Rúsdrekka og onnur rúsandi evni

Rúsdrekka

Rúsdrekkalógin er her.

Tá ið ung eru saman í veitslulag, er alsamt meiri vanligt at rúsdrekka er ein partur av samveruni.

”Sum ungur skalt tú finna teg sjálvan í einum nýggjum kroppi, heilin mennist nógv, og haraftrar skalt tú finna vinirnar aftur í øllum broytingunum. Hetta krevur nógv av tær, og tí er tað ein fyrimunur, at tú í skiftinum millum at vera barn og vaksin, fært royndir við at vera saman við øðrum ungum uttan at vera doyvd/ur av rúsdrekka ella rúsevnum.”

Tá ið tú ert rúsað/rúsaður, ert tú í størri vanda fyri at koma upp at berjast, fáa skaða, drekka ov nógv og/ella fara í song við onkrum, sum tú ikki hevði ætlað.

Góð ráð til ung í samband við rúsdrekka

Hevur tú hug at drekka?

•    Tað er TÚ, ið avger,  um tú skalt drekka ella ikki – ikki vinirnir

•    Nógv drekka ikki, og vinirnir góðtaka tað

Velur tú at drekka?

•    Brúka alkohol við skynsemi

•    Drekk spakuliga

•    Drekk veikt, t.d. øl í staðin fyri spiritus

•    Drekk minst møguligt. Tað er líka stuttligt og uttan keðilig árin

•    Drekk ikki bara alkohol, drekk eisini nógv vatn

•    Gentur verða skjótari ávirkaðar enn dreingir av somu nøgd av alkoholi

Kelda: www.gigni.fo

Ung undir 18 ár hava ikki loyvi at keypa rúsdrekka. 

Rúsdrekka í blóðinum- promilla
Stutt eftir, at tú hevur drukkið rúsdrekka, kann tað staðfestast í tínum blóði. Alkohol kemur skjótari í blóðið, tá ið vit eru svong, og búkurin er tómur. Tá kann hægsta alkoholstyrki longu koma 15-30 minuttir eftir, at tú hevur drukkið t.d. eitt glas av víni. Hevur tú drukkið drykkir við kolsýru, sum t.d. sjampanju, cider o.a.,verður rúsdrekkað upptikið skjótari í blóðið.

Alkoholstyrkin í blóðinum minkar í sambandi við, at livurin brennur rúsdrekka. Drekkur tú alkohol saman við mati, ella tú kort síðan hevur etið, so kunnu tað ganga fleiri tímar, áðrenn rúsdrekkað verður upptikið í blóðið. Tað vil siga, at áðrenn tú hevur drukkið tað seinasta, so hevur tú longu brent nógv av rúsdrekkanum. Tað vil siga at styrkin av alkoholi verður ikki líka høg, sum tá ið tú drekkur somu nøgd við tómum maga.

Um ein vaksin maður drekkur t.d. fimm alkoeindir við við tómum maga, so verður hægsta promilla hjá honum 1,5. Men um hann drekkur somu nøgd eftir somu tíð í sambandi við, at hann hevur etið, so verður hægsta promilla hjá honum 0,75. Ein promilla er umleið eitt gramm av alkoholi fyri liturin av blóði.

Hvussu skjótt fellur promillan
Í miðal minkar alkoholstyrkin í blóðinum 0,12-0,18 promillu fyri hvønn tíma, og tað er galdandi bæði fyri kvinnur og menn. Tað vil siga at hjá summum minkar tað við 0,12 promillu fyri hvønn tíma, meðan onnur sum forbrenna skjótari, kann tað minka 0,18 promillu fyri hvønn tíma. Í miðal minkar tað 0,15 promillu fyri hvønn tíma.

Hvussu ávirkar rúsdrekka kroppin
Virknaðurin av rúsdrekka hongur saman við alkoholstyrki í blóðinum.

Longu tá ið tú hevur eina promillu upp á 0,5, kanst tú føla teg lætt ávirkaðan. Tá ið promillan er millum 1 og 2, verða tey flestu týðiliga ávirkað og verða troytt. Tá ið promillan er 1,5 kanst tú longu fáa ilt við at minnast. Tá ið promillan verður høg, kann tað ávirka andadepilin í heilanum, soleiðis at tað ikki riggar. Tá ið promillan fer upp um 3, kanst tú doyggja.

Hvussu rúsdrekka ávirkar teg, hongur saman við, hvussu alkoholstyrkin er í blóðinum. Hetta kann tó vera ymist frá persóni til persón, men tú kanst t.d. halda teg til hetta:

Promilla upp í og umleið 0,5 promilla

  • Tá kennir tú teg lætt ávirkaðan

Promilla millum 0,5 og 1

  • Tú verður meiri ókritiskur og torir betur.

Promilla yvir 1

  • Balansan verður verri, og málið verður meiri mutlandi. Tamarhaldið á røslum verður verri, og tú verður troytt/ur og kann fáa vaml.

Promilla yvir 1,5

  • Mong fáa ilt við at minnast.
  • Trupulleikarnar við at minnast versna, jú hægri promillan er.

Hættisliga høg promilla

  • Vitið fer, og tú kanst liggja við ongum viti
  • Andadepilin í heilanum tarnast.
  • Tað er vanligt at spýggja, tá ið promillan verður høg
  • Tá ið promillan fer upp um 3, kann standa um lív. Støðan er uppaftur hættisligari, um tú samstundis hevur tikið t.d. sissandi ella  pínustillandi heilivág.

Hvussu tú verður ávirkaður av rúsinum hevur samband við, hvussu leingi rúsurin varir, og um tú ert von/vanur við at drekka. Varir rúsurin longur enn nakrar tímar, kann mann menna toleransu. Hetta merkir, at ein følir seg ikki ávirkaðan, sjálvt um promillan er høg.

Tað er stórur munur frá persóni til persón. Tann sami persónurin kann uppliva mun á, tá ið hann drekkur rúsdrekka. Hetta verður ávirkað av kropsligum og sálarligum grundum. Summi fólk verða áleypandi, harðlig o.a. tá ið tey eru ávirkað av rúsdrekka.

Tá ið ein persónur drekkur nógv og ofta, er hann í størri vanda fyri at vera fyri vanlukkum. Tá ið ein hevur drukkið í longri tíð, kann tað fáa blóðtrýstið upp, elva til heilabløðing, økja um vandan fyri nøkrum sløgum av krabbameini, og tað kann hava livrasjúkur við sær. Vandin fyri skaða á innaru gøgn økist, um tú drekkur tríggjar eindir um dagin. Tá ið tú drekkur alkohol ofta, verður trongdin eftir alkoholi størri. Hetta verður kallað alkholisma.

Timburmenn

Tá ið tú hevur drukkið nógv, kann tað hava stóran ampa við sær dagin eftir. Tað kann t.d. vera høvuðpína, ringt lag, vaml og spýggja. Hesi eyðkenni hava samband við uppturking (dehydrering). Tað hjálpir, um tú drekkur nógv av onkrum øðrum enn rúsdrekka, meðan og eftir at tú ert rúsað/ur.

Rúsandi evni
Lóg um rúsevni her.

Fólk taka rúsevni, tí tey vilja hava tilveruna øðrvísi. Tey halda, at rúsevni er ein loysn, men sum frá líður blíva rúsevnini ein trupulleiki, og tú verður bundin. Rúsevni eru ólóglig, um tú ikki hevur fingið tað persónliga útvegað frá lækna ella apoteki. Tað er ólógligt at innflyta, umsita og brúka rúsevni ið eru útvegaði frá (?).

Ein lítil nøgd av rúsevnum kann virka stimbrandi, størri nøgd kann virka sissandi, og ein uppaftur størri nøgd kann vera so eitrandi, at hon kann vera deyðilig.

Les meira her.

Hví taka ung rúsevni?
Tað eru ymsar orsøkir til, at tú ella vinir fáa hug at royna rúsevni.

  • Familjuviðurskifti

Viðurskifti í barnaárum so sum harðskapur, umsorganartrot, blóðskemd (incest) og foreldur, sum drekka, kunnu øll gera sítt til, at tú verður misnýtari. Men tosa heldur um trupulleikarnar!

  • Lítið sjálvsvirði

Hevur tú lítið sjálvsvirði, t.d. orsakað av pirrum ella fiti, kanst tú blíva misnýtari, tí nú kennir tú teg kulari og heldur, at tú soleiðis fært vinir. Men tú skalt vita, at tú ert nakað serligt, hóast tú ikki líkist tínari fyrimynd!

  • Forvitin

Tú og vinirnir vilja helst royna nakað nýtt. Eru tit órógvað og keða tykkum, kann tað bera í sær hættisligt forvitni, ið kann hava við sær rúsevnismisnýtslu. Men lat ikki forvitni um rúsevni vinna á tær, tað er ikki tað vert!

  • Bólkatrýst

Um vinirnir taka rúsevni, følir tú teg lættliga uttanfyri, um tú ikki hevur roynt tað. Í tannárunum hava vinirnir stóran týdning, og tú gert helst alt fyri at vera sum tey. Men brúka vit og skil og ver nóg búgvin at standa ímóti trýsti frá taparum!

  • Ungdómsuppreistur

Lærarar og foreldur siga tær helst í heilum, at tú skalt halda teg frá rúsevnum. Hetta hevur øvuta ávirkan á summi, og tey royna rúsevni fyri at mótmæla. Men ger uppreistur ímóti teimum, sum mótmæla, og hav dirvi til at vera tú!

  • Mótafyribrigdi

Rúsevnismisnýtsla kann vera partur av mótanum, sum eisini umfatar tónleik, klæðir og almenn ítriv og áhugamál. Men ver kul og ger tín egna móta uttan rúsevni!

  • At kenna suðið

Kanska roynir tú rúsevni, tí tú vilt skora steikina og heldur, at tú verður kátari og minni smæðin. Men mánamorgun ert tú tann sami enn, bara við færri heilakyknum, og so tímir hon als ikki at hava teg!

Kelda: dk.drugfreeworld.org

At vera bundin av rúsevnum
Støðug rúsevnismisnýtsla ger teg sjúkliga bundnan av tí. Tú verður tað, vit kalla rúsevnisbundin. Rúsevnini, ið bera í sær rúsevnisbundinskap, eru sera ymisk.

Felags fyri rúsevni er, at tey ávirka heilan. Rúsevnini ávirka okkara ótilvitaðu nervaskipan, so vit missa tær funktiónir, sum stýra svongd, tosta, møði, kropshita, seksuellan atburð, blótrýsti, kenslum og vætujavnvágini. Haraftrat ávirka rúsevni heilan at framleiða evni, sum gera teg glaðan og væl til passar. Tí verður tú, eftir støðugt at hava brúkt rúsevni, bundin av at kenna hesa gleði og vælhuga.

Ert tú rúsevnisbundin, hendir ein varandi broyting av evnum og førleika í heilanum. Tað er ógvuliga torført at koma úr misnýtsluni aftur, tí bara tú sært eina rústablett ella luktar pípuroykin, fært tú hug at halda fram við misnýtsluni. Haraftrat hevur drúgv misnýtsla við sær, at tú tolir meira av. Hetta merkir, at tað tú skalt og vilt hava størri nøgd av rúsevninum fyri, at tað skal virka líka væl.

Kelda: drugbox.dk

Kennir tú onkran, sum er í vanda fyri at blíva bundin av rúsevnum, so sig teimum, at tú heldur, at tey eru bundin.
Tað er ringt hjá teimum, sum brúka rúsevni, at skilja, at tey eru bundin av rúsevnum. Og tað er næstan ógjørligt at hjálpa teimum, um tey ikki skilja, at tey hava trupulleikar.

Um ein vinur roynir rúsevni í einum balli, so lat vera við at siga nakað, meðan tit eru í ballinum, og viðkomandi er ávirkaður.

Bíða nakrar dagar, og fortel so vininum, at tú veitst, at hann tekur rúsevni, og at tú heldur, at tað er øgiliga býtt. Kanska roynir vinurin at krógva ein trupulleika, sum hann fegin vil tosa um?

Tosa við foreldrini hjá tær, ein lærara, ella onkran annan vaksnan, tú hevur álit á, um tað. Kanska følir tú, at tú svíkur vinin, tí tú slatrar. Men tað er alneyðugt og ber prógv um gott vinalag at tosa við onnur um rúsevnistrupulleikarnar hjá vininum.

Kelda: fólkaheilsuráði.

Hvat fært tú gjørt?
Eitt kvøld í býnum kann ein vinur knappliga bera seg øðrvísi at, enn hann ella hon plagar. Tað kann vera tekin um, at vinurin er ávirkaður av rúsevnum. Fyri at kunna hjálpa honum, er gott at kenna ymisk tekin um misnýtslu ella rúseitran, tí rúsevnini virka ikki líka. Um ein vinur ella onnur, tú ert saman við, bera seg at sum niðanfyri greitt frá, so eru ráðini:

Ræðslusligin og í ørviti

  • Royn at sissa vinin og fortel henni ella honum, at tú roynir at hjálpa
  • Fá vinin burtur úr larmi og bjørtum ljósi, sum kann økja um sansaloysi
  • Fá vinin at anda róliga við at anda við tær
  • Greið stillisliga og róliga frá, hvat hendir, og hvat tú gert fyri at hjálpa

Sæst serliga um tey hava tikið soppar, LSD, ecstasy ella stórar nøgdir av hassji.

Uppøstur og áleypandi

  • Sissa vinin við at tosa spakuliga, ver tolin og ikki kjakast
  • Nert so lítið sum gjørligt við vinin og ansa eftir, at har skal helst lítið til at gera vinin áleypandi
  • Fá vinin burtur úr larmi og bjørtum ljósi
  • Fá vinin at anda róliga við at anda við tær, og gev henni ella honum vatn at drekka
  • Greið stillisliga og róliga frá, hvat hendir, og hvat tú gert fyri at hjálpa

Sæst serliga um tey hava tikið kokain, amfetamin og steroidir

Ovurhiti og ovurvirkin, serliga um tit hava dansað nógv

  • Fá vinin til eitt kaldari stað, og gev henni ella honum vatn at drekka
  • Køl vinin við at koyra kalt vatn á kroppin
  • Køl undirarmarnar í køldum vatni
  • Ring 112

Sæst serliga um tey hava tikið ecstasy

Fjar og doyvd

  • Halt vinin vaknan, lat IKKI vinin sova
  • Matur og drekka kann fáa vinin at kvalast
  • Ring 112

Sæst serliga um tey hava fingið doyvandi rúsevnir, so sum rúsdrekka, heroin og GHB

Uttan vit

  • Kanna andadráttin og ansa eftir, at andaleiðin er opin. Møguliga mást tú veita andahjálp
  • Leggi vinin í læsta síðulegu og loys trong klæðir
  • Halt vinin heitan við einum teppi ella tílíkum, men ansa eftir ovurhita
  • Ring 112

Kelda: www.folkaheilsa.fo

Um tú longu:

  • hevur prøvað rúsandi evnir?
  • brúkar rúsandi evnir?
  • hugsar um at prøva rúsandi evnir?
  • hevur vinfólk, sum brúka rúsandi evnir, og hetta órógvar teg?

Far so og tosa við onkran um hetta. Tað kann t.d. vera heilsufrøðingurin, læknin, lærarin ella onkur annar vaksin, sum kann hjálpa tær.

Kelda: www.gigni.fo