Hjálp til at fáa yvirlit og eina kenslu av, at tamarhald er á støðuni, og at tey vaksnu eru hjá. Hetta er í stuttum tað, ið hevur størstan týdning fyri børnini beint nú
Foreldur eiga so væl sum til ber at leggja heimaundirvísingina til rættis, men tey kunnu ikki átaka sær at verða lærarar fulla tíð og eiga ikki at seta sær ov stórar ambitiónir fyri heimaundirvísing.
Fakfólk eru av tí áskoðan, at nógv foreldur i hesum døgum uppliva tað sera krevjandi at samantvinna tað at hava børnini heima, samstundis sum tey skulu skipa fyri heimaundirvísing og passa sítt egna arbeiði.
Hóast børn vanliga eru í skúla og frítíðarskúla nógvar tímar hvønn dag, so fer tíðin eisini við øðrum enn námsfrøðiligari læring. Fyri at minka um smittuvandan mæla landsins myndugleikar til, at so nógv sum møguligt arbeiða heimanífrá. Og av tí at allir skúlar og barnagarðar í landinum eru stongdir, hevur tað við sær, at børn og vaksin, sum vanliga bara eru saman nakrar fáar tímar um dagin, nú eru saman helvtina av samdøgrinum, og hetta kann bæði vera ein gáva í einum annars skundmiklum gerandisdegi og kann eisini í ávísan mun gerast ein avbjóðing, halda serfrøðingar.
Heldur vera positivt virkin saman við børnunum enn at heimaundirvísing skal fylla alt
Bæði børn, ung og vaksin eru í eini sera óvanligari støðu, her tað er umráðandi, at vit ikki skapa eitt óneyðugt trýst og elva til strongd. Vit mugu taka tað róligt og royna at vera tolin, minka okkara ambitiónir og geva hvørjum øðrum rúm. Tað gagnar eisini børnunum.
Tað týdningarmesta fyri børn og ung í hesum døgum er at hava yvirlit yvir støðuna, og at hava eina kenslu av, at tamarhald er á støðuni gjøgnum dagin. Fyri børn í 1. til 4. flokk, verður hildið, at tað er nóg mikið at undirvísa tveir til tríggjar tímar um dagin.
Stein Frode, serfrøðingur í barna- og ungdómspsykiatri heldur, at tað er nógv meiri umráðandi, at foreldur eru virkin og positivt til staðar saman við børnunum í teirra skúlaarbeiði styttri løtur enn, at heimaundirvísingin skal vara í nógvar tímar.
Vit mugu eisini hava fyrilit við, at tað eru nógvir lærarar, sum heimanífrá skulu hjálpa til við undirvísing, dagføra heimasíður og rætta uppgávur. Nógvir av hesum lærarum, sum arbeiða heimanífrá, hava ein maka og fleiri av teimum smá børn at vera um. Tí er tað umráðandi at hugsa seg væl um í hesum døgum. Vit eru øll, stór sum smá, í eini støðu, sum okkara ommur og abbar heldur ikki hava upplivað fyrr. Vit hava ongar royndir at halda okkum til, og tí er tað eisini umráðandi, at vit hava tol við hvør øðrum og virða, at vit av og á hava brúk fyri at tosa um okkara tankar og kenslur, hava brúk fyri at rokast og fáast við okkurt heilt annað, og viðhvørt kunnu hava brúk fyri at fáa eina løtu fyri okkum sjálv.
Nógv foreldur kenna kanska støðuna, har tey skjótt føla seg útkoyrd, og at sinnið skjótt verður heitt, nú alt er broytt.
Tað mugu vit góðtaka. Hetta er ein vanlig kensla og reaktión. Og vit kunnu samstundis gera ymist fyri at sissa okkum, sum eisini ger sítt til, at børnini eru rólig.
Uttan mun til aldurin hjá barninum, um ein er einligur forsyrgjari ella eini foreldur um at loysa uppgávurnar, so er tað gagnligt at halda fast um tær vanligu rutinurnar so leingi tað er í samsvari við tilmælini frá landsins myndugleikum.
Rutina skapar tryggleika, tí tær minna børnini á tað, tey eru von við. Við at halda fast í góðum rutinum, kunnu vit eisini minka um tvístøður og órógv millum systkin. Somuleiðis kunnu rutinur eisini hjálpa okkum vaksnu at varðveita yvirlit og ró.
Heilt ítøkiliga mælir Stein Frode, serfrøðingur í barna- og ungdómspsykiatri til:
At vit halda songar- og uppfaringartíðir. At vit halda fast í morgunrutinum, sum at gera okkum til reiðar til dagin og eta morgunmat. Tað er eisini týdningarmikið, at børnini í samsvari við tilmælini spæla og tosa við vinir og familju. Børnini kunnu eisini hava gleði av at vera meira við í gerandisuppgávum og teimum húsligu uppgávunum, soleiðis at tey fáa meira tíð, har tey sleppa undan at hugsa um korona og ta broyttu støðuna.
Hann mælir eisini til, at vit hava løtur saman við børnunum uttandura. Vit hava øll, uttan mun til aldur, gott av at røra okkum í frísku luftini og náttúruni, vit eiga, Hetta hjálpir eisini, tá ið vit stúra, hava lætt við at ilskast, ella eru kedd. Kropslig rørsla ger at børn sleppa av við eitt sindur av órógvi, og tað ger tað lættari hjá teimum at hugsavna seg eftir hetta.
Eru tit eini foreldur ella vaksin, kann tað vera gott at býta uppgávurnar ímillum sín, soleiðis at tey fáa tíð at hugsavnað seg um arbeiði og børn og fáa tíð til bara at vera seg sjálv.
At gera eina ætlan fyri morgindagin kann eisini vera eitt gott hugskot, og at børnini eftir førimuni eru við í hesum ætlanum og eru fyrireikað. Tað kann vera lættari at klára ein broyttan gerandisdag, um vit eru fyrireikað.
Børn reagera ymist
Frá sálarfrøðingum vita vit, at børn reagera ymist, tá gerandisdagurin alt í einum broytist. Børn kunnu brádliga gerast meiri ósjálvstøðug, óttafull ella órólig. Og tað kann alt standast av stúran og ótta. Tí er tað umráðandi at vera til staðar og vísa teimum, at tú sært, hoyrir og rúmar tey. Tú kanst siga teimum, at hetta er ein óvanlig støða, at vit skulu vera heima eina tíð, fyri at so fá sum møguligt verða smittað av korona, og at nógv skilagóð fólk arbeiða hart fyri at minka um smittuna og at finna heilivág til tey, sum verða sjúk. Tað er týdningarmikið at halda seg til tað positiva í støðuni og vísa á, hvørjar møguleikar vit hava í tí broyttu støðuni. Men hóast tað er tað eisini umráðandi at viðurkenna allar kenslurnar, sum kunnu koma.
Varnast tú at barnið ikki hevur tað gott, er tað fínt at spyrja: “Eg síggi, at tú hevur tað ikki so gott beint nú. Hevur tú hug at tosa um tað ella skulu vit gera okkurt?”
Viðhvørt er tað gott hjá børnum at seta orð á kenslurnar, onkuntíð skulu tey hava hjálp at hugsa um okkurt annað. Onkuntíð duga tey ikki at seta orð á kenslurnar, og tá er gott hjá teimum at fáa at vita, at tað er normalt at hava nógvar ymiskar kenslur í eini slíkari støðu og at tað er normalt, at tað er torført at seta orð á tær.
Vit eiga eisini at halda fast í, hvat er ókey atburður og eiga ikki at gevast at hjálpa okkara børnum at vera góð við hvørt annað. Nógv børn, ung og foreldur hava ivaleyst gott av at minka ferðina eitt sindur. Vit mugu eisini brynja okkum við toli eina tíð og kunnu rokna við, at børnini broyta atburð og kenslumynstur, samstundis sum tað er týdningarmikið at halda fast við reglur, vit hava í familjunum: “Tað er í lagi at ilskast, men tað er ikki ókey at tosa ljótt og verða harðlig.”
Alt tað besta til tykkum øll, børn ung og foreldur. Og minnist til, at hava tit spurningar ella ivamál, kunnu tit ringja til Tú & Eg ráðgevingina, 116 111.