Vinir
Er tað komið til ilnar millum teg og besta vin tín? Ert tú forelskað/ur í allarbesta vini tínum? Ert tú einsamøll/einsamallur?
Vinir eru nakað av tí allarbesta! Men hvat gert tú, um tit gerast óvinir, um tú blívur forelskað/ur í einum vini, ella um tú ongar vinir eigur? Leita eftir góðum ráðum, les brøvini frá øðrum børnum ella royn teg fram.
1
Um tað er komið til ilnar ímillum tykkum, loysið so trupulleikan sum skjótast, so tað ikki verður verri.
Royn at …
Tosa við viðkomandi um tað. Tú kanst senda viðkomandi eini sms-boð, har tú sigur, at tú fegin vilt tosa.
Royn at seta teg inn í, hvussu mótparturin fatar støðuna. Anda djúpt og tel til tíggju, so at tú ikki av óvart sigur okkurt býtt, sum tú ikki meinar.
Mann skal ikki vera vinur, hvussu víkur og vendir. Hugsa tí um, um tú tímir at vera vinur við viðkomandi.
2
Hvat kanst tú gera, um tú ikki hevur so nógvar vinir í skúlanum, ella kanska er nýggj/ur í flokkinum?
- Royn og ver blíð/ur, jalig/ur og ikki ov vandin.
- Ver sum tú ert, og hav álit á tær sjálvari/sjálvum.
- Set teg í samband við onnur.
- Royn og vís øðrum áhuga, t.d. at vísa áhuga fyri tónnleikinum, teimum dámar ella øðrum áhugamálum teirra.
- Set teg í samband við ein vaksnan, um hetta gerst tær ov torført.
3
Er vinur tín í trupulleikum? Her eru hugskot, hvussu tú best kanst hjálpa:
- Tosa við vin tín; ofta er tað prát, ið mest er brúk fyri. Tað er ikki altíð soleiðis, at tú skalt loysa trupulleikan, men tað, at tú lurtar, kann gera stóran mun.
- Vís at tú ert til staðar við t.d. at spyrja, um tit skulu finna upp á okkurt saman.
- Ikki skunda undir nakra loysn, men lat vinin seta ferðina.
- Er trupulleikin álvarsamur, er umráðandi, at vinur tín eisini fær hjálp frá einum vaksnum. Sig við hann/hana, at tú kanst hjálpa við at tosa við ein vaksnan.
4
Tað er einki galið í at hava vinir av hinum kyninum. Men hvat kann gerast, um tú heldur, at tað er torført?
Royn at …
leypa út í tað, men ver
erlig/ur, finnið somu áhugamál og leggi einki í, hvat onnur siga.
Vita, um tú kanst skipa fyri onkrum, har bæði dreingir og gentur verða bjóðað við. Spyr t.d. nøkur av tínum góðu vinfólkum, um tey vilja hjálpa til at skipa fyri.
Minst til, at tað er ikki kynið, ið ger av, hvørji vit eru.
5
Tíma vinir tínir okkurt annað enn tú? Skal mann siga frá ella gera sum hini …
Viðhvørt kann tað kennast væl, um vinirnir hjálpa, so at mann torir eitthvørt, sum mann var bangin fyri at gera. Men minst til, at tú skalt altíð hava møguleikan at siga nei takk. Og sum vinur skalt tú altíð virða eitt nei …
Tú skalt ikki føla teg kroysta/n til nakað, sum tú ikki vilt gera.
Følir tú teg einsamalla/n, hugsa so um, at tað eru onnur, ið hava tað sum tú, og royn at tosa við tey um tað.