Search
Close this search box.

Í ár fingu 420 børn í Føroyum jólahjálp frá Barnabata og Reyða kross Føroyar

Eins og undanfarnu ár, var aftur í ár skipa fyri jólahjálp til barnafamiljur, sum liva undir trongum fíggjarligum korum.
Enn eru tað nógvar barnafamiljur, ið hava torført við at fáa endarnar at røkka saman, og tað gleðir okkum at vit kunna veita eina hjálpandi hond.
Hóskvøldi í farnu viku var liðugt at viðgera umsóknirnar og brøvini vóru pakkaði og latin Posta sama kvøld. Viðkomandi at viðmerkja er, at Posta ber út Jólahjálpina sum innskrivað sending. Hetta merkir, at um móttakarin ikki er við hús, tá ið Posta kemur framvið, verður ein lepi lagdur í postkassan, ið greiður viðkomandi frá, at eitt bræv liggur á nærmasta postkontóri klárt at avheinta.
Vit vilja takka tykkum mongu, ið stuðla okkara virksemi, so vit saman kunnu geva eina bata.
Ein serlig tøkk fer í ár til Reyða Kross Føroya, sum í felag við Barnabata hevur hjálpt at stuðla barnafamiljum, ið søktu um jólahjálp.
Jólahjálpin hjá Barnabata 2019 í samstarvi við Reyðakross Føroya er stuðla av Posta, Føroya Keypsamtøku, SMS, Lions, Fonnflog, Hey, Atlantic Airways, Lív, Spor, Sigrið Sivertsen og mongum trúføstum stuðlum kring landið. 

Gleðilig jól.

Vegna Barnabata
Djóni Eidesgaard
Aðalskrivari