JÓLAMYNDIN HJÁ BARNABATA
Stuðla Jólahjálpini hjá Barnabata
Soleiðis skrásetir tú jólamyndina
Á Heimasíðuni:
Í teigunum omanfyri velur tú eina upphædd, trýstur á stuðla knøttin, síðani skrivar tú navn, teldupost og nummari á Jólamyndini. Tú trýstur á Víðari, og síðani er bert eftir at útfylla gjaldskortupplýsingar, og Jólamyndin er skrásett, samstundis sum tú hevur stuðla fíggjarliga sperdum børnum í Føroyum.
Við Netbankanum:
Tú kanst eisini stuðla Jólahjálpini við at flyta minst 100,- á konto:
9181 – 130.388.2 í Betri
6460 – 991.627.1 í Bank Nordik
Minst til at viðmerkja nummarið á jólamyndini, ið er niðast til høgru.
Nógv børn í Føroyum merkja sviðan av at dagliga liva undir fíggjarliga trongum korum. Barnabati fer aftur í ár at savna pening inn til hesar familjur, nú tað stundar til jóla.
Jólamyndin, sum eisini er ein lutaseðil, verður send út til hvørt húsarhald í Føroyum saman við lýsingarblaðnum, ið verður borið 22. til 24. november.