Jólakonsert 4. Desember í Vesturkirkjuni

2. des. 2019

Stuðuls- og Jólakonsertin hjá Barnabata.
4. Desember kl 19:30 í Vesturkirkjuni

Tað er Sigrið Sivertsen, sum saman við Barnabata skipar fyri afturvendandi stuðuls- og jólakonsertini í Vesturkirkjuni.

Tey sum framføra í ár eru:
Marius Ziska
Jens Marni Hansen
Victoria á Lakjuni
Ester Kristiansen
Ung Stjørnuskot
Morgunkórið
Blátt Gras
Eperiment

Vertur er Hilmar Jan Hansen
Preludium: Heðin Ziska Davidsen & Jónlæeif Jensen

Um tað ikki ber til at koma til konsertina, men tú ynskir at stuðla jólahjálpini, kanst tú stuðla umvegis heimasíðuna hjá Barnabata.