Search
Close this search box.

Finn tríggjar ‘villur’ 

3-6 ár / 6-9 ár

Eitt stuttligt og áhugavert spæl, sum lærir børn at varnast smálutir hjá hvørjum øðrum.

Í hesum spælinum fáa børnini møguleika – tvey og tvey – at læra hvønn annan betur at kenna. Hetta gevur børnunum kensluna av at verða sædd og viðurkend, og økir hetta samstundis um áhugan fyri hvørjum øðrum.

Soleiðis gera tit

  1. Být børnini upp tvey og tvey.
  1. Børnini skulu nú eygleiða sín makkara serliga væl og royna at minnast, hvussu makkarin sær út.
  1. Tann eini vendir síðani rygg til, meðan hin hevur ein minutt at broyta trý ting við sær sjálvum. Tað kann t.d. vera at flyta urið yvir á hitt handliði, seta hárið øðrvísi, fara úr einum skógvi ella smoyggja ermarnar upp.
  1. Luttakarin, ið vendir rygg til, vendir sær síðani við og skal nú gita, hvørjar broytingar hin hevur gjørt. Tá barnið hevur gitt tær tríggjar broytingarnar – ella gevur upp – býta tey um.

Góð ráð

  • Tað er umráðandi, at ein vaksin setir børnini saman tvey og tvey.  Á tann hátt kann hetta vera við at styrkja relatiónirnar og kunnleikan hjá børnum, sum annars ikki spæla so nógv saman.
  • Tá børnini eru vorðin trygg við spælið og kenna reglarnar, kann tað brúkast sum “brain break”. Ein umgangur tekur uml. 5 min.

Námsfrøðiligt endamál

Endamálið við jaligum felagsspølum er at styrkja felagskensluna og relatiónirnar hjá børnunum. Við hesum spælinum læra børnini at vísa øðrum børnum meira uppmerksemi, at fáa uppmerksemi, samstundis sum tey byrja at varnast nýggjar og ymiskar síður hjá hvørjum øðrum.

Í spælinum læra børnini eisini at bíða eftir hvørjum øðrum og at skiftast um.