Search
Close this search box.

Evnisdagur um happing 24. apríl 2018 í Norðurlandahúsinum

Vit seta sjóneykuna á antihapping, og seta spurning við, hvussu langt vit eru komin. Vit spyrja um empati og empatiskir felagsskapir er íborið. Og vit tosa um smásamfelagið, sum karmur um uppvøkstur, sosialt lív og samleikagerð hjá børnum og ungum.

Steen Hildebrandt, relatiónsserfrøðingur, Helle Rabøl Hansen, serfrøðingur í happing og Erika Anne Hayfield, granskari í smásamfeløgum og føroyskum barnamentanum, koma at halda fyrilestrar hendan fyrrapart.

Aftaná framløgurnar bjóðar Barnabati heimagjørda, føroyska og vistfrøðiliga rabarbusaft. Meðan tit drekka saftina, verður høvið at síggja føroyska fyribyrgjandi tilfarið ímóti happing, sum Barnabati hevur ment í samstarvi við Mary Fonden og Red Barnet. Verkætlanin ber heitið Betri vinir – Fri for Mobberi.

Týsdagin 24. apríl kl 9:30 í Norðurlandahúsinum. Atgongumerkið á 350 kr fáðast á nlh.fo

Steen Hildebrandt, professari í leiðslu og organisatiónsteori (framløgan er á donskum)

Týdningurin av felagsskapi

Vit hava tørv á empatiskum felagsskapum – bæði nú og í framtíðini – og onkur skal taka ábyrgd av at skapa teir. Professari í leiðslu og organisatiónsteori, Steen Hildebrandt, hyggur nærri at hví empati er so týdningarmikið, og hvørjir møguleikar eru, hjá bæði leiðarum, fakfólki og øðrum vaksnum, at styðja undir menningini hjá tí týdningarmiklasta vit hava – nevniliga børnini.

Steen Hildebrandt er ph.d., fyrrverandi professari á Århus Universitet og adjunktur á Copenhagen Business School (CBS) og Aalborg Universitet. Hann er nevndarlimur í stýrum fyri vinnufyritøkur, útbúgvingarstovnar og sivilsamfelagsfelagsskapir, rithøvundur til hópin av bókum og greinum, um leiðslu, organisatión og samfelagsviðurskifti. Umframt ein nógv brúktur fyrilestrarhaldari. Steen Hildebrandt er m.a. samhøvundur til bøkurnar ‘Empati – det, der holder verden sammen’ og ‘Børnene er det vigtigste – fremtiden, skolen og barnet’.

Helle Rabøl Hansen, ph.d. og granskari í happing (framløgan er á donskum)
Antihapping – hvussu langt eru vit komin?
Hvussu kunnu vit vaksnu greiða frá einum fyribrigdi, sum ikki kann forsvarast? Hvussu rúma vit øllum tí óhugaliga, sum eisini fylgir við, tá ið børn berjast fyri teirra sosialu yvirliving? Ein nýggj áskoðan á happing seinnu árini snýr seg um mentanina hjá felagsskapunum, ið børnini eru ein partur av. Helle Rabøl Hansen setur sjóneykuna á seinastu 20 árini við denti á felagsskapsfatan og gevur okkum samstundis innlit í, hvussu vit, sum fakfólk og vaksin, fyrst og fremst verða verandi á barnsins síðu, tá vit arbeiða við happing.

Helle Rabøl Hansen varð útbúgvin løgfrøðingur í 1998 á Universitetinum í Keypmannahavn, og hevur síðan arbeitt við happing sum yrkisøki. Fyrst sum løgfrøðiligur fulltrúi í Børnerådet og seinni hjá Børns Vilkår. I 2005 var hon við til at seta netverkið AMOK, AntiMObbeKonsulenterne, á stovn. Helle Råbøl Hansen fekk sína ph.d. í 2011 við ritgerðini: “Lærerliv og elevmobning”, og hon hevur verið við í fleiri bókaútgávum, sum til dømis ‘Mobningens ABC: en fagbog om mobning’ (2016), ‘Parentesmetoden: tænkestrategier mod mobning’ (2015) og ‘Grundbog om mobning’ (2005).

Erika Anne Hayfield, ph.d., granskari í smásamfeløgum og føroyskari barnamentan (framløgan er á føroyskum)

Í Føroyum búgva vit í einum samfelag, har fólk kennast væl og sambondini eru tøtt. Hesi tøttu sambond sermerkja líviðheima, í skúlanum og á arbeiðsmarknaðinum. Við støði í okkara lítla oyggjasamfelagi setur Erika Anne Hayfield sjóneykuna á smásamfelagið, sum karm um uppvøkstur, sosiala lívið og samleikagerð hjá børnum og ungum – umframt hvørja ávirkan smásamfelagið hevur á, hvussu ung navigera og hugsa um framtíðina.

Erika Anne Hayfield er ph.d., lektari og útbúgvingarleiðari á Fróðskaparsetri Føroya. Erika granskar innan fráflyting av ungum fólkum, tilflyting av útlendingum, kyn og barnamentan. Umframt granskingarroyndir sínar, hevur hon royndir innan vinnulív og almenna fyrisiting. Hon hevur skrivað greinar, hildið fyrilestrar og staðið á odda fyri fleiri stórum verkætlanum, eitt nú Heildarætlan um fólkaflyting og fólkavøkstur. Erika er eisini virkin í nevndum og luttekur í fleiri altjóða samstørv.