Trygd á netinum

Góð ráð um trygd á netinum
Vit hava øll okkurt, sum vit ikki vilja geva øðrum atgongd til. Ikki tí at tað er kriminelt ella ikki tolir dagsins ljós, men bara tí at tað er privat. Tí er tað fyrst og fremst tú, sum skal taka støðu til, hvat onnur fáa at vita um teg. Og hvørjar upplýsingar, tú heldur fyri teg sjálva/n.

Loyniorð
Av og á kann tað vera, at tú hevur hug at fortelja einum vinfólki loyniorðið hjá tær. Hetta kann t.d. vera, um tú vilt, at tit skulu spæla eitt spæl á tínum brúkara. Men tá ið títt loyniorð er latið víðari, so kunnu onnur gera broytingar á tínum brúkara. Tey kunnu t.d. broyta títt loyniorð, soleiðis at tú ikki sleppur inn á tín brúkara. Títt loyniorð er persónligt!

Dátueftirlitið mælir til, at tú brúkar trygg og góð loyniorð. Tey mæla til at brúka loyniorð, ið eru ring at gita, og minst til at halda tey loynilig. Mælt verður til at broyta tíni loyniorð reguliga, í minsta lagi triðjahvønn mánað og ikki at brúka sama loyniorð á fleiri støðum. Les meira her.

Myndir á netinum
Hóast Alnetið hevur gjørt tað møguligt at deila myndir við alla verðina við einum knappatrýsti, so eru framvegis reglur fyri, hvat loyvt er at almannakunngera.

Ein og hvør, sum almannakunnger myndir á netinum, má virða ásetingarnar í persónsupplýsingarlógini. Hetta merkir m.a., at meginreglan er, at ein mynd ikki má almannakunngerast uttan samtykki frá tí avmyndaða, og at tað er tann, ið hevur almannakunngjørt myndina, sum skal kunna prógva, at eitt greitt samtykki er fingið.

Støðumyndir kunnu hinvegin almannakunngerast uttan samtykki frá teimum avmyndaðu, um so er at myndirnar eru meinaleysar og ikki niðrandi fyri tey avmyndaðu. Støðumyndir eru myndir, sum avmynda eina støðu, ella har endamálið við myndini er at lýsa eina støðu. Akkurát hvør tað er, sum er við á myndini, hevur minni at siga enn høvuðsinnihaldið í myndini. Dømi um hetta kann vera fleiri fólk, sum eru avmyndað á eini konsert, á einum ítróttartiltaki, í einum skúlagarði ella til aðrar hendingar av almennum áhuga. Undantøk eru fyri kravið um samtykki, um myndin hevur aktuellan og almennan áhuga, men í slíkum førum er markið fyri tí lógliga torført at staðfesta.

Støðumynd er ein mynd av einum ella fleiri persónum, har tað er støðan, t.d. spæl í skúlagarðinum, sum skal vísast. Støðumyndir krevja ikki samtykki, um tær eru meinaleysar.

Andlitsmynd er ein mynd av einum ella fleiri persónum, har tað er andlitið, sum skal vísast.
Um ein andlitsmynd skal leggjast út á netið, krevst samtykki frá næminginum og foreldrunum. Øll hava rætt til at angra, og tá eigur myndin at verða strika beinanvegin.

Kelda: Dátueftirliti

Lygnir og snýt á netinum
Tá ið tú ert á netinum, kann henda, at fólk lúgva um, hvørji tey eru, ella tey royna at snýta teg. Minst til at ansa eftir tær, tá ið tú ert á netinum, og minst til at tosa við foreldrini hjá tær, um tú ert fyri onkrum ótespiligum.

Hóttanir á netinum
Viðhvørt kanst tú vera kroyst/ur til at gera okkurt á netinum ella fartelefonini, sum tú ikki hevur hug til. Hetta kann t.d. vera at senda eina mynd av tær, sum tú ikki hevur hug at senda.

Happing og slatur á netinum
Happing og slatur eru eisini á netinum. Hetta er ógvuliga keðiligt hjá tí, sum verður happað/ur. Hetta tí at persónurin aldrin kann føla seg tryggan. Hvørki heima ella í skúla.

Vinir, tú ikki kennir
Tá ið tú ert á netinum, ber til at møta nýggjum fólkum ígjøgnum spøl, kjatt og ymsar síður á t.d. Facebook. Hetta kann ofta vera bæði stuttligt og hugnaligt, men hjá onkrum kann hetta upplivast sum nakað keðiligt.

Strika meg
Dátueftirlitið og Red Barnet hava gjørt ymiskar leiðbeiningar fyri, hvussu tú kanst strika myndir, vangamyndir og annað.

Haraftrat er ein vegleiðing um, hvusssu tú kanst gera tína vangamynd minni sjónliga.

Kelda: Redbarnet

Tú kanst lesa meira um, hvussu tú gert tína vangamynd tryggari, og hvussu tú strikar ymist her.

Mynd krevur samtykki

Alsamt fleiri børn og ung eru fyri vanda á Alnetinum, tí at nakinmyndir av teimum fara í umferð. Myndirnar kunnu vera stolnar ella tiknar, uttan at persónurin veit av tí, t.d. í einum skiftingarrúmi, ella tað kann vera ein mynd, sum er send og ætlað einum ávísum persóni, men sum endar í skeivum hondum, ella í hevnisøku verður deild uttan samtykki. Sambært løgregluni er hetta eisini ein stórur trupulleiki her í Føroyum.

Við hesum tiltaki varpa vit ljós á, at tað er ólógligt at deila myndir á netinum uttan samtykki. Persónsálop og ágangur umframt deiling av nakinmyndum og øðrum persónsviðkvomum upplýsingum uttan samtykki er beinleiðis ólógligt. Mong vita hetta ikki, og kanska verri – mong vita, men virða ikki. Tað er púra vanligt, at serliga ung brúka viðkvæmar persónligar upplýsingar sum undirhald, hevndarálop ella hóttanaramboð móti verjuleysum persónum. Er myndin komin á Alnetið, er mest sannlíkt ógjørligt at fáa hana aftur. Slíkur ágangur og skemd eru álvarsom, og hjá tí rakta kunnu árinini samanlíknast við tey, tú fært av harðskapi og øðrum ágangi. Tey eru álvarsom, og í 2018 er neyðugt hjá okkum at tosa um talgilda mentan og siðmenning, um rættindi á netinum og um galdandi lógir. Somuleiðis er ikki minst týdningarmikið at tosa um virðiliga og siðiliga framferð, og hvussu vit bera okkum at mótvegis øðrum. Neyðugt er at gera tað púra greitt fyri øllum, at tað er ALTÍÐ tann, ið deilir myndina, sum hevur skyldina, og at tað tí ONGANTÍÐ er tann, sum hevur tikið ella sent myndina í trúnaði, ið skal revsast, hvørki moralskt ella sambært lóg. Hinvegin kann tann, ið hevur deilt myndina uttan samtykki, revsast sambært revsilógini.

SAMTYKKI skal gevast tvær ferðir. Tú skalt hava SAMTYKKI fyri at taka myndina og SAMTYKKI til at deila myndina. At tú hevur fingið eina mynd sendandi merkir ikki, at tú harvið hevur rætt til at deila hana.

Kelda.www.amnesty.fo