Barnabati ynskir øllum eini góð og hugnalig jól.
Vit vilja takka tykkum mongu, ið stuðla okkara virksemi, við at bera nakrar heilsanir víðari. Tí uttan tykkara stuðul ber hetta ikki til.
Jólahjálpin: “Eg havi fingið tvey gávukort frá tykkum. 1000 takk fyri. Nú er jólaaftan vælkomin” – Familjupápi, 2 børn
Tú & Eg Ráðgevingin: “Hey, takk fyri henda brævkassan, hann hevur hjálpt mær mega nógv… 1000 takk fyri… Nú veit eg eisini hvussu onnur hava tað og tað er ikki bara eg…” – Genta 13 ár
Jólahjálpin: “Eg vil bara siga takk fyri tykkara hjálp” – Einlig mamma, tvey børn
Tú & Eg Ráðgevingin: “Hey hey! Eg havi skrivað inn til tykkum fleiri ferðir og eg havi eisini snakka við ein ráðgevara og eg havi tað soooooo gott nú! Eg vil bara takka tykkum so inniliga 🙂 Hetta hevur veri eitt órtúligt framskritt! Eg eri so yvir takksom ❤️ ” – Genta 16 ár