Í fleiri ár hevur Barnabati stuðlað føroyskum barnafamiljum, so at øll børn og ung hava somu fortreytir at luttaka í frítíðarvirksemi uttan mun til fíggjarstøðuna hjá familjuni.
“At fleiri kommunur nú hava valt at geva teirra yngru borgarum frítíðarkort og harvið økja um møguleikan hjá teimum at luttaka í frítíðarvirksemi, gleðast vit nógv um”, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari hjá Barnabata.
Skjótt eru 30 ár liðin, síðani Sameindu tjóðir smíðaðu Barnarættindasáttmálan, og góð 27 ár síðan hann varð samtyktur í Føroyum.
Barnarættindasáttmálin fevnir um nógv viðurskifti hjá børnum og ungum, og hóast føroyska samfelagið enn hevur eitt sindur á mál, so er hetta eitt týdningarmikið stig á leiðini.
Barnarættindasáttmálin sigur millum annað, at børn hava rætt til frítíð, spæl og hvílu, umframt at luttaka í mentanarligum og listarligum virksemi. Sáttmálin sigur víðari, at børn hava rætt til at liva og búnast kropsliga, sálarliga, andaliga, moralskt og sosialt, og at landið skal gera alt tað er ment, fyri at hetta gerst møguligt.
At fleiri kommunur nú hava valt at veita børnum og ungum fíggjarligan stuðul, at luttaka í mennandi virksemi og felagsskapum er viðvirkandi til, at børn og ung ikki verða útihýst frá hesum av fíggjarligum ávum.
Meira enn bert at liva upp til ein sáttmála
At luttaka í mennandi virksemi og verða partur av felagsskapum, er eisini týdningarmikið av øðrum orsøkum, enn at vit skulu liva upp til ein altjóða sáttmála.
Menniskjan er ein sosial vera, sum trívist og mennist í góðum felagsskapum. Frá tí vit verða fødd søkja vit samband við onnur, og hava í størri ella minni mun, tørv á at vera í bólkum. Í bólkum kunnu vit hjálpast at við ymiskum praktiskum, vit kunnu hjálpast at við tí kensluliga, og vit kunnu stuðla hvør øðrum. Vit kunnu læra av hvør øðrum, og ofta hava vit tað stuttligari í bólki enn í einsemi. Sum bólkur kunnu vit betri verja okkum móti hóttanum uttanífrá, og sostatt verður tað ofta meira trygt at verða partur av einum bólki ella einum felagsskapi.
Granskingin tykist nokkso greið: vit hava ein íbornan tørv fyri at vera partar av felagsskapum, tað vil siga, at tað rætt og slætt liggur í okkara ílegum. Gransking týður somuleiðis á, at tá vit eru partar av góðum felagsskapum, hevur tað eina jaliga ávirkan á okkara kropsligu og sálarligu heilsu. Luttøka í góðum felagsskapum hjálpir okkum eisini at menna førleikar av øllum slag, bæði individuellar og sosialar. Frítíðarítriv og góðir felagsskapir skapa eisini ein pall, har børn og ung sleppa at royna seg í ymiskum leiklutum. Har kunnu tey fáa kunnleika um sosialar normar, og kunnu, um karmarnir eru tryggir, læra seg at møta avbjóðingum, og harvið verða betri fyrireikaði til líknandi avbjóðingar í vaksnamannalívinum.
Tær ljótastu illbønirnar?
Vit munnu øll kenna aftur hvussu óunniligt tað kendist, tá vit ikki vóru vald á liðið í skúlagarðinum, ella tá fýra vinir vendu einum baki og søgdu, at vit ikki kundu koma heim við teimum í dag. Hvussu skuldu vit loysa ta støðuna? Bidda um at sleppa við? Renna grátandi heim? Ella kanska lata tær ljótastu illbønirnar regna yvir tey, sum útihýstu?
Onkuntíð hava vit ivaleyst megnað at velja ein gagnligan hátt, soleiðis at vit aftur blivu partur av felagsskapinum. Men ofta man hava hent, at henda útihýsan hevur ført við sær eina ótilvitaða, ógagnliga reaktión, sum hevur gjørt ilt verri. Hetta av tí heilt einfaldu orsøk, at tørvurin fyri at vera partur av felagsskapum liggur djúpt í okkara ílegum, og útihýsan av einum felagsskapi tí heilt ótilvitað kann verða tulkað, sum ein hóttan móti okkara yvirlivilsi og tí aktiverar okkara ótilvitaða og púra sjálvvirkandi verjuskipan.
Henda verjuskipan kann vísa seg á tríggjar mátar: vit kunnu flýggja, berjast ella stirðna. Tað vil siga, at vit til dømis kunnu renna grátandi heim, vit kunnu royna at yvirtala hini at taka okkum inn í felagsskapin, ella vit kunnu blíva óvirkin uttanfyri felagsskapin. Henda automatiska verjuskipan setir eina rúgva av neurokemiskum reaktiónum í gongd í okkara kroppi og heila og strongdarhormon verða producerað. Hendir hetta sera ofta, ella yvir longri tíð, kann tað sambært serfrøði, verða til skaða fyri bæði okkara kropsligu og sálarligu heilsu. Samanumtikið forðar útihýsan úr felagsskapum og einsemi á ungum árum okkum ikki bara í at gleðast og mennast, men kann beinleiðis vera skaðilig fyri okkum. Harafturat týður gransking millum annað á, at menniskju, sum hava fáar sosialar relatiónir sum børn, í størri mun fáa lægri útbúgving, og eru oftari í einum lægri sosialum flokki, og stríðast í størri mun við sálarliga strongd, tá tey vaksa til.
Útihýsan av føroyskum børnum og ungum.
At tað finnast fleiri orsøkir til at nøkur børn og ung kenna seg útihýst úr frítíðarítrivum og felagsskapum, er ongin loyna, og at fleiri kommunur nú velja at útihýsan ikki skal vera av fíggjarligum ávum, er eitt týdningarmikið stig á leiðini at betra um viðurskiftini hjá øllum børnum í Føroyum.
At útihýsan av børnum og ungum ikki er ókent í Føroyum, vísti spurnakanningin um happing í fólkaskúlanum, sum Fróðskaparsetur Føroya almannakunngjørdi í 2019. Úrslitini frá hesi kanning vístu, at meira enn helvtin av teimum næmingunum í 5., 7. og 9. flokki, sum trivust illa, eisini bóru ótta fyri at verða útihýst.
Nógv vilja vera við, at frítíðarítriv fara at spæla størri og størri leiklut í framtíðini, í tráð við at størri og fleiri møguleikar eru hjá børnum og ungum at ”skapa sítt egna lív”, ella velja sínar egnu leiðir. Um hetta er so í Føroyum eisini, ber kanska illa til at meta um nú, men áhugavert verður at síggja úrslit frá gransking innan frítíðarítriv og sosiala inklusión, sum Firouz Gaini, professari á Søgu og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetur Føroya, ger í samstarvi við onnur Norðurlond.
At kommunurnar eisini fara at seta krøv til umstøður, venjarar og lærarar, sum taka sær av tí frítíðarvirksemi, sum frítíðarkortið gevur atgongd til, hevur Barnabati stóra virðing fyri og fegnast um. Tí, eru umstøðurnar ikki í lagi, og loyvir mentanin í felagsskapinum eyðmýking ella happing, so kann hetta ístaðin vera til stóran ampa fyri barnið og tann unga, heldur enn hava tað jaliga ávirkan, ið hesi hevur rætt til.
Tilvísingar:
Av Kák, K. Biskopstø, O. & Olsen, E. (2019). HAPPING Í FÓLKASKÚLANUM – EIN SPURNAKANNING. Frágreiðing og tilmæli. Tórshavn: Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya.
Doane, L.D. & Adam, E. K. (2010). Loneliness and cortisol: Momentary, day-to-day, and trait association. Psychoneuroendocrinology, 35, 430-441.
Fróðskaparsetur Føroya (2019): https://www.setur.fo/en/the-university/staff/firouz-gaini/ Jackson, S. & Goossens, L. (2008). Handbook of Adolescent Development. New York: Psychology Press.
Lacey, R.E., Kumari, M. & Bartley, M. (2014). Social isolation in childhood and adult inflammation: Evidence from the National Child Development Study. Psychoneuroendocrinology, 50, 85-94.
Raymore, L.A., Barber, B.L., Eccles, J.S. & Godbey, G.C. (1999). Leisure Behavior Pattern Stability During the Transition from Adolescence to Young Adulthood. Journal of Youth and Adolescence, 28, 1, 79-103.
Skjødt Pedersen, C. (2019). Evolutionspsykologi. Århus: Systime.