Search
Close this search box.

Førleikamenning og eftirútbúgving til dagstovnaøkið

Kanningin hjá Barnabata (2018, Betri vinir 1) vísti á, at 37% av starvsfólkunum á dagstovnum í Føroyum, ið luttóku í kanningini, eru útbúnir námsfrøðingar. 302 starvsfólk, býtt á 28 stovnar í 13 føroyskum kommunum luttóku í kanningini og sostatt eru greiðar ábendingar um, at ov fáir námsfrøðingar starvast á føroyskum dagstovnum, í mun til galdandi ásetingar. Tó er viðkomandi at vísa á, at ein munandi størri bólkur, ið svarar til 52% av teimum spurdu, hava starvast innan økið í fleiri enn 10 ár. Sostatt er talan um ein lutfalsliga stóran hóp, ið hevur drúgvar royndir og/ella viðkomandi førleikar. 

Vit fegnast um, at nógv av teimum úrslitum vit fingu frá kanningini benda á, at ymisk grundleggjandi viðurskifti er sera góð. Eitt nú svaraðu mest sum øll, at tey vóru nøgd ella sera væl nøgd við samstarvið í starvsfólkahópinum.Sambandið millum starvsfólk og foreldur ella umsorganarpersónar vísti seg eisini at vera gott, bæði tá hugt var at títtleikanum og góðskuni. 

Úrslitini vístu eisini, at tey mettu, at tað vóru tey vaksnu, starvsfólk og foreldur sum hava ábyrgdina fyri trivnaðinum hjá børnunum og at teimum vantar greiðar mannagongdir og amboð til at styðja undir barnafelagsskapin. Júst hetta síðstnevnda er ein av grundunum til, at Barnabati bjóðar førleikamenning og útbúgving til øll starvsfólk, hvørs arbeiði hevur við børn og ung at gera. 

Flestum kunnugt er happing ein støðug avbjóðing millum børn og ung, og ikki undrunarvert ásannaðu mest sum øll starvsfólkini í luttóku í kanningini hjá Barnabata, at happing fer fram millum børn á dagstovnnunum.
Í sambandi við, at Barnabati fór í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet um antihappingarverkætlanina Betri vinir – Fri for Mobberi, bjóðar Barnabati viðkomandi førleikamenning og í løtuni eru fimm skeið at velja ímillum. Hetta eru skeið við ítøkiligum føroyskum amboðum, ið starvsfólkini kunnu nýta og fáa íblástur av.

Umframt miðvísa arbeiði, at fyribyrgja happing, bjóðar Barnabati eisini undirvísing innan relatiónsførleikar.
Barnabati hevur eisini samstarv við Dansk Center for ICDP. Í hesum sambandi kunnu vit bjóða bæði fak- og ófaklærdum útbúgving í relatiónsførleikum. Endamál er at styrkja relatiónsførleikan, skapað eitt felags fakmál og styrkja tað tvørfakliga samstarvið.

Tú kanst lesa meira um skeiðsvirksemið her
Tú kanst lesa meira um kanningina her

Vinaliga

Barnabati