Strongd
Ert tú strongd/ur? Hevur tú ilt við at finna frið?
Eingi børn skulu vera strongd. Tað er ábyrgdin hjá teimum vaksnu at hjálpa tær at fáa strongdina burtur. Her kanst tú finna góð ráð um, hvussu tú lættari kanst fáa meira frið rundan um teg.
1
Fortel hvussu tú hevur tað. Tú kanst siga við foreldur tíni, at tú følir teg strongda/n og hevur brúk fyri hjálp, so at tú fært tað gott.
Eingi børn skulu vera strongd.
Foreldur tíni hava ábyrgdina av, at tú hevur tað gott. Tey skulu hjálpa tær at fáa meira frið rundan um teg.
2
Fá hjálp við at hyggja at gerandisdegi tínum.
Vit vita, at sumt av tí, ið ger, at børn verða strongd, er:
- Ov nógv frítíðarítriv.
- Ov lítið av svøvni.
- Trupulleikar heima.
- Tá ið skiftandi foreldravitjanir ikki rigga.
- Ov nógv skúlating.
- Strongd foreldur.
- Foreldur, ið vænta ov nógv av børnunum.
- Tráanin eftir at vera tann besti í øllum.
Tað kann vera, at okkurt í gerandisdegi tínum skal broytast.
3
Fá hjálp til at vera minni virkin.
Tá ið tú hevur hugt at gerandisdegi tínum og funnið útav, at tú kanska hevur ov nógv um oyrini, kann tað verða neyðugt, at tú vrakar ymist, hóast tað er keðiligt.
Foreldur tíni skulu hjálpa tær at taka avgerðirnar um, hvat ið skal vrakast.
Tað kann væl vera, at tað sýnist sum, at tú hevur tíð til alt. Men minst til, tær tørvar eisini løtur, har ið tú einki gert.
4
Sov, et og flenn!
Syrg fyri, at tú svevur væl. Sløkk fartelefonina ella ger hana ljóðleysa um náttina, so at hon ikki órógvar teg.
Tað kann eisini verða torført at fáa góðan náttarsvøvn, um tú hyggur í ein skíggja, beint áðrenn tú skalt sova.
Hevur tú ilt við at sovna, so hava vit nøkur góð ráð her.
- Tað er týdningarmikið at geva kroppinum brennievni – tað vil siga mat! Kroppinum tørvar sunnan og føðsluríkan mat.
- Gev tær tíð at flenna – tað er ein deiligur máti at kobla úr uppá.
- Samanber tú teg nógv við onnur?
Tá ið mann hyggur at sosialu miðlunum, so sum Instagram ella Snapchat, so kann tað tykjast sum, at øll onnur hava tað fullkomna lívið. Tað er tí, at fólk leggja bara tað út, sum vísir tað. Tú kanst siga, at tey leggja eitt filtur á veruleikan og soleiðis klippa tær keðiligu løturnar burtur.
Minst til: Eingin er fullkomin. Lívið er bæði mótgangur og gleði 🙂