Search
Close this search box.

Jólakúlur við Bamsu

Ger jólakúlur við Bamsu, ella eina vakra jólamynd, sum børnini sjálvi tekna.

Bamsan er ímyndin av vinarbondum, hvørs kjarna er tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi. Tí kann Bamsa altíð nýtast, sum høvi til at tosa við børnini um júst hetta – eisini á jólum.

Jólakúlur við Bamsu er ein venjing fyri bæði stór sum smá. Børnini fáa eitt fitt og hugnaligt jólaminni, sum tey kunnu goyma og prýða við, ár eftir ár.

Soleiðis gera tit:

  1. Prenta myndina út á A4. Um tú nýtir papp/pappír, klippi so myndina út.
  2. Nýt jólakúluna at tekna eftir á eitt nýtt ark, so hava tit eina jólakúlu tit sjálvi kunnu lita.
  3. Lita jólakúluna ella tekna onkra jólamynd.
  4. Klipp jólakúluna út og ger eitt hol at hanga upp við.
  5. Minnist til eisini at tekna á baksíðuna.
  6. Koyr band í og pynta við jólakúluni. Tit kunnu eisini laminera hana.

Prei

Hetta kann gerast á ymsan hátt. Børnini kunnu gera sína egnu, tey kunnu eisini arbeiða saman tvey og tvey. Tey kunnu antin vera saman um eina jólakúlu ella hjálpa hvørjum øðrum at gera hvør sína.

Til tey minstu kann tað vera ein fyrimunur at nýta jólakúluna uttan nakra mynd, men at lata tey spæla og royna seg fram við nógvum ymsum litum.

Námsfrøðiligt endamál

Við hesum kunnu tit venja góðir mátar at tosa saman, tá ið man tosar um arbeiði hjá hvørjum øðrum. Set sjóneykuna á tolsemi við at síggja, uppliva og tosa um, hvussu ymiskar jólakúlurnar eru blivnar.

 

Um tit ynskja størri jólakúlur, er ein jólakúla per. A4 ark herundir. Allar síðurnar koma fram tá tit trýsta á sjálva myndina.