Við barn – Ung foreldur

Hvat er tað at vera við barn?
Tá tú ert við barn hevur tú eitt barn í búkinum. Hetta við at tú hevur verið í song við einum dreingi, og sáðið hjá honum møtir einum eggi, og tey bæði renna saman og verða ment til eitt fostur.
Hetta endar so við, at barnið verður føtt, ella gentan aborterar spontant ella ætlað.

Er tað lætt at blíva við barn?
Ein genta hevur menstruatión eina ferð um mánaðin. Gentan hevur eisini egglosning eina ferð um mánaðin. Daganar rundan um egglosning er lættast at gerast við barn. Egglosning eru umleið 14 dagar áðrenn menstruatiónin kemur. Hevur tú akkurát fingið menstruatiónina, ella hon ikki kemur regluliga, kann tað vera ringt at vita, nær tú hevur egglosning, og tí kann tað vera ringt at vita, nær tú hevur lættast við at gerast við barn. Les meira her

Tekin um at tú ert við barn
Tað vanligasta tekinið um, at tú ert við barn, er at menstruatiónin ikki kemur, tá ið hon eigur at koma. Tað kunnu eisini vera onnur tekin, sum t.d.:

  • Bróstini eru eym og spent.
  • Tú ert troytt.
  • Tú ert illa fyri og hevur kanska vaml og spýr, helst um morgunin.
  • Matarlysturin er ringur ella óvanliga góður.
  • Tú luktar meiri, og tú verður kanska meiri viðkvom fyri ymiskum lukti.

Hesi tekin kunnu tó eisini koma í sambandi við menstrautión.
Hevur tú akkurát fingið menstruatión, ella er hon óreglulig, kann tað vera ringt at vita, um tú ert við barn. Tað er eisini ymist, hvussu tú varnast tað.
Fleiri bløða, hóast tær eru við barn, men hesar bløðingar eru ofta ikki líka ógvisligar sum vanlig menstrutatión.

 

Hvussu finni eg útav, um eg eri við barn?
Ivast tú í, um tú ert upp á vegin, er best at at taka ein gravditetskanning. Hetta í staðin fyri at bíða eftir, um nøkur tekin koma.
Ert tú bangin fyri, at tú ert við barn, kunnu tekin væl vísa seg, hóast tú ikki ert við barn. Far tí heldur á apotekið ella í ein handil og keyp ein graviditetstest.


Nær kann eg taka ein graviditetstest?
Tú kanst taka ein graviditetstest sama dag, sum menstruatiónin átti at verið komin tríggjar vikur eftir, at tú hevur verið í song við einum dreingi og hvørgin hevur brúkt fyribyrging. Les meira um graviditetstest her.

Ivast tú í, um tú ert við barn, kanst tú fara til lækna ella fara á apotekið og keypa eina graviditetstest.

Gakk ikki einsamøll við hesum tonkum
Tað er vanligt at ivast, tá ið tú ert ung og við barn. Tað er ein stór avgerð at velja, um tú skalt hava barnið, ella tú vilt hava fosturtøku. Tað kunnu vera ymiskir spurningar, tú kanst seta tær sjálvari í sambandi við hetta, tú kanst stúra fyri, hvat foreldrini fara at siga um, at tú ert við barn. Hetta er ein torfør avgerð at taka, og tí er tað týdningarmikið hjá tær at tosa við onkran, sum tú følir teg tryggan við, hvat tú hugsar og følir í sambandi við, at tú vilt eiga barnið ella tú vilt hava fosturtøku. Tú kanst lesa meira her.

Hvussu er við vinum, familju og parlagi, tá eg verði við barn. Les meira her

At verða pápi
Tað at ein genta verður við barn eftir at hava verið í song við einum dreingi, er ikki altíð planlagt. Hetta er nakað, ið kann ávirka teg, sum hevur verið saman við gentuni, um tú vilt at vera ein partur av barninum ella ikki. Tað kann vera ringt at skilja tað, sum er hent.

Tá tú hevur verið í song við einari gentu, og hon er við barn, so hevur tú lítið at siga í sambandi við at taka støðu til, um gentan skal hava fosturtøku, ella um hon skal eiga barnið. Hetta er eisini galdandi, um tit eru par ella ikki. Tað stendur til gentuna at avgera, um hon vil hava barnið ella at abortera.

Tosið saman um støðuna
Tað kann geva tær eina kenslu av maktarsloysi, at tú ikki sleppur at vera við til at taka støðu til, um tú vilt vera pápi ella ikki.
Sjálvt um tú og gentan ikki eru samd um, hvørt tit vilja fáa barnið ella ikki, so er tað eitt gott hugskot at tosa saman um tað kortini. Hetta kanst tú lesa meira um her.

Hugsa um hvat tú vilt í sambandi við barnið
Tá ið tú skalt verða pápi hevur tú ymsar skyldur mótvegis barninum. Hesar skyldur kanst tú lesa meira um her.
Hóast tú hevur ymsar skyldur mótvegis barninum, kanst tú sjálvur avgera, hvussu nógv tú vilt hava við barnið at gera, um tú vilt vera ein partur av lívinum hjá barninum, um tú vilt síggja barnið o.a. Hetta er nakað tú kanst tosa við gentuna um.

Vilt tú vita meira, so kanst tú lesa her. Vilt tú vita meira um fyribyrging, kanst tú lesa á gigni.fo ella apotek.fo.

Ivast tú í fosturtøku kanst tú venda tær til gigni her.