Happing
Hvat er happing?
Happing er eitt sosialt fyribrygdi. Tað vil siga, at tá ið happað verður, sleppur ein ikki at vera við í felagsskapinum og eitt skifti følir seg forfylgdan ella útihýstan. Happing er ágangur, ið kann vera kropligur, sosialur, sjónliga og ósjónliga. Happing kann hava við sær, at tú sum menniskja mennist ikki. Sum menniskju hava vit ein grundleggjandi tørv á at hoyra til og ræðast tí at vera hildin uttanfyri felagsskapin.
Ynskir tú onkran at tosa við kanst tú venda tær til Tú & Eg Ráðgevingina – her eru vaksin, ið tú kanst tosa við.
Exbus (Exploring Bullying in Schools)-granskingin vísir, at flokkar í skúlum og floksmentanin hava stóra ávirkan á avleiðingarnar av happing. Og tað vísir seg nágreiniliga, at jú verri floksmentanin er, jú meiri happing er í flokkinum. Meira vitan um hesa gransking fæst her.
Kelda: www.maryfonden.dk
Happing kann vísast upp á nógvar mátar:
- Happing er, tá ið tú í eina tíð følir teg forfylgdan ella útihýstan av felagsskapinum, vinum, floksfeløgum ella øðrum.
- Happing kann fara fram á ymsan hátt: andlit til andlits, kropsliga, við fartelefon, Alneti og kjatti. Happing kann vera beinleiðis og sjónlig ella óbeinleiðis og fjald.
Sjónlig happing
Happing er sjónlig tá:
- Tú verður sligin, skumpað/ur ella gjørd/ur vát/ur
- Tingini hjá tær verða oyðiløgd ella stolin.
- Tú verður hótt/ur við harðskapi ella onkrum øðrum keðiligum.
- Tú fært speiskar viðmerkingar um útsjónd, lukt, familju ella okkurt annað.
- Hini tosa ófólkaliga við teg.
- Hini lúgva og slatra um teg.
- Onkur ger tær ónáðir, og tá ið tú roynir at verja ella hevna teg, fara tey eftir teimum vaksnu, og tú endar við at fáa alla skyldina.
- Tú verður hildin uttanfyri og sleppur ikki at vera við, tá ið hini hugna sær saman.
- Tú verður kallað/ur við óreinum eyknevnum, og tá ið tú sigur okkurt, rulla onnur við eygunum ella gálva.
Ósjónlig happing
Happing kann eisini vera ósjónlig og óbeinleiðis.
- Um tú ongantíð verður boðin við, tá ið hini gera okkurt saman.
- Um eingin kemur við, tá ið tú t.d. bjóðar í føðingardag.
- Tá ið hini láta, sum um tey ikki síggja og hoyra teg.
- Tá ið hini ikki svara spurningunum, sum tú setir ella ikki spyrja teg um nakað.
Kanska ivast tú enntá í, um tað, sum fer fram, veruliga er happing. Hetta er nakað, sum tú følir, og tú veitst, hvar markið gongur. Tann ósjónliga happingin er torfør at seta orð á – men hon er líka skaðilig sum tann sjónliga happingin. Onnur, sum ikki eru partur av felgasskapinum, síggja ofta ikki ósjónliga/óbeinleiðis happing.
Tú kanst lesa meira um, hvat happing er, hvat happing ikki er, og um hvussu happing kann fyribyrjgast. Hetta við at lesa um verkætlanina hjá Barnabata, sum eitur Betri vinir, her.
Happing á netinum
Happing hevur verið mett sum nakað, ið ofta hendir í skúlum, men síðan alnetið er komið, vera teldur og fartelefonir brúktar til at happa við. Tað kann hava við sær, at tann, ið verður happaður, følir tað verri enn frammanundan.
Munurin á happing í skúla og á netinum:
- Tann, ið verður happaður, fær aldrin frið. Hann kann møguliga vera happaður, meðan hann liggur í songini.
- Boðini, ið eru brúkt til at happað við, kunnu verða deild skjótt, og tí kunnu nógv fólk síggja boðini.
- Tað er ikki altíð lætt at finna útav, hvør tað er, sum happar, tí at viðkomandi kann hava eina kontu, har tað ikki ber til at síggja, hvør tað er.
- Vaksin hava ilt við at síggja happing á netintum, og tí kann tað vera torført hjá tí, ið verður happaður, at fáa hjálp.
Dømir um happing á netinum:
Flóvisligar myndir
Ein mynd kann vera løgd út av tær á netið, sum tú ikki hevur givið loyvi til at leggja út. Hetta kann t.d. vera ein mynd, sum verður løgd út á Snapchat. Tá ið ein mynd er løgd út á netið, kann tað vera ringt at strika myndina aftur. Hjá tær, sum er á myndini, kann tað vera ringt at vera á einari mynd, sum tú ikki hevur givið loyvi til at leggja út, og vera vístur soleiðis, sum tær ikki dámar. Tað eru tíverri mong dømi um, at myndir og filmar verða løgd út av børnum, sum barnið ikki hevur givið loyvi til. Sambært lóg er tað ólógligt at leggja mynd út á netið uttan at hava fingið loyvi frá tí, sum myndin er tikin av. Vilt tú vilt lesa meira um hetta, so hyg her:
Hatiboð og hatibólkar á netinum
Tá ið vit skriva á netinum, er lætt at skriva viðmerkingar, ið kunnu særa onnur. Ein trupulleiki á netinum er, at tað kann vera lætt at misskilja hvønn annan á netinum, tá ið tú ikki sært tann, sum tú samskiftir við, tí at tú sært ikki, hvat tann persónurin meinar við í kropsmálið o.ø. Tá ið happað verður á netinum, kann tann happaði fáa nógv keðilig boð eftir einum degi.
Av og á er álvari í hesum boðum, har børn gera bólkar á sosialum miðlum. Hetta kann t.d. vera, at ein bólkur verður skipaður, sum sigur: ”Øll, sum halda, at Silja er býtt”, og so kunnu børnini dáma hesa síðuna. Ella at ein bólkur verður gjørdur á Snapchat, har tey senda ljótar myndir av ”Silju” ímillum sín. Tá ið børnini dáma bólkin ella senda eina mynd, er skjótt at senda/dáma, men hjá Silju, ið er tann happaða, kann tað taka nógv ár at koma fyri seg aftur.
Hugsa teg um, áðrenn tú sendir eina mynd víðari og hugsa um, at hetta kann særa onkran annan.
Útihýsan á netinum
Útihýsan kann eisini henda á netinum. Hetta kann t.d. gerast við, at ein verður strikaður av vinalistanum hjá fleiri í einum bólki, ella at ein ikki sleppur við í ein bólk á Snapchat, sum bólkurin hevur stovnað, og soleiðis verður úthýstur. Tað kann vera ógvuliga svárt at verða útihýstur á sosialum miðlum.
Kelda: www.redbarnet.dk
Les meira um happing og hvussu tú ert á netinum her.
Avleiðingar av happing
Tá ið tú verður happað/ur kanst tú fáa ymisk sjúkueyðkenni orsakað av happing. Hesi eyðkenni kunnu byrja við, at tú roynir at skúgva happingina til viks. Happing minnir um strongd, har tú fært kensluna av at missa tamarhaldið á tær sjálvum. Tú kanst fáa eitt neiligt tankamynstur og følir einsemi, tú kanst eisini fáa lítið sjálvsálit og lítla sjálvsvirðing. Hetta kann hava við sær sjálvskaðiliga atferð.
Øll, sum eru í einum felagsskapi við happing, kunnu fáa svøvntrupulleikar av óttanum fyri morgindegnum. Tú kanst blíva kedd/ur, fáa trupulleikar at savna tankar, hava ilt við at síggja meiningina við tí heila og missa hugin at gera nakað við tað. Hetta kann t.d. føra til angist, tunglyndi og í ringasta føri sjálvmorð.
Soleiðis kanst tú vera við til at steðga happing
Er tað onkur, sum eingi vinfólk hevur?
Er tað onkur, ið ikki verður tikin við, tá ið hini í flokkinum spæla ella hugna sær saman?
Um happing er í tínum flokki, verða øll ávirkað av tí – eisini tú.
Tað kann vera, at tú ikki happar nakran beinleiðis – men kanska gert tú heldur einki fyri at steðga happing.
Torir tú at blanda teg uppí?
Blandar tú teg ikki uppí, tá ið onkur verður happað/ur, tí tú ikki hevur hug at verða vinfólk við tann, sum verður happað/ur?
Tað er í lagi, at tú ikki ert besti vinur við øll – men kortini hevur tann, ið verður happað/ur rætt til at fáa frið og verða vird/ur.
Tí eigur tú at royna at hjálpa tí happaða.
Torir tú ikki at blanda teg uppí, tí tú er bangin fyri, at tú eisini verður happað/ur?
Tá ið happing er, er altíð eitt offur – og tað kundi verið tú.
Tað er einki løgið, at tú ræðist tað. Men happing er bara, um felagsskapurin góðtekur tað – tí eigur tú at verða ein partur av loysnini heldur enn at góðtaka at vera í einum umhvørvi, har happing er.
Tú kanst hjálpa
Heldur tú ikki, at tú kanst gera nakað fyri at steðga happingini – tú kanst helst ikki gera tað einsamallur, men broytingin kann byrja við tær!
- Tú kanst blanda teg uppí, um onkur verður happaður.
- Tú kanst biðja happaran gevast.
- Tú kanst troysta tann, ið verður happað/ur
- Tú kanst bjóða tí, sum verður hildin uttanfyri, við, um tit fara onkustaðni
- Heldur tú føðingardag ella okkurt annað heima, so syrg fyri, at øll sleppa við.
- Far í føðingardagar og annað, sum tann happaða/i bjóðar tær til – eisini um eingin annar fer.
Tað krevur dirvi og styrki at seta seg upp ímóti happing.Tað krevur, at tú roynir at finna tína innaru hetju fram.
Vit kunnu øll verða hetjur, og roynir tú at steðga happing og verja tann, ið verður happað/ur, ert tú ein hetja í gerandisdegnum.
Onnur kunnu eisini hjálpa
Tað eru fleiri, ið kunnu hjálpa tær at steðga happingini.
Tú kanst tosa við tíni vinfólk, sum heldur ikki happa, um happingina.
Tað kann vera, at tit kunnu gera okkurt saman fyri at steðga happingini.
Tit kunnu hjálpa hvør øðrum at verja tann, ið verður happað/ur.
Tú kanst fortelja um happingina við hús og biðja foreldur tíni tosa við læraran ella skúlan.
Tú kanst eisini sjálv/ur tosa við læraran hjá tykkum og biðja hann/hana hjálpa tær at steðga happingini.
Tú kanst eisini venda tær til Tú & Eg Ráðgevingina – her eru vaksin, ið tú kanst tosa við, og sum kanska kunnu hjálpa tær:
Kelda: Vis mod- Maryfonden. www.dr.dk/ultra
Ver ein góður vinur og sig frá !