Frásagnir frá veruleikanum

Lítla gentan inni í mær

Eg vil so gjarna verða sum øll onnur. Bara normal. Men tað blívi eg nokk aldri, sjálvt um eg eri ílatin, sum mótin sigur, at eg skal. Havi gott arbeiði, havi hús og bil og alt tað, sum hini hava. Tað er ein lítil genta, sum grætur inni í mær. Hon hevur bløðandi sár, sum hon biður meg lekja. Tey vaksnu passaðu for illa uppá hana, tá hon var lítil, og eg dugdi ikki at passa uppá hana. Higartil havi eg bara koyrt gentuna inni í mær burtur frá mær, tí hon irriterar meg. Hon forstýrar meg.

Eg havi fingið at vita frá mínum sálarfrøðingi, at eg má hjálpa lítlu gentuni inni í mær. Eg má byrja at geva henni umsorgan, tí hon er eg, og eg eri hon, og vit hoyra altíð saman. Tá hon fær tað betri, fái eg tað betri, og tá blívi eg helst eisini ein betri mamma fyri mína dóttir. Tá fái eg nokk meira yvirskot at vera mamma.

Kvinna 23 ár

Ongan at fylgjast við

Eg kann næstan ikki siga, at eg eri tann sami persónurin nú sum fyri hálvum ári síðani. Eg var nógv meira innilukkað og uppførdi meg glaðari, enn eg í veruleikanum var. Eg hevði ongan at fylgjast við, tí at tey øll hildu, at eg var løgin ella “øðrvísi”, sum man eisini kann kalla tað. Teir flestu dagarnir vóru líka. Eg fór í skúla, kom heim, legði meg at sova, spældi teldu, át nátturða og for so í song. Eingin av teimum, sum eg hevði fylgst við, høvdu tíð meira. Tey skuldu okkurt annað, fylgjast við onkrum øðrum, og um tey so endiliga høvdu tíð einaferð í næstu viku, so høvdu tey ikki tíð allíkavæl, tá tann dagurin kom. Til endans tímdi eg ikki at spyrja mínar sokallaðu “vinir” meira, og næstan isoleraði meg sjálva frá øllum. Einaferð innímillum fylgdist eg við onkrun úr øðrun bygdum ella øðrum skúlum, men tey høvdu teirra flokksvinir. Eg føldi meg púrasta einsamalla og kedda allatíð. Eg hevði ongan at tosa við. Foreldur míni og gumma mín royndu at hjálpa mær, men eg vildi ikki ordiliga hava teirra hjálp. Men so fyri nøkrum mánaðum síðani møtti eg nøkrum gentum, og vit blivu vinir beinanvegin. Og aftaná tað møtti eg fleiri øðrum fólkum, ið eru mega kul osfr. Og tá eg nú hugsi um, hvussu eg hevði tað tá, so vil eg helst gloyma tað. Eg eri bara glað fyri, at eg havi tað gott nú.

Genta 15 ár

Pápin altíð fullur

Eg havi tað gott…
“Pápi mín er alkoholikari” – hatta tók mær leingi at siga uttan nakað – faktiskt er tað enn eitt sindur ringt at siga tað, men eg havi lært meg at siga tað við fólk, eisini folk, ið eg ikki kenni so væl. Tað er kanska ein máti hjá mær at royna at gera meg leysan av tí. Eg hevði faktiskt ein góðan barndóm, eg minnist bara ikki so nógv av honum. Eg haldi, eg hevði ein góðan barndóm út frá tí, sum mamma fortelur mær og tí, at eg í øllum førum einki keðiligt minnist, frá eg var smádrongur. Eg hevði ongantíð sæð pápa mín fullan, fyrrenn eg bleiv eini 10 ár. Faktiskt hevði eg bara sæð fullar menn á stevnum. Eg minnist, at eg einaferð spurdi babba, um hann nakrantíð hevði verið fullur, og eg varð rættuliga skakkur, tá han svaraði “ja”. Eitt tað fyrsta eg minnist um, at hann var fullur, var á einum túri til Danmarkar við Norrønu, tá hann var keddur og illur og undarligur. Mamma tók tað róligt, sjálvt um vit endaðu við at sova á einum øðrum kamari ( eg haldi hann svav í arrestini).

Aftaná tað tók tað dik á seg. Oftari og oftari var babba fullur í vikuskiftinum, og eg minnist, at hann drakk nógv øl. Og oftari og oftari var hann óður um kvøldarnar og næturnar og skeldaðist við mammu ella beiggja sín, sum onkuntíð var á vitjan. Eg minnist ótryggleikan av at vakna um náttina av rópum, og at hann smekkaði hurðar hart aftur, og hvussu bangin eg faktiskt var.

Tað er ringt at sova, tá man er bangin. Men um hann um náttina kom at hyggja til okkum, um vit svóvu, so læt eg næstan altíð sum um, at eg svav. Eg var eisini bangin fyri, at hann skuldi gera mammu míni okkurt ilt. Tá eg bleiv tannáringur versnaði støðan. Eg eri elst av mínum systkjum. Tí føldi eg, at eg hevði ábyrgdina av teimum yngru. Eg føldi, at eg skuldi verja tey, tí at eg nú varð vorðin so sterkur, at eg kundi stilla meg ímillum, um babba fór illa við teimum. Eftir hondini varð støðan so grell, at mamma ofta goymdi seg fyri babba um náttina. Ofta noyddust vit at rýma út um náttina og fóru yvir til ommu at sova.

Tá eg var umleið 15 ár, noyddist eg fleiri ferðir at halda babba aftur – og enntá berjast við hann – meðan mamma fekk syskinini hjá mær út av húsinum. Foreldur míni skyldust, tá eg var 18 ár – eg kom ígjøgnum hasi árini uttan at vita, hvussu eg kláraði tað. Eg eri uppvaksin á bygd. Har var ikki vanligt at fólk drekka, og tað er heldur ikki væl sæð, tí nógv eru religiøs. Tí var hetta heldur ikki nakað, eg kundi tosa við nakran um. Sjálvandi tosaðu vit um, at babba drakk heima við hús. Men vit tosaðu ikki við babba sjálvan um tað. Eg visti jú, at páparnir hjá øðrum eisni vóru fullir onkuntíð, men ongin visti, hvussu ringt skilið var hjá okkum. Eg skammaðist at fortelja tað fyri nøkrum. Vit skammaðust øll. Eg veit ikki hví eg skammaðist – men tað gjørdi eg. Um onkur segði okkurt ella spurdi um okkurt við babba, so leyg eg fyri teimum og fann uppá umskydlningar fyri hann. Tað gjørdi eg í nógv ár. Allatíðini hopaði eg, at babba fór at gevast at drekka – ja eg enntá bað til Guð um, at babba skuldi gevast at drekka.

Babba fór eisini bæði á Velbastað og seinni á Blákross – men onki hjálpti, tað bleiv bara verri. Til endans var babba fullur tað mesta av tíðini. Tað ringasta var ikki, at hann var fullur, men at hann eisini var so ræðuliga óndskabsfullur og segði nógv ljót ting um øll og brúkti tað eymasta, hann visti um fólk, ímóti teimum. Eg helt uppat at líta á hann. Enn tann dag í dag fortelji eg honum ikki nakað persónligt um meg sjálvan, tí eg vil ikki, at hann skal vita nakað um meg, sum hann kanska kann brúka ímóti mær seinni. Eg var eisini ræðuliga óður við babba innaní mær sjálvum allatíðina. Onkuntíð havi eg eisini verið harðligur og gjørt ting í harðskapi, sum eg angri í dag – eisini ímóti pápa mínum.

Einaferð spurdi mamma – sum altíð hevur vart okkum og verið so sterk – um vit skammaðust um pápa okkara. Hon segði, at tað ikki var okkara skomm. Tað var IKKI okkara skyld, at hann var so. Hetta havi eg hugsað nógv um, og síðani tá havi eg stríðst fyri at royna ikki at skammast. Tá man tosar við fólk, er tað so lætt bara at lúgva um veruleikan, tað er nógv lættari enn at royna at fortelja sannleikan.

Tað er ikki mín skyld, EG havi onki at skammast um – tað veit eg. Men hinvegin so vil man heldur ikki hava, at fólk skulu taka synd í einum.

Tá eg var uml. 19 ár, arbeiddi eg á einum flakavirki. Ein dagin kom ein sera fittur maður, ið eg arbeiddi saman við, yvir og segði mær, hvussu synd hann og fólk annars tóku í okkum. Tað var bæði gott og ikki gott at hoyra. Gott, tí at hann var so fittur maður og veruliga meinti tað væl. Ikki gott, tí at eg var noyddur at standa har og tosa við hann, og tað var ikki nemt… Tað er langt síðani eg flutti hemanifrá, eg havi fingið útbúgving, arbeiði og eri komin víðari. Eg havi næstan onki samband við pápa mín. Eg orki ikki at síggja hann soleiðis, og kanska eri eg enn bittur inná hann. Men stutt sagt havi eg tað gott til dagligt. Men eg vakni enn um náttina og verið fullkomiliga klárvakin og kløkkur, um eg hoyri eina hurð verða klamsaða hart aftur…

… og pápi mín drekkur enn.
Maður, 29 ár.

Tað tunga loyndarmálið

Tað byrjaði, tá eg var 12 og byrjaði at fáa boppur og alt tað, sum fylgir við. Hvørja ferð, ið mamma fór á náttarvakt, skuldi eg verða einsamøll inni við babba. Næstan hvørja ferð gjørdi hann seg inná meg. Tað bleiv verri og verri fyri hvørja ferð…Stórasystir var flutt út í egna íbúð, tá hon var 17 ár. Nú hugsi eg, at hann hevur nokk eisini gjørt okkurt við hana… Eg segði fyri mammu, hvat babba gjørdi. Mamma bleiv ræðuliga bangin og segði, at vit máttu ikki siga hetta fyri nøkrum. Hon segði, at hon skuldi syrgja fyri, at tað ikki hendi aftur. Mamma fór aldrin á náttarvakt aftur. Hon tosaði eisini við babba. Tað hevur merkt okkum øll trý.

Hetta ræðuliga loyndarmál bera mamma, babba og eg. Eg havi lovað mammu einki at siga fyri teimum, ið vit kenna. Mamma er altíð bangin – men babba virkar ikki at verða ávirkaður av tí, sum er hent, tá hann er millum familju og vinir. Heima er kuldi og ofta tøgn.

Eg royni at klára meg nú. Eg eri langt síðan flutt til eina aðra bygd. Eg eri farin í viðgerð hjá einum sálarfrøðingi, tí eg eri so plágað av angist. Ikki tí eg eri bangin fyri at flúgva ella at vera einsamøll inni. Nei, eg eri bangin fyri at knýta meg til onnur fólk. Eg havi eisini ringt við at fara til arbeiðis, tí eg eri bangin fyri at gera feilir. Tá onkur bjóðar mær í veitslu, sigi eg altíð, at tað liggur ikki fyri – og tá onkur, sum eg kenni, vil geva mær eitt klemm og vil rósa mær, blívi eg so bangin og illa við.

Tað hjálpir at tosa við sálarfrøðingin, sjálvt um tað ofta kennist so tungt, at eg havi hug at gevast. Men sálarfrøðingurin sigur, at eg má stríðast víðari fyri at fáa tað betri. Tað størsta sárið, ið eg havi, er, at mamma ikki hjálpti mær betri, tá eg hevði brúk fyri henni. Tað ringasta er loyndarmálið, pínan, kenslurnar, sum eg ikki slapp út við, fyrr enn eg bleiv 26 ár.

Loyndarmálið, sum so við og við bleiv til kulda og angist í míni sál.

Kvinna, 28 ár

Happing og eg.

Eg minnist ikki mín fyrsta skúladag, og eg havi síðani gjørt mítt fyri at gloyma tey tíggja árini, sum gingu, áðrenn eg endiliga slapp úr fólkaskúlanum. Nú eri eg 20 ár og haldi meg langt frá vera vaksna. Eitt veit eg, at tá øll tey eldru fólkini plagdu at siga við meg, at “barndómurin er tann besta tíðin í lívinum” – tað er skeivt! Í øllum førum vænti og vóni eg, at td. 64 verður eitt rættiliga gott ár fyri meg persónliga – ha ha ha!

Eg haldi, eg bleiv serliga happað, frá eg gekk í fyrsta, til eg fór í fimta flokk. Eg minnist, at eg í fyrstani plagdi at fara at gráta. Eg græt framman fyri teimum, ið argaðu meg. Tað tók ikki langa tíð, áðrenn eg fann útav, at tað bara gjørdi ilt verri at gráta. Tað gekk upp fyri mær ein dagin í skúlanum, tá vit skuldu gera kort við bókstavum og myndum, sum passaðu saman. Tann dag í dag liggja bókstavakortini í skúlanum, og onkustaðni undir ‘B’ hevur ein flokksfelagi gjørt eina tegning – av mær, meðan eg liggi og gráti á gólvinum. (Mítt navn byrjar við B!) Eg gavst at gráta framman fyri fólki. Tó gavst eg ikki at gráta, tá eg var einsamøll. Nei, tað tók fleiri ár, áðrenn eg gavst at gráta. Til endans græt eg ikki meir – til endans var so long tíð gingin, og eg hevði fingið onnur vinfólk.

Broytingin hendi ikki knappliga – men spakuliga broyttist alt. Eg slapp úr fólkaskúlanum – alt gjørdist betri – og minnini um teir ringu gomlu dagarnar følnaðu eitt sindur skjótari, enn tey um teir góðu gomlu dagarnar. Eg gavst at gráta frammanfyri fólki, men happingin steðgaði tó ikki. Hini børnini blivu við at happa meg, og tá eg nú ikki longur kundi gráta, fór eg víðari til næstu logisku reaktiónina, eg bleiv ill! Eg hugsaði, at um tey vildu skaða meg – og tað er tað, sum happing er – so kundi eg kanska fáa tey at stegða, við at skaða tey. Eg byrjaði at berjast.

Lukkutíð eri eg kroppsliga sterk, og eg plagdi at vinna bardagarnar. Men tíverri mátti eg eftir eina tíð ásanna, at tað gjørdi ongan mun, um eg bardist ella græt – tey góvust ikki at happa. Tá eg bleiv eitt sindur eldri, lærdi eg eisini, at mær ikki dámdi at verða so ill, sum eg bleiv, tá ið eg bardist. Tað var eingin loysn fyri meg at berjast – haldi næstan, tað hevði verið frægari at grátið. Tað er ikki ofta, eg havi lurtað eftir mammu míni – td. haldi eg ikki, tað er neyðugt at dustsúgva so ofta, sum hon heldur, tað er. Ein dagin royndi eg tó at fylgja hennara ráðum. Næstu ferð nakar happaði meg, lat eg sum einki, og ferðina aftaná tað gjørdi eg tað sama og tað sama. Til endans góvust tey og lótu meg hava frið.

Eg minnist ikki, um tey góvust at happa, tí eg ignoreraði tey – men tað haldi eg. Tey funnu sær vist bara eitt annað offur – og eftir hondini vuksu tey ivaleyst eisini frá slíkum ófantaligheitum. Eg veit ikki rættiliga, hvat hendi – men eg fekk so frið. Kortini merkti tað ikki, at alt bara var herligt tey fýra-fimm árini, vit høvdu eftir í skúlanum. Nei, eg hevði einki ynski um at tosa við tey í flokkinum – vildi snøgt sagt einki hava við nakran av teimum at gera.

Tað vóru ikki øll, sum happaðu. Men eg helt kortini, at hini áttu at roynt at steðga happingini. Eg hataði sum so ikki nakran av teimum – í ringasta føri vóru tað nøkur, sum mær ikki dámdi – og kanska enn ikki dámi. Nú eri eg ikki eitt fólk, sum tosar so nógv annars. Men í skúlanum hevði eg als einki álit á nøkrum av teimum. – og lat tí vera við at tosa við nakran – hugsaði, at eg aldrin í lívinum skuldi siga nøkrum av teimum nakað, sum tey kanska kundu brúkt ímóti mær aftur seinni.

Heilin er eitt merkiligt organ – eitt undurfult organ. Tað vísir seg ofta, at sum árini ganga, so gloymir mann spakuliga hendingar, sum mann trúði fóru at verða heilt klárar restina av lívinum. Tað, at eg bleiv happað, tá eg var yngri, fer heilt sikkurt at fylgja mær restina av lívinum. Tað fer altíð at ávirka, hvussu eg síggi heimin. Men spakuliga, sum árini førka meg longur vekk frá minnunum, síggi eg happingina og alt tað, sum hendi, sum ein lærdóm, eg havi fingið við í ryggsekkinum.

Eg trívist nú – og møti nýggjum fólkum og tori at fortelja um meg sjálva og vera eg sjálv.

Eg trúgvi uppá at lívið kann broytast til tað betra. Um tú ikki ordiliga skilir, hvat eg tosi um nú, so ger tað einki – tað geri eg heldur ikki altíð. Men kanska skilji eg alt betri, tá ið eg veri 64 – eg gleði meg – tí alt broytist. Td. vóru níggju planetir í okkara sólarskipan, tá eg var smágenta – nú eru tað 8 vanligar planetir og 3 dvørgaplanetir afturat. Mann veit aldrin hvat kann henda – og tí má mann ikki geva upp!

Kvinna, 20 ár

Skyld foreldur

Mín ungdómur hevur verið himmalskur, tó hevur hann verið eitt helviti. Tað, sum eg nú farið at skriva um, er um hvussu mín tannáringatíð hevur gingist. Tað var, sum byrjaði eitt nýtt lív, tá eg kom í pubertetin. Alt broyttist, røddin broytist, kenslurnar fóru at blóma – og hormoni dansaðu, sum ein balletdansari, ið var ov nervøs og “skinklaði”. Alt hettar var nakað nýtt!

Mín  trupuleiki í mínum tannárum er ikki harðskapur, sex ella nakað sovorið. Mín størsti trupulleiki er, at mamma og pápi mín ikki eru saman. Tað hevur ført mangt ilt við sær. Eg eri einabarn og búgvi hjá mammu. Viðhvørt er tað sum at verða í helviti at verða har. Eg veit, at soleiðis er tað hjá øllum viðhvørt. Eg ætlaði heldur ikki at prædika her um, hvussu ringt eg havi havt tað í mun til onnur. Eg fari bara at geva tykkum mínar royndir, so kanska okkurt lærurígt kemur úr hesum – tí man lærir so leingi man livir:) Eg havi havt mong skeldarí við mína mammu. Skeldaríini hava satt at siga ofta verið kontant og ógvuslig. Kanska eri eg farin ov vítt viðhvørt – tó haldi eg eisini, at hon okuntíð fór ov vítt. Tað er eitt løgið ting, sum kann oyðileggja nógv – eg hevði bara kunnað sagt orsaka, og so hevði tað farið avstað, men tað geri eg ikki. Kanska kunnu vit peika á pubertetin sum orsøk til skeldaríini. Eg havi gjørt mangt fyri at sleppa undan mammu og hennara skeldarí. Eg havi stongt meg inn í mínum kamari. Eg havi búð hjá vinum og mangt annað. Kanska tað ikki hjálpir uppá støðuna at flýggja, men eg fái frið eina løtu og fái hugsað tingini ígjøgnum. Soleiðis havi eg tað, veit ikki hvussu tað er við tykkum!?

Tað eru tvey ting, sum gera, at eg ikki detti sundur, tað eru sigarettir og sjálvandi tað besta, vinirnir. Eg kann errin siga, at eg havi nógvar vinir,  – og ikki so errin siga, at eg til tíðir havi FUCKAÐ alt upp við summun vinum. Og har komi eg aftur á mammu mína. Tí tá eg havi fuckað alt upp, hevur tað altíð verið beint aftaná at okkurt hent ímillum mammu og meg – og tískil havi eg verið argur og ‘op på mærkerne’, sum man sigur. Okey, nú farið eg ikki at skylda alt uppá mammu, – nógvir av hesum trupuleikum koma av, at eg føli meg ØÐILIGA stressaðan til dagligt. Eg havi dagliga so nógv at gera í samband við ítrótt. Tískil havi eg ikki so nógva tíð um ‘dagin’ til vinirnar. So um náttina má eg simpulthen fara út til vinirnar, um eg skal síggja teir – og tað skal eg. Har finni eg frið í sálina – fyri meg er einki sum vinirnir.

Eg búgvi ikki saman við pápa mínum, men hann býr ikki so langt burturi, so eg vitji hann javnan. Eg havi so stóra respekt fyri pápa mínum, at eg vil ikki hava, at hann skal vita NAKAÐ um, hvussu ringur perónur eg viðhvørt kann vera. Eg veit ikki, um tit síggja tykkum aftur í hesari støðu? Eg havi í øllum førum stóra virðing fyri pápa, tí hann er tann, eg síggi upp til. Við hvørt, tá mamma og eg skeldast, brokkar hon seg um mítt forhold til pápa mín. Eg vil ikki hava, at mamma mín blandar seg í mítt forhold til pápa mín – eg vil øgiliga gjarna hava mammu til at skrubba av helviti til, fyri at siga tað milt. Hon skal ikki fucka forholdið millum meg og pápa mín upp, orsaka av at hon og eg skeldast.

Nú veit eg ikki hvat meir, eg skal skriva……

Drongur, 15 ár

Eg skar meg

Eg skar meg, tá eg var einsamøll. Frá eg var 11, til eg var 14 ár, búði eg í Danmark saman við mammu og 4 beiggjum. Mamma og babba vóru skild. Tey søgdu altíð við meg, at eg var so røsk, tí eg hjálpti mammu so væl við øllum. Eg tók synd í henni, tí hon mátti stríðast og arbeiða so nógv. Tá eg onkuntíð var einsamøll og einki hevði at gera, føldi eg longsulin eftir babba og familjuni og vinunum í Føroyum. Eg byrjaði at hugsa meira og meira um tað, sum var hent, tá mamma og babba blivu skild.

Sjálvt um eg hevði vinir og mammu og beiggjar í Danmark, so føldi eg meg ótrúliga einsamalla. Hetta einsemið føldist sum ein stórur kaldur knútur í búkinum, tá eg sat einsamøll inni í mínum kamari, og eingin annar var heima. Tá skar eg meg fyri fyrstu ferð í armin. Pínan í búkinum minkaði, meðan eg skar og var upptikin av blóðinum. Fyrstu ferð, eg skar meg, var tað ikki so ógvisligt, og eg bløddi bara eitt sindur. Aftaná hevði eg tað enn verri enn áðrenn. Hetta var eitt loyndarmál, sum eg vildi hava fyri meg sjálva. Vit fluttu til Føroyar, tá eg var næstan 15 ár. Tað var ein lætti fyri meg at vera saman við babba og familjuni og vinum aftur. Knúturin í búkinum er farin, men allir trupulleikar eru ikki burtur. Eg havi trupulleikar sum øll onnur ung. Hjartasorg og aðrir trupulleikar kunnu ávirka meg so, at eg hugsi um at skera meg, men nú bara hugsi eg tað, men geri tað ikki.

Eg eri blivin eldri og tosi við mammu um tað, sum eg eri kedd um. Mamma fær ikki alt at vita, og tá tosi eg við góðar vinkonur. Tað hjálpir.

Kvinna 18 ár

Mamma er alkoholikari

Eg havi eina mammu, sum er alkoholikari, og eg havi havt tað ringt við tí. Men nú búgvi eg hjá pápa mínum. Hann hevur fingið eina konu – eg kalli hana ikki mamma, men eg uppfati hana sum mammu mína. Eg haldi, at tað hevði verið ringt, um eg hevði búð hjá mammu míni nú, tí eg hevði tað ikki so gott, tá ið mamma mín drakk. Eg eigi ein beiggja, sum býr hjá mammu míni, men hann er so ofta hjá ommu okkara, hvis tað hendir, tað at mamma drekkur. Eg og systkini hjá mær eru kedd av, at mamma drekkur, og tí eru vit ikki ofta hjá mammu okkara.

Men vit hava tað gott her. Tað, sum er so ringt, tá ið mamma drekkur, er, at vit ikki kundu klára okkum sjálvi. Eg havi tað ikki so gott, tá ið eg tonki uppá tað, sum vit upplivdu, tá mamma drakk. Mamma bara svav og eingin dugdi at gera mat. Heldur eingin kundi skifta blæðuna hjá líttla beiggja okkara. Hann fekk bara ilt í rumpuna, tá man ikki kundi skifta honum, so tað var synd í honum – og í okkum. Vit máttu bara eta bomm, men tað fingu vit nokk av. Vit vildu hava døgurða, men tað kundu vit ikki, tá ið mamma bara svav og svav. Og onkuntíð tonkti eg, at mamma hevur gjørt tað við vilja. Eg helt kanska, hon bara tonkti ‘áh býtt at børnini eru her hjá mær, og hvat so um tey ikki kunnu klára seg sjálvi,’ Men tað er ikki tí, hon drakk seg fulla og svav – tað ger hon, tí at hon er sjúk. Hon kann ikki gera við tí.

Genta, 11 ár

Eg leyg! Um vinir og skyld foreldur

Eg eri ein 14 ára gomul genta og foreldur míni eru skyld! – eg havi tað ikki ringt av tí ! Nú búgvi eg í Danmark saman við mammu míni og mínum syskjum. Eg havi búð her í 3 ár nú og her havi eg nógvar vinir! Ein dagin spurdi ein genta meg, um eg tímdi heim til hana aftaná skúlatíð. Men eg tímdi ikki! Vit høvdu p-fag tann dagin og vit hava valt tað sama fakið, so spurdi hon meg um eg tímdi heim til hana og eg tímdi ikki, so eg leyg! Eg segði, at eg skuldi i teatur og tí ikki kundi koma heim til hennara. Hon segði ‘OK’ og góðtók mína frágreiðing og fór kedd avstað. Eg føldi meg eitt sindur illa, men eg hugsaði bara: ‘Eg leyg fyri eina góða grund, tí vit báðar hava slettis ikke sama smag, hon er nógv meira babyslig!…’ Eina viku seinni spurdi hon meg aftur – og tá leyg eg aftur! Men so helt eg kortini, at tað var so synd í henni – so eg segði, at eg kundi fylgjast við henni dagin eftir. So í morgin fari eg heim til hennara! Grundin til at eg ikki tími so ofta heim til nakran, er at eg akrasum føli, at eg noyðist at passa uppá mammu mína og míni systkin,  men nú havi eg avgjørt, at eg fari at prøva at fylgjast meir við øðrum!

Genta, 14 ár

Mist bæði míni foreldur

Eg havi havt ein ræðuliga ringan barndóm. Eg havi mist bæði foreldrini hjá mær. Misti pápa mín, tá eg var 6 ár og mammu mína, tá eg var 9 ár:(  So tað hevur verið ræðuliga tungt fyri meg. Hevði ongi foreldur við til mína konfirmatión og fari ongi at hava, nú tá eg verið liðug í 10.:( Eg havi fingið nógv hjálp, bæði frá sálarfrøðingi, lærara o.s.fr. Eg havi eisini gingið til sorgarbólk saman við øðrum ungum, sum eru í somu støðu sum eg – tó var ongin har, ið hevði mist bæði foreldrini… Eingin kann ikki seta seg í somu støðu sum eg, eingin kann ikki ímynda sær hvussu tað er at missa bæði foreldrini – kanska eitt – men ikki bæði… Sjálvandi væntar eingin at tey fara at missa foreldrini, tá ein er so ungur – men tað kann henda hjá øllum, tíverri…

Genta 16