Kynslív/Sex

Kynsbúning

Kynsbúning byrjar hjá dreingjum, tá teir eru umleið 13 ár, og til teir eru eini 20 ár.
Hjá gentum byrjar kynsbúningin í 11-12 ára aldri, til tær eru um 18 ár.

Tað er ymist frá persóni til persón, nær kynsbúningin byrjar. Tá kynsbúningin byrjar, fer kroppurin at framleiða nógv hormon fyri at kunna broyta kroppin.

Les meira um broytingar í kroppinum í Mín kroppur

 

At hava hug 

Hugur er ein kensla av trongd ella tørvi til nakað ávíst.

At hava ein seksuellen hug, er hugurin til sex ella seksuella neming. Tað er vanligt bæði hjá ungum og vaksnum at hava seksuellan hug.

Hjá teimum flestu er seksuelli hugurin har gjøgnum alt lívið, frá tí ein er ungur, til ein doyr, men tað er eisini vanligt, at hugurin minkar við aldrinum.

Tað eru eisini fólk, ið ongan seksuellan hug hava. Tey hava ikki brúk fyri nøkrum kynslívi, og hetta verður kallað aseksualitetur. Hetta kann merkja nógv ymist, men hjá mongum er tað ofta so, at tey eru ikki seksuelt hugtikin av øðrum. Tú kanst lesa meira um aseksualitet her.

Ofta veksur sexhugurin størri í tannárunum, tí at nú fer ein broyting í hormonsamansetingini fram.

Kenslan av at hava seksuellan hug kann fatast ymist frá persóni til persón, og somuleiðis er tað eisini ymist, hvussu góðan hug ein hevur, og hvat ein hevur hug til. Seksuellur hugur er líka so fjølbroyttur, sum tað eru menniskjur til.

Tú kanst hava seksuellan hug, tá ið tú er einingi, og tá ið tú ert saman við øðrum. Vilt tú vita meira um seksuellan hug, kanst tú lesa meira her.

Kelda: smiso-hordaland.no

Sex krevur samtykki 

Kelda:www.amnesty.fo

 

Kelda: www.sexlinien.dk

 

Kelda: www.sexlinien.dk

Intim raking 

Tað kunnu vera nógvar góðar grundir til at raka sær, men tað kunnu vera líka nógvar ringar grundir til, at tú rakar tær.

Vinfólk tíni ella maki skulu ikki avgera, um tú skalt raka tær ella ikki.

Tað er tín kroppur, so tað er tú ið avgerð hvat tú ynskir at gera, minst til tað.

Rakar tú tær og angrar tað, ja, so vaksa hárini útaftur. Tað ganga vanliga ein til tveir dagar, til hárstubbar koma útaftur, so tú kanst saktans royna teg fram.

Áskoðan um intima raking er broytt gjøgnum tíðina. Í 1970’unum var tað til dømis móti at hava natúrligan hárvøkstur. Síðan 1990’ini hevur tað veri móti at raka sær meira og minni. Kanska eru vit longu nú á veg móti eini tíð, tá ið natúrligur vøkstur aftur er móti. Líkt er í hvussu so er til, at natúrligur hárvøkstur verður meiri spennandi aftur?

Les meira her.

 

Kynssjúkur 

Klamydia

Orsøk

Klamydia smittar frá fólki til fólk, um ikki hít verður brúkt undir samlegu í móðurskeið ella baktarm, ella um kynslutirnir nema hvør við annan, uttan at hít verður brúkt. Klamydia smittar bara við samlegu og ikki við t.d. at brúka sama handklæði ella vesi, sum eitt smittað fólk brúkar.

Sjúkueyðkenni
Bara o.u. tveir triðingar av kvinnunum, ið hava klamydia, hava smittutekin, og bara o.u. ein triðingur av monnunum, ið eru smittaðir, hava smittutekin. Tey, ið hava sjúkuna, kunnu meira enn smitta onnur, uttan at tey vita av tí. Um sjúkueyðkennini merkjast, so koma tey vanliga fram eina til tríggjar vikur eftir smittu.

Kvinnur:

  • Útflot
  • Sviða, tá ið tú pissar
  • Blettbløðing
  • Undirlívsbruna

Menn:

  • Útflot
  • Sviða, tá ið tú pissar
  • Bruna í hjáeistinum

Vilt tú vita meira um Klamydia, kanst tú lesa um tað her.

Kelda: www.apotek.fo

 

Gonore

Orsøk:

Atvoldin til gonore er ein bakteria, sum eitur Neisseria gonorrhoeae. Gonore er í kynsslími ella útfloti, eitt nú í sáði og lívmóðurslími. Gonore smittar við samlegu í móðurskeið og endatarmi og við oralsex. Frá tí at ein verður smittaður, til sjúkueyðkenni koma, kunnu ganga fáir dagar, men tó kunnu ganga tvær til tríggjar vikur.

Sjúkueykenni

  • Nógv gulligt útflot.
  • Sviða tá tú pissar. (følist sum at pissa glasbrot).

Hít fyribyrgir smittu.

Hetta eru sjúkueykenni, ið kunnu koma bæði hjá gentum og dreingum. Vilt tú vita meira um gonore, kanst tú lesa her.

Meiri kunning um aðrar kynssjúkur er her

Fyribyrging

Hít
Eitt avlangt hylki framleitt úr tunnum gummi (latex), ið skal sita á mannliga kynsliminum undir allari samleguni, ið verður fyribeint eftir samlegu. Heldur aftur sáðkyknunum, so tær ikki sleppa framat lívmóðurini. Kann hava ymisk snið, stødd, tjúkd, lit, smakk og kann annars fáast við/uttan kremi. Til teir, ið ikki tola gummi, finnast hítir úr øðrum tilfari.

Verjir eisini fyri kynssjúkum.

Fæst í hondkeypi.

TRYGD: Upp til 97%, um hítin verður nýtt á rættan hátt.

P-pillari

P-pillarar fáast til keyps á apotekinum eftir forskrift frá lækna. Trygdin er næstan 100 prosent, um teir verða tiknir regluliga.

Vanliga skulu p-pillararnir takast í 21 dagar, og síðan er steðgur í sjey dagar. Í steðginum fær kvinnan eina bløðing. Bløðingin er nakað veikari samanborið við áðrenn hon fór at taka p-pillarar.

Av einstøkum sløgum av p-pillarum eru 28 tablettir í pakkanum. Í hesum førum innihalda sjey tablettir ikki hormon, og tær skulu takast í steðginum.

Í p-pillarum eru tvey hormon, gestagen og østrogen, ið virka soleiðis:

  • Forða eggloysing
  • Gera tað torført hjá sáðkyknum at koma vegin fram
  • Gera tað torført hjá einum møguliga gitnum eggi at festa seg á
  • lívmóðurslímhinnuna

P-pillarin verjir ikki fyri kynssjúkum! 

Hvussu tú tekur p-pillarar, og hvat gert tú, um tú hevur gloymt at taka ein p-pillara, kanst tú lesa um her.

Angripillari

Neyðfyribyrgingartablettir, vanliga nevndar angripillarar forða fyri at verða við barn eftir samlegu.

Tað eru tvey sløg av angripillarum.

  • Angripillarin NorLevo® hevur kvinnuliga kynshormonið levonorgestrel í sær. NorLevo® seinkar eggloysing og eigur at verða brúktur innan 12 timar og í seinasta lagi 72 timar (3 samdøgur) eftir óvarda samlegu ella brek á øðrum fyribyrgingarhátti.
  • Angripillarin ellaOne® hevur ulipristalacetat í sær, ið darvar ella forðar eggloysing. Hevur eggloysing longu verið, hevur ellaOne® ongan virknað. ellaOne® eigur at verða brúktur í seinasta lagi 120 tímar (5 samdøgur) eftir óvarda samlegu ella brek á øðrum fyribyrgingarhátti.

Bæði sløgini av angripillarum fáast í hondkeypi á apotekinum.

Angripillarar eru ikki fyribyrging sum vanlig fyribyrging, t.d. p-pillarar og hít. Angripillarin er bara ein neyðloysn, ið kann brúkast, tá ið fyribyrgingin ikki riggar, sum hon skal, t.d. at ein hít skrædnar, ella tú hevur gloymt at taka p-pillara.

Angripillarin eigur ikki at verða brúktur sum fyribyrging. Angripillarin eigur ikki at verða brúktur meira enn eina ferð í einari mánaðarbløðing. Fyrr angripillarin verður tikin, betri er trygdin fyri, at tú ikki verður við barn.

Angripillarin er bara ein neyðloysn!

Tú kunst lesa meira um spurningar og svar um angripillaran her.

Kelda: www.apotek.fo

Tú kunst lesa meira um fyrbyrging hjá Gigni og Apotekinum.