Í dag, á Altjóða barnarættindadegnum fingu Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í Almannamálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, Norðurlendskur samstarvsráðharri, høvi at kunna seg nærri um barnsins sjónarmið, tá tey fingu handa tilmæli, um íverksetan av ST Barnarættindasáttmálanum.
Í Januar 2020 hittust vit saman við 65 øðrum børnum frá Íslandi, Grønlandi, Danmark, Finnlandi, Noregi, Svøríki og Álandi til ráðstevnuna Det Nordiske Børneforum. Stigtakarar til ráðstevnuna vóru Norðurlendska Ráðharraráðið, Barnaráðið, Almanna- og innlendismálaráðið og UNICEF Danmark, í samband við hátíðarhald av 30 ára degnum hjá ST Barnarættindasáttmálanum, ið var 20. november 2019.
Ráðstevnan hevði eitt endamál: Norðurlond skulu verða besta stað hjá okkum, børnum, at búgva. Í hesum sambandi hava vit skriva eitt tilmæli til avvarðandi landsstýrisfólk, við trimum evnum:
- Øll børn og ung í Norðanlond skulu kenna ST Barnarættindasáttmálan og síni rættindi.
- Øll børn og ung í Norðanlond skulu verða hoyrd og møguleikar at hava virknan leiklut í samband við allar avgerðir, ið onkursvegna beinleiðis, ella óbeinleiðis ávirka tey.
- Øll børn og ung í Norðanlond skulu verða partur av einum meiningarfullum felagsskapi, so vit saman kunnu virka ímóti einsemi.
Á ráðstevnini í januar arbeiddu vit miðvíst og fjøltáttaða, men ráðstevnan gav okkum ikki bara møguleika at arbeiða við orðingum, men gav okkum eisini eina kenslu av, at vera partur av onkrum størri, av at verða hoyrd, av at hava eitt virðið í stóra samfelagshjólinum.
Í tilmælinum hava vit givið ítøkilig uppskot til hvussu tilmælini kunnu setast í verk innan skúlagátt, í samband við frítíðarvirksemi, heima hjá familjum, og í nærumhvørvinum. Vit hava sjálvi eyðmerkt, at tað er á hesum støðum at børn og ung brúka mest av síni tíð. Arbeiðið við tilmælinum tekur støði í ST Barnarættindasáttmálanum, og byrjaði longu á heystið 2019, har Barna & Ungdómsráðið frá Norðanlondunum hittust og umrøddu teirra ymisku sjónarmið.
Tilmælini eru tøk á heimasíðuni hjá Barnabata, undir greinini.
Tilmælini eru til tykkara, sum sita við valdinum í dag. Men vit hava eisini eina ábyrgd sjálvi. Okkara ábyrgd sum komandi ættarlið, er at vit skulu gera okkara til, fyri at tryggja at vit verða hoyrd og taka ábyrgd av okkara framtíð og nútíð.
Sum partur av Barnabata fara vit at arbeiða miðvíst fyri at menna okkara rættindi, og vilja sostatt bjóða til eitt orðaskiftið um barnarættindi um júst eitt ár, á Altjóða barnarættindadegnum í 2021. Her ætla vit millum annað, saman við politikarum, eftirmeta arbeiði við íverksetanini av tilmælunum, sum vit handaðu í dag.
Vinaliga
Barna & Ungdómsráðið
Barnabati