Tá rúsur er ein trupulleiki heima

Er rúsur ein trupuleiki heima hjá tær og ynskir tú onkran at tosa við? Ring til Tú & Eg Ráðgevingina á 116 111 ella skriva til okkum HER – her eru vaksin, ið tú kanst tosa við. Vit síggja ikki hvør tú er.

Meir um evni

Sambært Bláa Krossi, verður mett, at á leið 1200 børn og ung í Føroyum (0-18 ár) vaksa upp í heimum, har rúsur er ein trupulleiki. Tey, sum arbeiða við hesum til dagligt, arbeiða út frá, at rúsdrekka og/ella rúsevnir eru ein trupulleiki fyri familjuna, um nýtslan ávirkar tær relatiónir og funktiónir, sum hoyra til í einari familju. Hetta er t.d. tá rúsnýtslan hjá foreldrunum ger, at tey ikki megna at hava eitt gott og støðugt samband við síni børn. 

Summi foreldur við rústrupulleikum megna ikki at taka sær av teimum uppgávunum, sum tey sum foreldur, hava (m.a. at skipa gerandisdagin, tryggja sær, at børnini fáa at eta, koma í skúla, fara í song, osv.). Tað kann eisini vera, at týdningarmiklir dagar, so sum føðingardagar, jólini og aðrir merkisdagar, eru merktir av einari rúsnýtslu, sum ger børnini ótrygg ella illa við. 

Foreldur við rústrupulleikum megna ofta heldur ikki, at síggja tørvin hjá sínum børnum, og at taka hædd fyri hesum. Tað vísir seg ofta eisini at vera trupult hjá edrúa makanum, at hava nóg nógv fokus á sínum børnum, av tí at so nógv fokus fer á rúsin og tað, sum hesin hevur við sær. Hetta merkir, at familjurnar ofta mangla nærleika, samanspæl, spegling o.a., sum er sera týdningarmikið fyri familjulívið. Tá ið børnini og evt. makin soleiðis verða neiliga ávirkaði av nýtsluni, so er tað ein trupulleiki.  

Ikki altíð ein trupulleiki

Tað eru nógv foreldur, sum hava eina ávísa rúsnýtslu, uttan at hendan er ein trupulleiki. Hjá Bláa Krossi siga tey at, tá tey eru úti og undirvísa børnum og ungum, fáa tey ofta spurningar um hesa nýtsluna. Tey spyrja t.d.:

“mamma og babba drekka vín afturvið døgurðanum – hava tey ein trupulleika?”
“babba drekkur eina øl, tá hann hyggur eftir fótbólti – er tað ein trupulleiki?

Blái Krossur sigur, at um børn eru stúrin um tað, er tað týdningarmikið, at tey tosa við síni foreldur um hetta. Hetta kemur av, at tey meta tað vera týdningarmikið, at børn og vaksin tosa um rúsnýtsluna í heiminum – óansæð, um tað er ein trupulleiki, ella ikki. Um foreldrini kunnu drekka vín afturvið matinum ella eina øl afturvið fótbóltsdystinum, uttan at broytast í atferð, og kunnu nýta rúsdrekka á ein hátt, har tey framvegis eru væl og virðiliga før fyri at hava ábyrgd fyri sínum børnum, so metir man ikki, at tað er ein trupulleiki. 

Drekka hvønn dag og tørn

Summi foreldur, sum hava rústrupulleikar, drekka hvønn dag, meðan onnur hava tað, sum verður kallað ‘tørn’. Tørn merkir, at tey drekka nógv í eitt longri ella styttri tíðarskeið og síðan eru edrú í eitt longri ella styttri tíðarskeið. Men óansæð hvussu mynstrið hjá foreldrunum sær út, so verða børnini ávirkaði. Børn hava tørv á vaksnum, sum tey kunnu vera trygg við, fyri at mennast og búnast sum tey skulu. Tá børn vaksa upp við foreldrum, sum hava rústrupulleikar, uppliva tey ofta foreldrini sum óstøðug, sum eisini kann gera hesi børn ótrygg. Ofta verður hildið, at tá foreldur við rústrupulleikum eru edrú, so er alt so gott. Men soleiðis uppliva børnini tað ikki altíð. Fyri tey kann tann edrúa tíðin vera merkt av stúran fyri nær drukkið verður aftur. Tey leita eftir fløskum, kanna hvat er í krússinum hjá foreldrunum og fleiri ansa eftir egnum atburði, tí tey eru bangin fyri at vera orsøkin til, at foreldrið fer at rúsa seg aftur. Børnini kunnu hesa tíðina eisini vera merkt av vreiði um okkurt, sum hendi meðan foreldrið var ávirkað, men sum ikki verður tosað um. 

Neilig ávirkan á familjuna

Ofta eru heim við rústrupulleikum merkt av tøgn – tvs. tað verður ikki tosað um rústrupulleikan og avleiðingarnar av hesum heima. Børnini brúka tí ofta nógva orku uppá at goyma hendan trupulleikan, sum tey onkursvegna vita, eigur at vera hemmiligur og goymdur fyri øðrum – um foreldrini siga hetta, ella ikki. Hesi børn fáa ofta trupult við at merkja seg sjálvi og egnan tørv, umframt at seta mørk yvirfyri sær sjálvum og øðrum, sum tey eru saman við. Hetta kemst av, at tey eru so upptikin av at merkja eftir hvat hendir uttanfyri teirra egna kropp, at tey duga ikki at merkja eftir inni í sær sjálvum. 

Blái Krossur sigur at, nógv av teimum børnunum og ungu, sum tey tosa við, hugsa at “tað er ikki so ringt heima hjá okkum – har eru heilt sikkurt nógv, sum hava tað nógv verri enn eg”. Tað er tí týdningarmikið, at leggja dent á, at tað handlar ikki um mongd, títtleika ella slag av rúsi, sum verður nýttur. Tað handlar um, um familjan verður neiliga ávirkað av nýtsluni ella ikki. Um tú sum barn ella ungdómur upplivir tað trupult, so er tað ein trupulleiki. Og har er hjálp at heinta.

Øll hava rætt til góð barnaár

“Øll hava rætt til góð barnaár” er eitt tilboð, hjá Bláa Krossi, til familjur, har rúsur er, ella hevur verið, ein trupulleiki heima. Gjøgnum hetta tilboðið kunnu børn, ung og foreldur fáa ráðgeving og samrøður á ymsan hátt. T.d. Bólkatilboð, einstaklingasamrøður og familjusamrøður. Les meir um tað HER