ICDP 1. stig. Egnir Relatiónsførleikar

ICDP 1. stig. Egnir Relatiónsførleikar

Málbólkur fyri útbúgving:

Henda útbúgving er ætlað námsfrøðingum, lærarum, stuðlum og hjálparfólki. Kunngjørt verður seinni, nær skipað verður fyri útbúgving stílað øðrum fakbólkum.

Útbúgvingin fevnir um:

  • granskingargrundað ástøðir (serliga úr menningarsálarfrøði og positivari sálarfrøði), sum vísa á relatiónina sum grundarstein undir læring, menning og trivnaði
  • greining og grundan um, hvussu tín refleksiva sjálvtilvitan og sensitivitetur mennast í samanspælinum við onnur.

Útbúgvingardagar
Undirvíst verður í bólkum við í mesta lagi 18 luttakarum á Fjarlestrardeplinum í Vági týsdagar frá kl. 8:30-14:45.

Talan er um seks undirvísingardagar býttir út á hálvt ár:

Undirvísingin fevnir eisini um ymiskt verksetingarvirksemi og videobrot.

1. dagur Innleiðsla í ICDP (15. mars).
2. dagur Resursuorienterað kollegialt feedback (30. mars).
3. dagur Tann kensluliga samrøðan (26. apríl).
4. dagur Tann meiningsskapandi samrøðan (10. mai).
5. dagur Tann leiðbeinandi samrøðan (31. mai).
6. dagur Professionellur relatiónsførleiki (14. juni).

Tín úrtøka
Við hesi góðkendu útbúgvingini verður miðað eftir at menna tínar professionellu relatiónsførleikar, so tú fært:

  • betri førleikar at eygleiða, lýsa og greina samanspæl
  • betri teoretiska fatan av tí relatións- og resursuorienteraða arbeiðinum
  • størri tilvitan og sensitivitet við atliti at samanspæli við borgarar og starvsfelagar

Undirvísari er Ugur Kevioglu ICDP lærari fyri Barnabata.

Kostnaður: kr. 7850,- fyri hvønn luttakara.
Við í prísinum er døgurði, bók, undirvísingartilfar og atgongd í hálvt ár, frá tí at útbúgvingin er lokin. Appin, Relatuz, verður nýtt sum partur av undirvísingini, sum savnar videobrot, notur og venjingar.

Undirvísingartilfar
Bókin “Professionel Relationskompetence”, Anne Linder 2016, Dafolo, er við í skeiðskostnaðinum.

Tú kanst tekna teg við at senda ein teldupost til arnfrid@barnabati.fo

Freistin er 15. februar.