Tubbak og snús

Tubbak

Royking
Tú kanst roykja tubbak í sigarettum, sigarillum, sigarum, pípu ella vatnpípu. Nógv vita at royking er hættislig. Annarhvør persónur, sum roykir, doyr fyrr, enn um hann ikki hevði roykt.

Sigarettir, sigarir, sigarillir og píputubbak innihalda fínmalin tubbakbløð. Í einari sigarett eru umleið 4000 kemisk evnir. Her eru nøkur av teimum:

  • Nikotin, er eitt eitur, ið bara er loyvt í tubbaki og vørum, ið vilja hjálpa fólki, sum ætla at leggja av at roykja.
  • Tjøra, ið inniheldur nógv ymisk sløg av evnum, har nøkur av teimum kunnu elva til krabbamein. Tjøra verður eisini brúkt í máling og í asfalti.
  • Kulmonoxid, eitt eitrandi gass, ið t.d. er í útstoytinum á bili.

Nógv av evnunum í sigarettum eru vandamikil og kunnu elva til krabbamein.
Fyri at ansa eftir ungum og teimum vandum, ið standast av royking, sigur ein lóg, at tað  er ikki loyvt at selja persónum undir 18 ár tubbak.

Hví fara vit at roykja ?
Tað er vanligt, at tú ert saman við vinum, tá ið tú roykir fyrstu ferð. Tú vilt kanska sleppa at royna, hvussu tað smakkar, og hvussu tað følist at roykja. Kanska fert tú at halda, at tað er frálíkt, at tað sær kul út o.t. Næstan eingin heldur, at tað smakkar væl fyrstu ferð, tey royna at roykja.

Summi roykja fyri at síggja eldri út, ella fyri at føla seg sjálvstøðug. Ella bara tí at tað er lættari at vera saman við øðrum, sum roykja, um eisini tú roykir.

Hví halda vit fram við at roykja ?
Tað er lætt at blíva bundin av royking. At blíva bundin merkir, at kroppurin er vanur við at fáa okkurt, og kann hava tað ringt, um tú ikki roykir. Hetta er tí, at tú fært abstinensir.

Royking kann lættliga gerast til eina vana, og ofta kann tað vera tí, at tað kann verða ringt at leggja av at roykja.

Nógv vita, at tað er vandamikið at roykja
Royking kann hava við sær sjúkur og skaðar. Annarhvør persónur, sum roykir doyr fyrr, enn um hann ikki hevði roykt.

Nógv fólk vita at royking er vandamikið, men tað er lætt at hugsa, at tú verður ikki sjúkur og fært lagt av, áðrenn roykingin verður vandamikið.

Her eru nøkur dømi um vansar av royking:

  • Tú fært vánaligari konditión
  • Tú fært fleiri bumsar
  • Tú byrjar at hosta meira
  • Tenninar gulna
  • Tú kanst fáa infektión í andaleiðina

Fyrr tú fert roykja, størri er vandin fyri at fáa sjúkur og skaða. Vandin verður størri og størri, longri tú roykir. Lungini eru meira viðkvom fyri royki, áðrenn tey eru liðugt útviklað.

Góðar grundir til ikki at fara at roykja

  • Tú fert at hava pengar til nógv annað, tí at tað er dýrt at roykja.
  • Konditiónin/heilsustøðan er betri
  • Tú ert sunnari og fert at liva umleið 10 ár longri enn roykjarar.
  • Foreldrini hjá tær og onnur vera ikki kedd.
  • Klæðini lukta betri.
  • Andadrátturin er betri, og tenninar hvítari.

Lóg um tubakk er her.

Snús

Snús er ein roykfrí tubbaksvøra, ið verður løgd millum vørr og tannkjøtið. Evnið í snúsinum koma inn í blóðrenslið ígjøgnum slímhinnurnar í munninum.

Snús er gjørt úr tubbaksbløðum, ið eru blanda við smakki, vatni, salti og nógvum ymiskum kemiskum evnum. Fleiri av hesum evnum kunnu elva til krabbamein, millum annað tungmetal og radioaktivt polonium.
Snús er gjørt soleiðis, at brúkarin skal dáma smakkin og upplivilsið, og helst skal ein gerast bundin av snúsinum. Evnið, sum ein blívur bundin av, er nikotin.
Øll sløg av snúsi innihalda evni, ið gera ein bundnan, t.d. nikotin og onnur evni, ið kunnu elva til krabbamein.