522011
Valmynd

Jólahjálpin 2020

Nógv børn í Føroyum merkja hvønn dag sviðan av at liva undir fíggjarliga trongum korum. Tí arbeiðir Barnabati eins og undanfarin ár við at savna pening inn til hesar familjur, nú jólini stunda til. Í ár senda vit okkara jólakalendara út til hvørt húski í Føroyum. Jólakalendarin er samstundis ein lutaseðil. Fyri at gera lutaseðilin virknan, mást tú skráseta lutaseðilin í gjaldsvindeyganum omanfyri, ella við at flyta 100 krónur á kontu 9181-130.388.2 hjá Barnabata og viðmerkja nummarið á jólakalendaranum.
Tú ert eisini vælkomin at stuðla Barnabata við aðrari upphædd. Allur innkomin peningur fer til at stuðla fíggjarliga sperdum barnafamiljum í Føroyum.

Rým til YouTube