Search
Close this search box.

Í starvsvenjing hjá Barnabata 

Barnabati er ein felagsskapur, sum arbeiðir innan fyri barnarættindasáttmálanum. Hann varð settur á stovn 22. mars 1980. Barnabati hevur fýra høvuðs(ting), sum tey arbeiða við. Tú og eg ráðgevingin, har man kann senda anonym brøv inn, og fáa hjálp ella ráð. Betri vinir, sum er meira ætla teimum yngru børnunum. Tað triðja er Mentor, har ung í millum 12 og 18 ár, kunnu fáa ein mentor, sum kann hjálpa teimum við ymiskum, sum tey stríðast við. Tað fjórða er Eg & Lívið, har børn og ung kunnu lesa ymiskt kunnandi tilfar, sum kanska kann hjálpa teimum við ymiskum trupulleikum ella svara nøkrum spurningum. 

Barnabati hevur verið við til at fáa fleiri barnagarðar og vøggustovur settar á stovn í Føroyum, og hevur verið við til at hjálpt børnum í Meksiko, Thailandi og Rumenia. Barnabati hevur eisini savna pengar inn í nógv ár á jólatíðunum, til barnafamiljur, sum stríðast fíggjarliga. Eisini var Barnabati við til at reka Margarinfabrikkina, sum kommunan seinni tók yvir.

Eg haldi at Barnabati er ein sera umráðandi felagsskapur, tí at tey taka sær av evnum, sum onnur ikki tíma at orðna. T.d. arbeiðir Barnabati saman við Red Barnet og Mary Fonden, við eini verkætlan, sum eitur “Fri for Mobberi”, sum er eitt kuffert við ymiskum lutum, sum skulu læra børnunum at rúma hvørjum øðrum, og ikki at halda nøkrum uttanfyri. Barnabati skipar eisini fyri, at ung í millum 12 og 18 ár kunnu fáa ein mentor, um tey hava hug. Ein mentor kann t.d. hjálpa við skúlatingum, umsókn til arbeiði, og bara hvønndagsligum trupulleikum. Eg haldi eisini at tað er sera gott, at tey hava ein brævkassa, har man ónevndur kann spyrja spurningar, og fáa hjálp og ráð frá vaksnum. 

Tað hevur verið sera hugnaligt at verið í starvsvenjing í Barnabata. Eg havi lært nógv um felagsskapin, og hvat tey gera, og fari at leingjast sera nógv eftir arbeiðinum og serliga starvsfólkunum, sum hava duga so væl at tikið í móti mær og lært meg teirra arbeið. Eg vil gjarna takka fyri tíðina, sum eg havi verið her, og at tit hava tikið so væl í móti mær. 

Túsund takk fyri meg.

Emi Egholm