Kynsligur ágangur

Fremur nakar kynsligan ágang ímóti tær, er fyrsta stigið, at tú sigur frá, so tú kanst fáa hjálp.

Ágangurin kann – og skal – steðgast! Hjá summum kann tað vera torført at siga frá …

  • Kanska stúrir tú fyri, hvat kann henda við tær sjálvum ella familju tíni, um tú sigur frá.
  • Kanska veitst tú ikki, hvønn tú skalt tosa við um ágangin
  • Kanska stúrir tú fyri, at eingin fer at trúgva tær, um tú sigur, hvat er hent.
  • Kanska ivast tú í, um tú sjálv/ur hevur ein part av skyldini av tí, sum er hent

Tú hevur ongantíð skyldina av tí, sum er hent!

Tú hevur brúk fyri hjálp – og hjálp er at fáa!

Fyrsta stigið er, at tú tosar við ein vaksnan, sum tú hevur álit á.

Heldur tú ikki, at tú kanst tosa við foreldrini hjá tær, so kanst tú kanska tosa við eina gummu, ein lærara ella onkran annan vaksnan, sum tú kennir.

Tíverri uppliva nøkur fá børn, at tann vaksni, tey tosa við, ikki trýr teimum, ella einki ger fyri at steðga áganginum. Ert tú fyri slíkum, skalt tú fara víðari til ein annan vaksnan, sum tú hevur álit á. Gev ikki upp – hvørki tú ella nakað annað barn eiga at vera fyri ágangi ella blóðskemd!

Tú kanst altíð venda tær til Tú og Eg Ráðgevingina. Har kanst tú tosa ella skriva til vaksin, ið kunnu lurta, ráðgeva og hjálpa tær.

Kennir tú onkran, ið hevur verið fyri kynsligum ágangi?
Hevur tú illgruna um, at ein vinkona ella ein vinmaður tín er fyri kynsligum ágangi, so er umráðandi, at tey fáa hjálp.

  • Tú mást stuðla vini tínum í at fáa hjálp!
  • Tú mást fáa vinin, ið er fyri áganginum, at tosa við ein vaksnan, sum kann hjálpa, soleiðis at ágangurin verður steðgaður.
  • Tað kann vera ógvuliga torført hjá tí, sum er fyri áganginum, at fortelja tað fyri nøkrum og kanska serliga fyri einum vaksnum.

Hevur vinurin ikki hug at fortelja einum vaksnum um ágangin, kanst tú t.d. bjóða tær til at koma við teimum at tosa við ein vaksnan, sum tit hava álit á, t.d. skúlasjúkrarøktarfrøðingin, ein lærara ella foreldrini hjá tær.

Tað er ikki vist, at tann, ið hevur verið fyri áganginum, klárar ella torir at siga frá, soleiðis at ágangurin steðgar. So mást tú útvega teimum hjálp, tú mást siga tað fyri einum vaksnum, ið kann steðga áganginum. Sig tað fyri tínum foreldrum ella onkrum øðrum vaksnum, tú hevur álit á. Sjálvt um tú kanska hevur lovað vininum ikki at fortelja nøkrum tað, sum er hent, so skalt tú kortini at gera tað. Tú skalt ikki dylja teirra loyndarmál, tað er ikki gott fyri teg, og samstundis er tað eisini meiri umráðandi, at vinurin fær hjálp, enn at tú heldur títt lyfti!

Ivast tú í, hvat tú skalt gera, kanst tú altíð venda tær til Tú & Eg Ráðgevingina. Har kanst tú tosa ella skriva til vaksin, ið kunnu lurta, ráðgeva og hjálpa tær.

Neyðtøka og tvingsil
Neyðtøka, tað er, tá ið ein hóttir ella noyðir teg at hava kynsligt samband – oftast samlegu – ímóti tínum vilja. Tann, sum neyðtekur, kann antin vera vaksin, javngamal við teg ella yngri enn tú.

Nær er talan um neyðtøku?
Nógv halda, at neyðtøka oftast er, tá ið ein fremmandur knappliga ger seg inn á teg, t.d. tá ið tú gongur á einari myrkari gøtu seint á kvøldi. Tað kann henda, tað er sjáldan. Í flestu neyðtøkum kennast partarnir væl frammanundan. Talan kann eisini vera um ein, tú hevur verið saman við fyrr. Tað er líkamikið, um tú hevur mussast ella kelast við einum áðrenn  – um tú verður noydd/ur at fara saman við einum ímóti tínum vilja – so er tað neyðtøka! (Orðatakið “hevur tú sagt A, so mást tú eisini siga B” er IKKI galdandi í kynslívinum!

Tú hevur altíð rætt at siga ‘STEÐGA!‘, tá ið tú ikki vilt meira!

Summi halda, at ein neyðtøka ber í sær, at tú verður sligin ella bukað/ur ella upp á annan máta ert fyri kropsligum harðskapi. So er ikki altíð. Tað er eisini neyðtøka, um tú verður hótt/ur ella følir teg so hóttan, at tú ikki torir at muta ímóti. Vanligast er, at gentur/kvinnur verða neyðtiknar, men dreingir/menn kunnu eisini vera fyri neyðtøku. Tað er líka ólógligt at neyðtaka gentur/kvinnur og dreingir/menn! Nógvar neyðtøkur verða ikki meldaðar til løgregluna. Ofta skammast tann neyðtikna/i at siga frá, hvat er hent. Viðhvørt ivast mann í, um man sjálvur hevur ein part av skyldini. Eitt nú kann ein genta, ið fyrst hevur mussast við einum dreingi – sum seinni neyðtekur hana – halda, at hon sjálv hevur ein part av skyldini. Tað er IKKI rætt!

Eingin hevur loyvi at gera seg inn á teg kynsliga, og eingin hevur loyvi at hótta teg til at gera nakað kynsligt ímóti tínum vilja!

Um tú ert neyðtikin …
Um tú ert neyðtikin, skalt tú skjótast gjørligt fara á skaðastovu ella venda tær til løgregluna! Á skaðastovuni kunnu tey hjálpa tær! Tey kunnu eisini vegleiða teg og hjálpa tær at melda neyðtøkuna til løgregluna. Um neyðtøkan júst er hend – far so beint á skaðastovuna. IKKI vaska tær, áðrenn tú fert! (Tað kann vera umráðandi, at tú ikki vaskar møgulig prógv um neyðtøkuna burtur!) Ivast tú í, hvat tú skal gera, ella vilt tú hava onkran at tosa við, kanst altíð venda tær til Tú & Eg Ráðgevingina. Har kanst tú tosa ella skriva til vaksin, ið kunnu lurta, ráðgeva og hjálpa tær.

Blóðskemd/Incest
Blóðskemd er tað sama sum kynsligur ágangur – hygg omanfyri! Tá ið tann, ið fremur kynsligan ágang, er í familju við barnið ella tann unga, kallast tað blóðskemd.

Vanligt kropsligt samband, so sum at klemma, mussa á kjálkan og kína er sjálvandi ikki blóðskemd. Eins og annar kynsligur ágangur er blóðskemd ólógligt – og skal og kann steðgast!

Hevur tú verið fyri blóðskemd, kann tað vera torført at tosa við ein vaksnan í familjuni. Tá kann vera lættari at tosa við onkran, sum ikki er skyldfólk, t.d. foreldrini hjá einum vini, ein skúlasjúkrarøktarfrøðing ella onkran annan vaksnan, tú hevur álit á. Lærarar, námsfrøðingar, læknar, skúlasjúkrarøktarfrøðingar og onnur, ið hava við børn at gera, hava skyldu til at hjálpa tær, so tey kanst tú trygt tosa við.

Hvørji árin kann kynsligur ágangur hava?
Vit eru øll ymisk, og tí er ymist, hvussu tað ávirkar okkum, um vit uppliva kynsligan ágang.

Um tú upplivir kynsligan ágang, kanst tú fáa kensluna av:

  • At tað kennist ikki rætt inni í tær.
  • At tú skammast, og at tað er tín skyld.
  • At tú hevur eitt loyndarmál, sum tú ert kedd/ur um.
  • At okkurt av tí, sum hendi, kendist gott, og tú hevur ringa samvitsku av tí.
  • Tað er ALTÍÐ tann vaksni, ið fremur ágangin, sum hevur ábyrgdina og ger nakað ólógligt, tá ið kynsligur ágangur er. Tað er ongantíð tann ungi ella barnið, ið hevur skyldina, tá ið kynsligur ágangur er.
  • Kynsligur ágangur kann ávirka teg fyri lívið.
  • Tað kann vera trupult hjá tær at hava álit á øðrum menniskjum.
  • Tað kann vera trupult hjá tær at hava eitt vanligt kynslív, tá ið tú verður vaksin.
  • Kanska følir tú, at tú altíð noyðist at bera tað tyngjandi loyndarmálið um kynsliga ágangin inni í tær.

Tín kroppur er tín egni, og eingin hevur loyvi at gera seg inn á teg, hvørki kynsliga ella við øðrum harðskapi!

Tí er sera umráðandi, at ágangurin/blóðskemdin verður steðgað sum skjótast!

SIG FRÁ
Fremur nakar kynsligan ágang ímóti tær, er fyrsta stigið, at tú sigur frá, so tú kanst fáa hjálp.

Ágangurin kann – og skal – steðgast! Hjá summum kann tað vera torført at siga frá.

  • Kanska stúrir tú fyri, hvat kann henda við tær ella familju tíni, um tú sigur frá.
  • Kanska veitst tú ikki, hvønn tú skalt tosa við um ágangin.
  • Kanska stúrir tú fyri, at eingin fer at trúgva tær, um tú sigur, hvat er hent.
  • Kanska ivast tú í, um tú sjálv/ur hevur ein part av skyldini av tí, sum er hent.

Tú hevur ongantíð skyldina av tí, sum er hent!

Tú hevur brúk fyri hjálp, og hjálpin er at fáa!

Fyrsta stigið er, at tú tosar við ein vaksnan, sum tú hevur álit á.

Um tú ikki heldur, at tú kanst tosa við foreldrini hjá tær, so kanst tú kanska tosa við eina gummu, ein lærara ella onkran annan vaksnan, sum tú kennir.

Tíverri uppliva nøkur fá børn, at tann vaksni, tey tosa við, ikki trýr teimum ella einki ger fyri at steðga áganginum. Er soleiðis statt, skalt tú fara víðari til ein annan vaksnan, sum tú hevur álit á. Gev ikki upp, tí at hvørki tú ella nakað annað barn eiga at vera fyri ágangi ella blóðskemd!

Tú kanst altíð venda tær til Tú & Eg Ráðgevingina. Har kanst tú tosa ella skriva til vaksin, ið kunnu lurta, ráðgeva og hjálpa tær.