Hjúnaskilnaður

Eru mamma og pápi tín farin hvør til sítt? Ella skulu foreldur tíni skiljast?

Her kanst tú lesa um onnur børn og ung, hvørs foreldur eru skild. Tú kanst fáa góð ráð og lesa um, hvørji rættindi tú hevur. 

Um foreldur tíni skulu skiljast, hevur tú eisini rætt til at vera við at avgera, hvar tú skalt búgva í framtíðini. Um tú ikki vilt velja, so hevur tú eisini rætt til at siga tað.

Tú kanst eisini siga, at tú vilt royna ymsar loysnir og vita, hvat riggar best hjá tær.

Tú kanst lesa meira um tíni rættindi í barnarættindasáttmálanum.

2

Leingist tær, kann tað hjálpa, um tú:

  • Hyggur at myndum av mammu og pápa tínum.
  • Ringir til tann, ið tær leingist eftir, og prátar.
  • Støkkur inn á gólvið hjá mammu ella pápa tínum, um tað er í lagi.
  • Gert okkurt, ið fær teg í gott lag, sum t.d. at lurta eftir tónleiki, sparka fótbólt ella vera saman við vinum tínum. 
3

Bið foreldrini tosa pent við hvørt annað og um hvørt annað.

Um foreldrini tosa ljótt um hvørt annað, kanst tú siga, at tað harmar teg, tá ið tey tosa ljótt, og at tú fegin vilt hava, at tey gevast við tí.

Tú kanst eisini vísa foreldrum tínum, at tú ikki tímir at hoyra tað við at halda fyri oyruni, ella fara inn á kamarið og seta tónleik frá. Tú kanst eisini fara heim til ein vin.

4

Tosa við onkran um hjúnaskilnaðin. 

Ert tú kedd/ur, so er tað eitt gott hugskot at tosa við onkran um tað. Rættiliga nógv vita, hvussu tað er at eiga foreldur, ið eru skild. 

Tú kanst t.d. fortelja onkrum, ið tú følir teg trygga/n við, at foreldur tíni eru skild, og at tú ert sera kedd/ur um tað, og at tað hevði verið gott at tosa um tað.

Heldur tú, at tað er ringt at tosa um tað, so kanst tú í staðin skriva teimum eitt bræv. 

5

Ikki geva tær sjálvari/sjálvum skyldina.

Hevur tú hugsað um, at tú kundi borið teg øðrvísi at, ella at tú kundi havt verið fittari, so at foreldur tíni framvegis vóru saman?

Minst til, at ein hjúnaskilnaður altíð er ein avgerð, sum tey vaksnu taka, og sum tú ikki hevði kunnað broytt. 

Tosa við foreldur tíni, um tú heldur, at tað er tín skyld. Tey kunnu hjálpa tær at skilja, at hjúnaskilnaður teirra ikki snýr seg um teg. 

Í brævkassanum hjá Tú & Eg Ráðgevingini kanst tú leita eftir spurningum um t.d. hjúnaskilnað. Tú finnur brævkassan her.