Sum foreldur hava vit stóra ávirkan á trivnaðin hjá børnum – eisini hóast vit ikki eru til staðar kropsliga.
Heima eru vit við til at seta dám á lagið og mentanina í barnagarðinum og skúlanum. Tí er tað týdningarmikið, at foreldur taka samábyrgd og eru áhugað í øllum barnabólkinum og ikki bara okkara egnu børnum. Vit skulu minnast til, at børn gera tað sama sum vit vaksnu.
Tað er altíð umráðandi at vit sum foreldur vita, hvørjar avbjóðingar børn og ung kunnu møta í gerandisdegnum og ikki minst á netinum. Talgildu miðlarnir eru ein náttúrligur partur av gerandisdegnum hjá nógvum børnum. Børn í barnagarðsaldri brúka yvirhøvur talgildu miðlarnar, tá ið tey skulu síggja film ella spæla spøl. Tey flestu eru ikki enn í nøkrum talgildum bólkum, sum vit kenna frá sosialu miðlunum, men hjá teimum flestu er tað skjótt, at tað eisini er partur av lívi teirra, og tí er tað sera viðkomandi at tosa um álinju-bólkar og avlinju-bólkar longu í barnagarðsaldri.
Í samband við verkætlanina Betri vinir, er júst hesin parturin týdningarmikil.
Betri vinir arbeiðir fyri at fremja tann jaliga barnafelagsskapin og tekur støði í teimum fýra virðinum: tolsemi, umsorgan, virðing og dirvi. Við støði í menning av hesum eginleikum, kunnu vit gera mun, soleiðis at vit verða við til at skapa eina barna- og ungdómsmentan, sum á ein natúrligan hátt útihýsir happing. Eisini er umráðandi at minnast til, at foreldrini eru ein sera týdningarmikil liður í hesi tilgongd.
Soleiðis hjálpa foreldur at fyribyrgja happing
Um mann fylgir ráðunum hjá Betri vinir – og gjarna kjakast um tey – er mann væl á veg til at tryggja ein góðan barnafelagsskap, har rúm er fyri øllum børnum.
Foreldraráð nr. 6: Vís áhuga fyri talgilda lívinum hjá barni tínum.
Børn duga at fáast við miðlar, men tey skilji tað ikki altíð. Tí hava tey tørv á stuðli frá vaksnum. Spæl við, ver forvitin og forklára, at man eisini skal vísa umsorgan í talgilda heiminum. Soleiðis at vit eisini kunnu fáa eina jaliga mentan í álinju-bólkum.
Sí fleiri Betri vinir ráð á heimasíðu okkara.
Barnabati, Mary Fonden og Red Barnet standa fyri verkætlanini Betri vinir – Fri for Mobberi.
Høvuðsstuðul er Betri
Stuðlar eru Mentamálaráðið og Føroya Pedagogfelag.