Í Menniskjum Góður Tokki – alt árið

Í menniskjum góður tokki letur árliga 1. mio kr í jólahjálp til millum 400 – 500 fíggjarliga sperdar barnafamiljur.

Meira enn helmingurin av teimum familjum, sum fáa jólahjálp frá okkum, hava 65 kr ella minni um dagin at lívbjarga sær við – væl at merkja, um ongin óvæntað útreiðsla kemur til klæðir, tannlækna, heilivág o.a. Um tað hendir, hava tær enn minni ella onki.

Upphæddirnar, sum familjurnar hava at liva av og tað samskifti, ið vit hava við nógvar teirra, vísa heilt greitt, at vit í Føroyum hava familjur, sum liva í djúpum fátækradømi. Tað er ikki trupult at ímynda sær, hvussu ómetaliga strævið hesar familjur hava tað, og hvussu stórar avmarkingar bæði børn og vaksin í hesum familjum liva við. Hjá flestu teirra er tað ein spurningur um at hava ráð at keypa mat til sín og børnini.

“Vit hava 200 – 300 kr eftir, tá vit hava 10. í hvørjum mánaða.” (Mamma við 1 barni)

Støðugt at hava trot á kontoini, støðugt at noyðast at velja ímillum at keypa mat ella gjalda rokningar og ongantíð at vita, hvussu støðan verður í komandi viku ella mánaða, eru ómenniskjansliga harðar treytir at liva undir. 

“Hetta er ein óndur sirkul, um eg gjaldi rokningar, eiga vit ikki fyri mat. Men rokningarnar mugu gjaldast, men hvat geri eg so við matin.” (Mamma við 4 børnum)

Ongin ivi er um, at hesar familjur tørva eina hjálpandi hond, og tí víðka vit í Í menniskjum góður tokki okkara virksemi til alt árið. Hart sperda fíggjarstøðan hjá hesum familjum ger, at tað ikki longur er nóg mikið bert at hjálpa á jólum, annað og meira skal til! Vit vita, at børn í familjum við lítlum pengum hava tað trupult, og at teirra gerandisdagur er nógv merktur av sperdu fíggjarstøðuni. Foreldur og børn siga sjálvi frá, at ráð ikki eru til føðingardagar, frítíðarítriv, eina heita máltíð hvønn dag ella nýggj og góð klæðir. Hetta er veruleikin hjá uml. 500 – 600 føroyskum børnum.

Vit fara tí í víðkanini av Í menniskjum góður tokki at leggja høvuðsdentin á, at rætta hesum børnum eina hjálpandi hond, at gleða tey og skapa teimum ein betri møguleika at liva eitt virðiligt og virkið lív. 

”Økonomiskt hongur lívið slett ikki saman. Forsorgarveitingin varð útgoldin seinasta hósdag, og tá hevði eg ikki átt eina einastu krónu í 11 dagar, so bara tað at keypa tað mest neyðuga fór avstað við tí eina av tveimum 1000 kr seðlinum, eg havi tøkan til allan mánaðan, so longu nú vendi eg hvørji 20­krónu og stúri fyri, nær pungurin aftur er tómur.” (Mamma við 1 barni)

Skulu vit megna at hjálpa hesum børnum og familjum teirra, mugu vit lyfta í felag, og vit vóna, at tit vilja visa gott hjartalag og gerast ein av okkara føstu mánaðarligu stuðlum.

Støðan er álvarsom og neyðugt er, at øll hugað taka tøk saman. Til ber at stuðla við ymiskum upphæddum, og tann upphæddin, ið tú stuðlar við, fer beinleiðis víðari til familjurnar og børnini.

Til ber at stuðla her