Ung og rúsur
Hetta brotið handlar um ungdóm og rús. Um tú upplivir, at rúsur fyllur nógv heima hjá tær, so kanst tú lesa meira um tað her: Tá rúsur er ein trupulleiki heima
Ynskir tú onkran at tosa við? Ring til Tú & Eg Ráðgevingina á 116 111 ella skriva til okkum HER – her eru vaksin, ið tú kanst tosa við. Vit síggja ikki hvør tú er.
Ung og rúsur
Nógv hava teirra fyrstu uppliving við rúsdrekka (og rúsevnum) í ungdómsárunum. Onkur smakkar sær kanska sjálvur á, ímeðan onnur hava vinir, ið rúsa seg. Tey flestu uppliva, at tey mugu taka eitt val um hetta er nakað tey vilja ella ikki, og hetta kann fylla nógv.
Rúsur og vinir
Fyri nógv ung hevur tað ótrúliga nógv at siga, at vera líka sum vinirnir. Við hesum innbygda tørvinum kemur eisini eitt natúrligt, men ofta eitt stórt og til tíðir óbehagiligt trýst til at gera tað sum bólkurin ger = at passa inn, sjálvt um bólkurin ger okkurt, ið ein sjálvur ikki hevur hug til ella dámar serliga væl.
Ungdómsmentanin í løtuni er (tíanverri) nógv merkt av at rúsa seg. Tað hevur týdning, at tú veist, at tað er títt val um tú vilt ella ikki vilt rúsa teg. Tú skalt eisini vita, at tað kann vera orduliga trupult at siga nei, um hini tú fylgist við drekka ella taka rúsevnir, og tí er tað gott, at tosa við onkran vaksan um tínar upplivingar og hvussu tú kanst sleppa undan hesum trýstinum.
Skal eg ella skal eg ikki?
Minst til, at lurta eftir tær sjálvum, og set tær spurningar sum:
- “Vil eg vera partur av hesum?”
- “Hvat er týdningarmikið fyri meg?”
- “Hvat tími eg betur?”
- “Um eg slapp at avgerða, hvat høvdu vit so gjørt?”
- “Vil eg hetta ella er tað tí hini gera tað?”
Tað er okay ikki at tíma og vera sum hini. Vit eru øll ymisk. Tú ert tú, so lurta eftir hvat tú hevur brúk fyri, og ver ein góður vinir um onkur vinur vil okkurt annað enn tú. Drekk ikki um tú følir teg trýstan til tað, ella fyri at sleppa undan onkrum t.d. kenslum. Hetta er orsøkir, ið økja um vandan fyri at tú kanst gerast bundin at rúsinum – um tú ella onkur ungur tú kennur stríðist við bundi ber tað til, at seta seg í samband við DAT ung (les meira longri niðri á síðuni).
Eg velji ikki at rúsa meg
Minst til, at valið er títt, og at tú ert ikki einsamøll/einsamallur. Tað eru rættuliga nógv, ið velja ikki at drekka ella taka rúsevnir. Í 9. flokki í Føroyum siga uml. 50% av teimum ungu, at tey ikki hava drukki síðsta árið. Tølini av ungum, ið ikki hava roynt hassj og onnur rúsevnir leypa heilt upp á 94% og 99%. Kanningin kann síggjast HER
Ofta føla ung seg einsamøll tá tað tey velja rúsin frá, men tú ert ikki einsamallur/einsamøll. Undir Liv lívið longri niðri á síðuni kanst tú lesa meira.
Eg velji at rúsa meg
Um tú velur at rúsa teg hevur tað stóran týdning, at vita hvørja ávirkan tað hevur (longri niðri á síðuni kans tú lesa meira um hetta). Aldur hevur nógv at siga í kjakinum, um nær ein er gamal nokk til at byrja at drekka. Tað er stórur munur um tú byrjar at drekka tá tú ert 14 ella 15, um tú ert 16 ella 17, ella um tú ert 18+. Aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka í Føroyum er 18 ár. Rúsdrekkalógin er HER.
Rúsevnir eru ólóglig, og kunnu vera sera vandamikil. T.d. kann man spora ávirkanina av hassj í kroppinum upp í 6-10 vikur aftaná onkur hevur rúsa seg. Hetta er sera leingið.
Tað hevur eisini týdning hjá tær at vita, at tað er stórur munur á hvussu nógv tú drekkur. Tað er munur á t.d. 1, 2, 3, 4 og 5 øl ella cider. Drekk sum minst um tú drekkur. Nær tú byrjar at drekka, nøgdin av rúsi og hvussu ofta man rúsar seg hava alt stóra ávirkan á heilamenningina, og tað er serliga hetta, ið ger tað vandamikið.
Góða ráð
- Bíða so leingið sum møguligt (1 ár hevur nógv at siga)
- Drekk minst møguligt, tað er líka stuttligt og uttan keðilig árin
- Drekk spakuliga
- Drekk veikt, t.d. cider ístaðin fyri vodka, ella eina veika øl ístaðin fyri eina sterka
- Drekk nógv vatn
- Minst til at eta áðrenn
Hvussu ávirkar rúsur meg?
Tá man er ungur henda ótrúliga nógvar broytingar bæði í kroppinum og rundan um ein. Broytingar á kroppinum eru ofta sera sjónligar, ímeðan t.d. tann stóra heilamenningin, ið fer fram, ikki eru so sjónlig – og tí kann hetta snýta okkum til at halda, at tað ikki er so farligt.
At vita um heila-menningina er ótrúliga týdingarmikil um tú umhugsar at drekka. Grundin til tað er, at rúsdrekka og rúsevnir hava sera stóra ávirkan á heilan, serliga hjá ungum. Rúsurin ávirkar ymiskar partar, ið kunnu beinleiðis forða menningini hjá tí unga. Gransking vísur, at heilin hjá okkum er ikki liðugur at mennast, fyrr enn vit eru seint í 20unum. Tað vil siga, at yngri tú ert, størri er vandin fyri at menningin verður ávirkað, og størri er vandin fyri, at tú gerst bundin at rúsinum.
Hvat skal eg gera um onkur vinur hjá mær rúsar seg?
Líka sum tað er títt val um tú velur at drekka ella ikki, so er tað eisini eitt val tín vinur tekur. Tú kanst vera ein góður og stuðlandi vinur við at lurta eftir tí sum fyllur hjá vininum, og bjóða vinunum við til okkurt rúsfrítt hugnakvøld.
Um tú ert í hesari støðuni, so ert tað eisini gott at fáa tosa við onkran vaksnan um tíni ivamál og tínar spurningar, t.d. ber til at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111 ella skriva HER
Fleirtalsmisskiljingin
Kanningar vísa, at ofta heldur man, at hini hava drukkið meira enn tey veruliga hava og tað kann hava við sær, at man sjálvur roynir at drekka meira soleiðis, at man ikki er “aftanfyri” – hetta verður nevnt „fleirtalsmisskiljingin“. Hetta er galdandi fyri ung sum vaksin, og er gott at vera tilvitaður um. Her er eitt video, ið vísur hvussu hetta fungerar.
Hvat arbeiðir Blái krossur við?
Dat ung
DAT Ung er ein viðgerð fyri ung millum 15 og 18 ár. Endamálið við DAT Ung er at hjálpa ungum at handfara lívið uttan rúsin og harvið fyribyrgja, at ung menna ein álvarsaman rústrupulleika. Hetta inniber bæði einstaklinga- og bólkaterapi, har tann ungi saman við einum sálarfrøðingi lærir førleikar, ið hjálpa at handfara tey tungu og truplu tingini í lívinum. Í DAT Ung verður dentur eisini lagdur á, at familjan gerst partur av viðgerðini. Tann ungi nýtist ikki at vera “misnýtari” fyri at vera við í DAT Ung. Tað snýr seg ikki um hvussu stór nýtslan av rúsi er, ei heldur hvat slag av rúsandi evni talan er um, men heldur um hvussu einstaklingurin nýtir rúsin. Brúkar tann ungi rúsin í ein ov stóran mun at stýra truplum kenslum, handfara negativar relatiónir ella flýggja úr kreppum, so er tað kanska eitt gott hugskot, at hann leitar sær hjálp hjá DAT Ung. Viðgerðin er ókeypis, fer fram í Tórshavn og er ambulant; tað vil siga, at hon ikki inniber innlegging, men lættliga fæst at passa inn í ein vanligan gerandisdag hjá einum ungum”
Ynskir tú hjálp ella hevur tú spurningar um DAT ung, ert tú vælkomin at ringja til Bláa Kross á telefon 780 770
Liv Lívið
Avgerðin er tín! Vit ynskja at verða ein stuðul hjá tær, ið ynskir at vera rúsfríur, fyri teg ið kennir teg uttanfyri, tí tú ikki rúsar teg, og fyri teg ið kennir teg trýstan til at rúsa teg. Vit vilja vísa á, at tað ber væl til, at vera rúsfrí/ur og cool. Vit ynskja at hjálpa tær at tora at vera tú – tú ert nóg góð/ur , sum tú ert. Vit ynskja at vísa á, at tú kanst hava tað stuttligt og vera við uppá tað uttan at rúsa teg. Vit hava eisini eina heimasíðu har tú kanst fylgja við – www.livlivid.fo.