Kynsligur ágangur
Hvat er kynsligur ágangur?
Kynsligur ágangur er tá onkur – vaksin ella børn, tvinga, hótta, noyða, lokka ella lumpa børn at gera okkurt kynsligt við tey ella fær teg at gera tað sama við seg.
Kynsligur ágangur kann eisini henda á alnetinum ella á fartelefonini. Kanska onkur fær at hyggja eftir myndum ella filmum av øðrum, meðan tey gera okkurt kynsligt saman.
Hvat er neyðtøka ?
Neyðtøka er tá onkur – vaksin ella børn, tvinga, hótta, noyða, lokka ella lumpa teg at hava kynsligt samband – oftast samlegu – móti tínum vilja.
Um tú ert neyðtikin…
Um tú ert neyðtikin, skalt tú skjótast gjørligt fara á skaðastovu ella venda tær til løgregluna! Á skaðastovuni kunnu tey hjálpa tær! Tey kunnu eisini vegleiða teg og hjálpa tær at melda neyðtøkuna til løgregluna. Um neyðtøkan júst er hend – far so beint á skaðastovuna. IKKI vaska tær áðrenn tú fert! (Tað kann vera umráðandi, at tú ikki vaskar møgulig prógv um neyðtøkuna burtur!) Ivast tú í, hvat tú skalt gera, ella vilt tú hava onkran at tosa við, kanst tú altíð venda tær til Tú & Eg Ráðgevingina. Har kanst tú tosa ella skriva til vaksin, ið kunnu lurta, ráðgeva og hjálpa tær.
Sig frá
Hevur onkur noytt teg at gera kynsligar handlingar móti tínum vilja? At hava samlegu ella fleyga tær sjálvum ella øðrum, tí onkur hevur noytt teg at gera tað? Kanska var tað ein tú kendi. Ella kanska var tað nakað tú upplivdi fyri fleiri árum síðan, tá tú vart lítil ?
Kynsligar handlingar skulu bara gerast, tá ið báðir partarnir vilja tað. Líka mikið um tit hava fjasast, mussast ella havt samlegu fyrr, er tað kynsligur ágangur, tá tvingsil er uppií. Tað er lov at broyta meining, og um tað ikki verður lurtað, tá tú sigur nei, er tað ágangur. Flest øll vera fyri kynsligum ágangi av einum tey kenna. Tað er ein myta at neyðtøka bara verður framd av einum fremmandum manni, aftan fyri einum træði í eini viðarlund ella í einari myrkari inngongd.
Hjá nógvum gongur long tíð, viðhvørt ár, áðrenn orðið neyðtøka ella kynsligur ágangur verður brúkt um tað tey sjálvi hava upplivað.
Tað er ikki altíð lætt at síggja og skilja støðuna, tá tú ert mitt í henni. Nógv tíð fer, við at hugsa um tað, sum hendi veruliga var neyðtøka ella annar kynsligur ágangur. Fyri summi tekur tað langa tíð, kanska ár, áðrenn orðið neyðtøka ella kynsligur ágangur verður brúkt um tað, tey sjálvi hava upplivað. Sjálvt um tú ert í iva um tað, sum tú hevur upplivað, var ágangur, og sjálvt um tað er langt síðan tað hendi, kanst tú fáa hjálp. Set teg í samband við kommunulæknan, Tú og eg ráðgevingina hjá Barnabata, ella løgregluna, fyri at fáa hjálp til at skilja tað, sum hendi og reaktiónirnar tú hevur/hevði, viðgera upplivingina/r og finna útav um tú ynskir at melda kynsliga ágangin til løgregluna.
Fremur nakar kynsligan ágang móti tær, er fyrsta stigið, at tú sigur frá, so tú kanst fáa hjálp.
Ágangurin kann – og skal – steðgast! Hjá summum kann tað vera torført at siga frá …
- Kanska stúrir tú fyri, hvat kann henda við tær sjálvum ella familju tíni, um tú sigur frá.
- Kanska veitst tú ikki, hvønn tú skalt tosa við um ágangin
- Kanska stúrir tú fyri, at eingin fer at trúgva tær, um tú sigur, hvat er hent.
- Kanska ivast tú í, um tú sjálv/ur hevur ein part av skyldini av tí, sum er hent
Tú hevur ongantíð skyldina av tí, sum er hent!
Tú hevur brúk fyri hjálp – og hjálp er at fáa!
Fyrsta stigið er, at tú tosar við ein vaksnan, sum tú hevur álit á.
Heldur tú ikki, at tú kanst tosa við foreldrini hjá tær, so kanst tú kanska tosa við eina gummu, ein lærara ella onkran annan vaksnan, sum tú kennir.
Tíverri uppliva nøkur fá børn, at tann vaksni, tey tosa við, ikki trýr teimum, ella einki ger fyri at steðga áganginum. Ert tú fyri slíkum, skalt tú fara víðari til ein annan vaksnan, sum tú hevur álit á. Gev ikki upp – hvørki tú ella nakað annað barn eiga at vera fyri kynsligum ágangi!
Kennir tú onkran, ið hevur verið fyri kynsligum ágangi?
Hevur tú illgruna um, at ein vinkona ella ein vinmaður tín er fyri kynsligum ágangi, so er umráðandi, at tey fáa hjálp.
- Tú mást stuðla vini tínum í at fáa hjálp!
- Tú mást fáa vinin, ið er fyri áganginum, at tosa við ein vaksnan, sum kann hjálpa, soleiðis at ágangurin verður steðgaður.
- Tað kann vera ógvuliga torført hjá tí, sum er fyri áganginum, at fortelja tað fyri nøkrum og kanska serliga fyri einum vaksnum.
Hevur vinurin ikki hug at fortelja einum vaksnum um ágangin, kanst tú t.d. bjóða tær til at koma við teimum at tosa við ein vaksnan, sum tit hava álit á, t.d. skúlasjúkrarøktarfrøðingin, ein lærara ella foreldrini hjá tær.
Tað er ikki vist, at tann, ið hevur verið fyri áganginum, klárar ella torir at siga frá, soleiðis at ágangurin steðgar. So mást tú útvega teimum hjálp, tú mást siga tað fyri einum vaksnum, ið kann steðga áganginum. Sig tað fyri tínum foreldrum ella onkrum øðrum vaksnum, tú hevur álit á. Sjálvt um tú kanska hevur lovað vininum ikki at fortelja nøkrum tað, sum er hent, so skalt tú kortini at gera tað. Tú skalt ikki dylja teirra loyndarmál, tað er ikki gott fyri teg, og samstundis er tað eisini meiri umráðandi, at vinurin fær hjálp, enn at tú heldur títt lyfti!
Ivast tú í, hvat tú skalt gera, kanst tú altíð venda tær til Tú & Eg Ráðgevingina. Har kanst tú tosa ella skriva til vaksin, ið kunnu lurta, ráðgeva og hjálpa tær.
Hvørji árin kann kynsligur ágangur hava?
Vit eru øll ymisk, og tí er ymist, hvussu tað ávirkar okkum, um vit uppliva kynsligan ágang.
Um tú upplivir kynsligan ágang, kanst tú fáa kensluna av:
- At tað kennist ikki rætt inni í tær.
- At tú skammast, og at tað er tín skyld.
- At tú hevur eitt loyndarmál, sum tú ert kedd/ur um.
- At okkurt av tí, sum hendi, kendist gott, og tú hevur ringa samvitsku av tí.
- Tað er ALTÍÐ tann vaksni, ið fremur ágangin, sum hevur ábyrgdina og ger nakað ólógligt, tá ið kynsligur ágangur er. Tað er ongantíð tann ungi ella barnið, ið hevur skyldina.
- Kynsligur ágangur kann ávirka teg fyri lívið.
- Tað kann vera trupult hjá tær at hava álit á øðrum menniskjum.
- Tað kann vera trupult hjá tær at hava eitt vanligt kynslív, tá ið tú verður vaksin.
- Kanska følir tú, at tú altíð noyðist at bera tað tyngjandi loyndarmálið um kynsliga ágangin inni í tær.
Tín kroppur er tín egni, og eingin hevur loyvi at gera seg inn á teg, hvørki kynsliga ella við øðrum harðskapi!
Tí er sera umráðandi, at ágangurin verður steðgað sum skjótast!
Minst til – tað er ongantíð tín skyld. Øll vaksin vita at hetta ikki er lov !!!