunnu fylgja í søguni um Øskufíu, kalla vit eisini sjokkfasan, reaktiónsfasan, viðgerðarfasan og nýkunningarfasan.

Hesar fasurnar krossa hvørja aðra, uttan at ein varnast tað, og tíðin fyri hvørja fasu er ymisk frá persóni til persón. 

Sjokkfasan er stytst og týðiligast, tá ið onkur óvæntað er deyður. Tað elvir ofta til eina kenslu av óveruleika. Kropslig eyðkenni, svøvntrupulleikar, vreiði og skuldarkenslur er vanligt.

Eftir sjokkfasuna kemur reaktiónsfasan, tá ið ein er upptikin av síni sorg. Hetta tíðarskeiðið kann vara í nakrar vikur ella mánaðir og fer síðan yvir í viðgerðarfasuna, tá ið ein ofta hugsar um tað, sum er hent, roynir at fáa tað til eina heild, sum ein skilur. Henda tíðin er munandi longri og kann vara upp í fleiri ár.

Nýkunningarfasan er komin, tá ið ein er búgvin at byrja av nýggjum og roynir at finna ein máta at liva við teimum royndum, ein hevur fingið. Henda fasan varir restina av lívinum.

Ein viðurkennur ikki altíð tað, sum er hent, hóast long tíð er gingin. Serstakliga torført kann tað vera, tá ið eitt ungt menniskja ella eitt barn er deytt. Tann ósvaraði spurningurin “hví?” kann fylgja einum restina av lívinum.

Sum frá líður kemur ein dagur, tá ið tann, ið syrgir, varnast, at hann ella hon ikki hevur havt tann deyða í huganum alla tíðina. At varnast hetta kann geva ringa samvitsku. Ein kann kenna tað sum eina skyldu at halda fast í sorgini og minninum. Men soleiðis er gongdin við sorgini, og tá ið sorgin ikki fyllur líka nógv longur, kann ein ofta fáa eina klárari mynd í minninum av tí, sum er farið. Mann sær ikki klárt, tá ið eyguni eru huld í tárum.

At syrgja
Mann kann ímynda sær, at fyri hvørja sorg hava vit eina ávísa nøgd av tárum. Liggja tárini eftir inni í kroppinum, hava vit tað ikki gott. Tí er tað umráðandi at loyva okkum at vera kedd og oysa tárini úr sær. Tað kann enntá vera gott at fáa minni fram, ið fáa ein at gráta við at hyggja at gomlum myndum og vitja støð, ein setir í samband við tann deyða. Tað er gott, um vit sleppa at greiða vinum frá tí, sum vit hava mist, og hvussu ein hevur havt tað, og hvussu tann síðsta tíðin var. Tónleikur kann eisini hjálpa okkum at koma í samband við okkara egnu kenslur. Tá ið ein hevur grátið út, verður tað lættari at steðga á við øll tey góðu og vøkru minnini. Tað hevur ongan skund at koyra klæðir og annað  burtur, sum tann deyði átti. Lat alt fáa frið, til tað følist rætt at gera tað.

Lívið er ein løta, og líðing er ein natúrligur partur av lívinum. Roynir ein at renna undan sínum tárum, snýtir ein seg sjálvan. Vit hava brúk fyri at kunna verða verandi í sorgini í frið og náðum. Vit mugu geva teimum stóru spurningunum som koma til okkara, rúmd, spurningar um meiningina við lívinum, um meiningina við líðing og deyða. Er tað ein meining? Er nakað endamál við okkara lívi? Hvat er rætt, og hvat er skeivt? Finst rættvísi, finst skuld, finst náði, finst straffur?

Ber tað til at koma yvir sorgina?
At syrgja er hart arbeiði. Ein hevur brúk fyri hvíld og hjálp frá øðrum. Uppgávur og ábyrgd av øðrum kunnu hava við sær, at ein noyðist at skúgva sorgina til viks eina tíð, men so skjótt tað ber til, má mann geva sær stundir til at syrgja. Jú longri tíð gongur, jú torførari verður tað at koma í samband við sínar kenslur aftur, og tað ber eisini í sær, at fólkini, ið eru um ein ta fyrstu tíðina, fara, uttan at ein hevur fingið ágóðan av teimum og teirra nærveru.

Tey flestu uppliva sorg fleiri ferðir. Vit kunnu ikki krógva sorgina ella víkja frá henni, men vit mugu fara beint ígjøgnum hana. Ein gomul sorg, sum mann bara er sloppin sær undan, kann forða einum at syrgja aftur. Mann má tí aftur geva rúmd fyri gamlari.

Ofta verður tosað um eitt sorgarár. Tað er fyrsta árið, mann livir uttan tann deyða. Man upplivir serlig vikuskifti, feriu og føðingardagar, og tað ein vanliga gjørdi saman ávísar tíðir. Tað er ikki vist, at sorgin viknar eftir einum árið. Hjá Øskufíu tók tað nógv longri tíð av tí, at eitt træ vaks, meðan hon syrgdi. Tað kann taka drúgva tíð at finna ein nýggjan máta at liva uppá og at fáa álitið og hugin til lívið aftur. Úr sorgini kann styrkin vaksa, men kenslan, sum sorgin gav, og nógvir ósvaraðir spurningar kunnu standa við.

Sorgin blívur eitt arr, eitt minni, ein lívsroynd.

Foreldur, ið hava upplivað at missa eitt barn, greiða frá síni serstøku sorg. Tað er heilt ónatúrligt, at eitt barn doyr áðrenn foreldrini hjá sær, og tað elvir eyðsæð til djúp sár. Børn, ið hava fingið markleysan kærleika frá sínum foreldrum, kunnu sita eftir í markleysari sorg, eitt sár sum bara lutvíst grøðist.

Lívið endurtekur seg ongantíð. Tá ið ein hevur upplivað stóra sorg, er lívið broytt, sjálvt tá ið nærumhvørvið heldur, at alt er tað sama aftur. Einki verður sum tað var fyrr, men sum tíðin gongur koma kreftirnar aftur.

Lívið endurtekur seg ongantíð. Tá ið ein hevur uppliva eina stóra sorg, er lívið broytt, sjálvt tá nærumhvørvið heldur at alt er við tað sama aftur. Einki verður sum tað var fyrr, men sum tíðin gongur koma kreftirnar aftur

Troyst og stuðul
Hvussu kunnu vit hjálpa einum, ið syrgir?

Hvat er troyst? Hvussu troystar mann eitt menniskja, ið syrgir? Skal mann royna at troysta?

Ein kann aldrin heilt seta seg inn í, hvat eitt annað menniskja følir, og vit mugu virða tey júst sum tey eru. At troysta kann heilt einfalt vera at síggja og viðurkenna sorgina og mátan hon kemur til sjóndar uppá. Sjálv nærveran av einum øðrum menniskja kann í eini vónleysari vandastøðu følast góð. Tann tyngsta sorgin er kanska tann, sum eingin sær.

Hvussu nærkast vit einum menniskja, ið hevur mist ein kæran? Hvat siga vit tá? Mann skal kanska ikki siga so nógv. Tað er kanska nóg mikið at siga: “Eg fekk at vita, at vinur tín er farin.” Ofta er hetta nóg mikið til, at tann, ið syrgir, fer at greiða frá. Hevur mann upplivað okkurt svárt, er tað natúrligt, at mann vil fortelja, ikki eina ferð, men fleiri ferðir, umaftur og umaftur, hóast tárini slíta samrøðuna viðhvørt. Tað er ein máti at arbeiða seg ígjøgnum sorgina. Vit kunnu tí hjálpa bara við at vera hjá og lurta.

Finna vit eingi orð, kunnu vit vísa okkara samkenslu við at klemma, taka í hondina ella halda um ein. Ofta sigur ein slík gerð meira, enn vit kunnu siga við orðum. Vit kunnu eisini vísa, hvussu vit hava tað við at hjálpa til við smátingum, okkurt av tí gerandisliga. Hvat vit avráða at gera er knýtt at, hvørji vit sjálv eru, hvussu vit lættast kunnu málbera okkum. Tað týdningarmesta er, at tann, ið hevur tað svárt, følir nærveru, følir, at vit eru hjá og til reiðar at geva av okkara egnu tíð.

At arbeiða við sorg kann taka langa tíð.

Sleppa sterkar kenslur ikki fram, kann tann orkan, sum er í kenslunum, vísa seg í øðrum høpi, so sum arbeiði ella ferðum. Gerðir, ið flyta tankar burtur til okkurt annað. Ein kann eisini flýggja til okkurt meiri oyðileggjandi sum til dømis alkohol.

Børn hava serligan tørv á umsorgan. Av og á verður roynt at spara børnini við at halda teimum burtur frá tí, sum er illa sjúkur ella liggur at doyggja. Spara tey frá eini jarðarferð ella frá sorgini.

Børn fara hóast hetta at uppliva tað, sum hendir, saman við foreldrunum, og hvussu tey bera seg at. Børn hava betri av at sleppa at vera við. 

Tað taka alt til sín upp á sín egna máta alt eftir, hvussu gomul og búgvin tey eru, og tey taka ofta ikki meira á seg enn tey orka. Tað er umráðandi ikki at halda børn uttanfyri.

Tað er altíð tungt, tá ið onkur doyr. Hóast tað, so er tað gott um ein kann verða hjá og fylgja einum, ið stendur einum nær, inntil tað seinasta, og eisini vera við í tí praktiska arbeiðinum aftaná, t.d. at bera blómur og kransar. Hevur ein verið við í øllum ta seinastu tíðina, verður sjálv jarðarferðin ikki líka tung og torfør. Mann hevur longu sagt sítt persónliga farvæl. Kom andlátið óvæntað, er tað sera umráðandi at vera við til mest møguligt fyri at veruliga fata, at tað, sum er hent, er veruleiki.

Sorg tekur tíð. Tað er umráðandi at geva sorgini pláss.

Sum tíðin gongur, kann sorgin kennast sum kærleiki, ein kærleiki, ið vit ikki sleppa av við, ein kærleiki, ið vit ikki fáa víst, tí at persónurin, sum tú elskar, er ikki hjá okkum longur.

Minnini gerast sorgblíð.