At bera brek
Hvat er tað at bera brek?
Vit eru øll ymisk – og eiga at vera ymisk.
Øll, ið bera brek, eru eisini ymisk.
At bera brek kann vera so nógv. Tó verða brek býtt upp í likamlig, sálarlig, vitborin ella sansalig brek.
Nøkur fáa illa ella als ikki gingið, onnur kenna ótta ella angist, summi liva við down syndromi ella við menningartarni, upp aftur onnur hoyra illa, síggja illa og so framvegis. Summi brek síggjast og onnur eru ósjónlig. Orðingar, ið verða brúktar eru t.d., at bera brek, at bera ótta, at hava ella liva við down syndrom, at liva við autismu ella ADHD.
Nøkur eru fødd við breki og onnur fáa tað seinni í lívinum. Kanska av ólukku ella sjúku.
Tá ið tosað verður um avbjóðingar hjá teimum, ið bera brek, so er talan um, at samfelagið hevur eina avbjóðing. Tað er ikki tey, ið bera brek, ið eru avbjóðingin, men karmarnir tey liva í. Tí hevur tað týdning, at fólk, ið møta teimum, ið bera brek, hugsa um at tillaga umstøður og karmar soleiðis, at øll kunnu kenna seg vælkomnan.
Til dømis, tá ið vit fara út, ella eru í skúlanum, tá ið vit fara at vitja vinir ella skulu út saman við onkrum at eta, at bovla ella í biograf. Tá hevur tað týdning, at hugsað verður um, at øll eru ymisk.
Føroyar hava bundið seg at fylgja ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Í sáttmálanum verður víst á, at øll menniskju hava virðing og tign íborna, og at øll eiga somu ómissandi rættindi. Hetta eru rættindi til at vera virkin í øllum lívsins viðurskiftum.
Tí eiga øll, uttan mun til brek, rætt til stuðul og hjálp til at liva so sjálvstøðugt, sum gjørligt.
Tað eru nógvir felagsskapir, ið hava møguleikan at hjálpa og stuðla. MEGD er eitt meginfelag á brekøkinum við 24 limafeløgum, sum tú kanst finna her: LIMAFELØG HJÁ MEGD.
Um tú hevur spurningar um rættindi, ert tú vælkomin at venda tær til MEGD á www.megd.fo.
Um tú hevur tørv á onkran at tosa við, er tú vælkomin at ringja ella skriva til Tú & Eg Ráðgevingina. Ring 116 111 ella skriva til okkum HER. Tað er ókeypis og vit síggja ikki hvør tú er.