Ikki at sleppa at vera saman við vinum og fáa tíðina at ganga uttan skúla og frítíðarviksemi kann vera keðiligt. Men tað nýtist tað ikki at vera! Vit hava samlað ymisk prei um, hvat tú kanst gera heima, so tú ikki liggur og rekst í sofuni allan dagin 🙂
Um tú hevur nakað tú vil tosa við okkum um, eru vit til reiðar at hjálpa tær á
Tú & Eg Ráðgevingini.
Lær foreldur tíni at game’a
Hvussu nógv vita tíni foreldur um gameing? Nú hevur tú møguleika at læra tey. Tú kanst eisini vísa teimum sjónvarpsrøðina “Buka tannáringin hjá tær av“. Í røðini hava nøkur foreldur latið børnini lært seg at spæla, og síðan kappast foreldur við børnini. Sí røðuna her:
Tæv din teenager
Bjóða familjuni av í brettspæli
Tað eru nógv stuttlig brett-, terninga- og kortspøl, sum tú kanst spæla saman við familjuni. Kenna tit okkurt stuttligt spæl í familjuni?
Slappa av við Mandalas
Visti tú, at tá ið tú teknar, so slappar kroppurin meiri av? Tað kann vera ein góður máti at samla tankarnar upp á og kanska fara at hugsa um okkurt nýtt og stuttligt. Tekna tína egnu her:
google/mandalas
Ummøblera kamarið
Tað fær altíð tíðina at ganga.
Nógv hugskot eru á netinum til ymist endurnýstlu-DYI, sum tú kann pynta kamarið við.
Stroyma ókeypis konsertir
Heldur tú, at tað er keðiligt ikki at sleppa út at lurta eftir tónleiki, so er stroyming kanska nakað fyri teg! Tónleikarar, sum hava avlýst konsertir, fara í staðin at hava konsertirnar online.
koronakonsertir.fo
Stroyming hjá Tórsgøtu
HEIÐRIK
7 Min. Workout
Har eru nógvir kulir møguleikar, um tú vil vera virkin heima. Tað er lætt, tí tú skalt bara brúka eitt undirlag ella gólvið, og so fylgir tú bara við. Tað er kanska eisini eitt hugskot at bjóða familjuni av til venjing. Tú kanst brúka appir sum hesa:
7 minute workout
Styrkivenjing á matriklinum.
Rudda upp við Marie Kondo
Nú hevur tú eisini møguleika at rudda upp. At rudda nýtist ikki at vera keðiligt. Tú kann t.d. brúka mátan hjá Mari Kondo, ið verður róptur KonMari mátin. Hon ger rudding eitt sindur stuttligari. Les um tað her:
KonMari
Baka pannukøkur
Visti tú, at í Føroyum hava vit eina ordiliga kenda føroyska bók við eini mega góðari uppskrift til pannukøkur? Bókin eitur Góðaráð. Eiga tit ikki bókina heima, hava tit uppskriftina til pannukøkur her:
-
-
- 150 g av hveitimjøli
- ½ tsk. av salti
- 1 súpisk. av sukri
- 2,5 dl av mjólk
- 1dl av vatni
- 3 egg
- 25-30 g av margarini
-
Píska alt uttan margarinið væl saman. Baka á heitari pannu.
Her eru tveir møguleikar at baka pannukøkur.
a) Smelta margarinið og rør tað upp í deiggið, og tú skalt bara smyrja pannuna, áðrenn tú koyrir deiggið á fyrstu ferð.
b) Tú koyrir einki margarin í deiggið, men smyrt pannuna hvørja ferð, áðrenn tú stoytir deiggj á.
-
-
- Pannukakurnar verða lagdar oman á hvør aðra á ein talerk. Summum dámar væl at koyra sukur ímillum tær beinanvegin. Øðrum dámar væl at koyra sukur á, beint áðrenn tey eta tær.
-
-
-
- Tær smakka best heitar við súltutoy og pískaðum róma.
-