Sálarlig heilsa

Sálarlig heilsa snýr seg um trivnað og at virka væl í gerandisdegnum, um alt tað, sum ger lívið vert at liva, tað, ið gevur lívinum meining, gleði og virði. Á sama hátt, sum tað hevur týdning, at vit hava eina góða likamliga heilsu, hevur tað alstóran týdning, at vit trívast og hava tað gott.

Gransking vísir, at við at vera virkin, partur av einum felagsskapi og at gera ymiskt, ið gevur meining fyri okkum, kunnu vit styrkja og røkja okkara sálarligu heilsu.

Les meira á Fólkaheilsuráði.fo