Mín kroppur

Sum barn í pubertetsárum leitar tú eftir, og skapar ofta tín egna samleika. Sum tíðin líður, gerst tú minni bundin at foreldrunum og kemur eisini í ein annan meira sjálvstøðuan aldur. Tú vil tekkjast vinunum, skapa tær nýgg vinarbond / vinarskarða, kan verða útsett fyri bólkatrýsið, gerast forelskað/ur o.a. Tú ert jú undir umbyggjan likamliga, sálarliga og sosialt.

Nógvar broytingar, sum henda í tannárunum, koma ofta av, at tú framleiðir meira kynshormon. Hesi árini frá tí, at dreingir eru umleið 12-13 ár og gentur eru umleið 10-11 ár, henda nógvar broytingar. Í hesum árum hendir nógv í menningini, bæði kropsliga, sálarliga, sosialt og kensluliga. Hetta eru broytingar, ið kunnu gera tannárini trupul hjá summum. Í mongun førum kunnu hesar broytingar hava bæði kropsligar og sálarligar avbjóðingar við sær. T.d. um tú fært nógvar pirrur, kann tað ávirka teg kensluliga.

Gentur

Hjá flestum gentum byrja tannárini, tá ið tær eru millum 11-16 ára gamlar. Hjá summum gentum byrjar hetta fyrri enn hjá øðrum, og tað er vanligt. Kynsbúningin hjá gentum byrjar, tá ið heilin sendir boð til kroppin um at fara at framleiða hormonið østrogen. Bringan hjá tær fer at vaksa, hár fara at vaksa undir arminum og við kynsgøgnini, og tú vaksur skjótari enn fyrr. Tú verður hægri og fer kanska eitt sindur fram, kroppurin fær meiri kvinnuligar formar. Haraftrat vaksa og búnast eggrøturnar, lívmóðir og kynsgøgn. Tú kanst eisini fáa meira útflot viðhvørt, og tað er nakað, ið kemur frá móðurskeiðini.

Menstruatión/mánasjúka:
Menstruatiónin kemur umleið 18 mánaðir til tvey ár eftir, at bringan á tær fór at vaksa. Kroppurin fær boð um at loysa eitt (ella fleiri) egg hvønn mánað. Samstundis, sum eggið loysnar, byggir lívmóðurin eitt slag av klædningi av blóði og slímhinnu. Hetta soleiðis, at um ein sáðkykna gitur eggið, so kann fostrið seta seg fast her og nýta blóði og slímhinnuna til at mennast. Vanliga verður eggið ikki gitið, og tá hevur kroppurin ikki brúk fyri blóðinum og slímhinnuna í lívmóðurini, og fer tí í gongd við at skilja tað burturfrá. Hettar er so tað, sum ger, at tú fært menstruatiónina.

Eggloysing er umleið 14 dagar, áðrenn tú fært menstruatiónina, sum varir í umleið 5-7 dagar.

At tú fært menstruatiónina vísir, at tú ert kvinna, og at tú kanst gerast við barn. Tó kanst tú eisini gerast við barn, hóast tú ikki fært menstruatiónina av og á. Les meir um mánaðrsjúku og fá nøkur góð ráð frá apotekinum her.

Hevur tú ikki fingið menstruatiónina, tá ið tú ert 16-17 ár, so skalt tú tosa við foreldur tíni, heilsufrøðing ella lækna.

Broytingar í kroppinum:
Bróstini vaksa ofta ymist, tað kann følast, sum annað bróstið er størri enn hitt. Tá ið bróstini eru liðug at mennast, eru bæði líka stór.

Bað oftari enn fyrr
Tá ið tú ert í tannárunum, fer kroppurin at framleiða meira sveitta, og tú fert at lukta meira av sveitta. Húðin og hárið verða meiri feittut, og pirrur er nakað, ið vanliga kemur. Nógv ung í hesum aldri vaska sær títtari, og fara at brúka deoderant.

Kelda: Sundhed.dk

Intim røkt

Intim røkt er reinføri við teimum ytru kynsgøgnunum. Intim røkt er bæði galdandi fyri gentur og dreingir, hóast tað yvirhøvur eru gentur, ið hava trupulleikar á teimum intimu støðunum, so sum sopp o.a. Um tú hevur fyngi menstratiónina nýt so góða verju, sum sýgur væl í seg og situr væl. Henda verja skal skiftast ofta, so at undan slepst, at húðin ikki gerst eym og fer at lukta – alt saman umstøður, sum kunnu geva sopp o.a.

Les meira um intima røkt her.

Dreingir

Hjá dreingum byrjar kynsbúningin vanliga eitt ár eftir genturnar, tá ið teir eru 13-16 ára gamlir. Kynsbúningin byrjar við, at heilin sendir boð til steinarnar um at fara at menna meira testosteron, ið er eitt kynshormon hjá mannfólki. Síðan fara steinar og kynsgøgn at vaksa.

Meiri vøddar og meiri hár:
Tá ið tú kemur í tannárini veksur barkakýlið framman á hálsinum. Røddin broytist og verður steggjamál, og seinni verður røddin djúpari.

Kroppurin broytist eisini. Í tannárunum veksur tú nógv. Tú verður hægri, breiðvaksnari, tú verður vøddamiklari, og tú tyngist. Tú fært eisini meiri hár ymsastaðni á kroppinum, t.d. undir arminum og rundan um kynsgøgnini, og tú fært skeggvøkstur, ið byrjar sum dún á yvirvørrini. Skeggvøktsurin byrjar ikki rættiliga, fyrr enn steinarnir eru væl mentir. Hjá nógvum dreingjum liggur annar steinurin ovari enn hin. Hetta er vanligt.

Les meira um hár vøkstur her.

Í tannárunum byrjar sáðframleiðslan, og hetta kann hava við sær, at tú fært standing, ofta um náttina og um morgunin. Nógvir dreingir royna eisini at fáa ikki ætlaða avgongu um náttina. Hetta verður ofta kallað vátir dreymar.

Limur/Pissilingur/Murtur/Penis:

  • Limurin er ein partur av ytru kynsgøgnunum hjá mannfólki.
  • Limurin hevur forhúð, skaft, høvd, og strong. Er drongurin umskorin hevur hann ikki forhúð.
  • Støddin á liminum, á 90 prosentum av monnum yvir 20 ár, er millum 10-20 cm, tá ið hann er stívur.
  • Limurin sær ymiskur út frá dreingi til drong. Støddin á liminum er líka ymisk, sum kroppar eru ymiskir.

Limurin veksur gjøgnum tannárini og er í síni fullu stødd, tá ið ein er um 20 ára gamal. Men hjá fleiri er tann fulla støddin nádd, tá ið ein er 17 ár.

Tá ið limurin er stívur, kann hann hella til aðra síðuna. Limurin kann eisini vera boygdur. Hann kann vera boygdur so nógv, at tað elvir til trupulleikar. Hettar kanst tú lesa meria um her.

Tá ið limurin verður stívur:
Í liminum eru trý likam, (corpora cavernosa), ið fyllast við blóði, tá ið tú fært standing. Tá ið tú verður graður, fyllast tey við blóði, og limurin verður stívur. Inni í limiurin er eitt urinrør, ið leiðir landið/urinið úr bløðruni og út. Urinrørið leiðir eisini sáðið úr liminum, tað vil siga, at piss og sáð koma úr sama stað. Tú kanst lesa meira her.

Bað oftari enn fyrr
Tá ið tú ert í tannárunum, fer kroppurin at framleiða meira sveitta, og tú fert at lukta meira av sveitta. Húðin og hárið verða meiri feittut, og pirrur er nakað, ið vanliga kemur. Nógv ung í hesum aldri vaska sær títtari, og fara at brúka deoderant. Sum drongur mást tú minnast til at vaska murtin hvønn dag. Hetta gert tú við at toga forhúðina aftur og skola við lunkaðum vatni. Hetta fyri at sleppa undan, at tað fer at lukta.

Kelda: Sundhed.dk

Intim røkt

Intim røkt er reinføri við teimum ytru kynsgøgnunum. Hjá dreingjum er tað umráðandi at vaska sær undir forhúðini  fyri at minka um vandan fyri bakteriuvøkstri.

Les meira um intima røkt her.

Pirrur

Tá ið tú ert í tannárunum er vanligt at fáa pirrur. Bumsar koma, tí at bæði kyn fara at framleiða meira av hormoninum testotoron. Hetta ber í sær, at húðin framleiðir meira húðfiti. Samstundis hendir ein broyting í húðini, soleiðis, at tað lættari kemur proppur í kertlanar í húðini. Tá ið húðin framleiðir meira fiti, verða umstøðurnar hjá bakterium betri. Hetta er serliga galdandi fyri bakteriuna Propionebacterium acnes, ið livir av fiti í húðini. Bakteriurnar fáa bruna í fitikertlarnar í húðini, og soleiðis fært tú pirrur.

Hvussu kann eg fyribyrgja pirrum? 

Tú kanst vaska andlitið við mildari sápu við ongum anga morgun og kvøld.

Hjá summum hjálpir tað at brúka sápu og skrubba húðina eina ella tvær ferðir um vikuna, soleiðis at deyðar húðkyknur og gomul fiti, ið tippa kertlarnar í húðini, verða reinsað. Brúkar tú smyrsl, minst so til at vaska tað av hvørt kvøld.

Hevur tú fingið pirrur, er umráðandi ikki at koyra meira feitt sum t.d. olju og feittkrem á húðina Tú skalt ikki kroysta pirrurnar, tí tað kann elva til verri bruna. Eitt annað gott ráð er ikki at eta ov feitan mat, tí at hann kann vera atvoldin til, at húðin verður uppaftur meiri feittut.

Les meira um pirrur her.