Search
Close this search box.

Jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata, Í Menniskjum Góður Tokki, setir met

Á hvørjum ári skipar Barnabati fyri jólahjálp til barnafamiljur, ið liva í fátækraváða. Ein umráðandi liður í hesi innsavning er árliga jóla- og stuðulskonsertin, sum í ár var send í Kringvarpinum sunnukvøldið 12. desember. Inn komu yvir 880.00 krónur.
Harumframt handaði Stephanie Trónd Larsdóttir Barnabata ein kekk á 117.063,50, ið hon hevur savnað, við at hon í oktober mánaði skipaði fyri stórum loppumarknaði til frama fyri Í Menniskjum Góður Tokki. Sum tølini vísa, var undirtøkan sera stór til hetta átak.
Eins og undanfarna ár stuðlar Reyði Krossur Føroya átakinum hjá Barnabata við 1000 krónum fyri hvørja umsókn.
260 umsóknir um jólahjálp eru í ár komnar inn til Barnabata, og samanlagt fáa 550 børn jólahjálp.
Barnabati vil hjartaliga takka øllum, ið hava stuðlað Í Menniskjum Góður Tokki
Somuleiðis vilja vit ynskja øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár.