Search
Close this search box.

Kærleiki

Kærleiki, hjartasorg, (eks) sjeikur/dama, forelskilsi?
Dámar tær onkran ordiliga væl? Fá hjálp til at skriva eitt bræv her . Les meira um mussiskúlan, ella fá nøkur góð ráð, um tú hevur hjartasorg.

Hjartasorg 
Hevur tú hjartasorg? Tað kann vera ógvuliga hart og tungt at hava hjartasorg! Her kanst tú fáa nøkur góð ráð, ið kunnu hjálpa tær at koma ígjøgnum hjartasorgina.

Góð ráð til tín við hjartasorg

Tað er heilt vanligt verða í ringum lag, tá ið eitt kærleikssamband endar. Umráðandi er, at tú ert opin fyri tínum kenslum. 
Tú kanst vera í ringum lag, men tú kanst eisini føla lætta, vreiði, dapurleika, einsemi, gleði ella ørkymlan. Tað, sum er umráðandi, er, at tú veitst, at tað er ókey at hava tað so.
Vita, um tú kanst geva tínum kenslum rúmd, heldur enn at sleppa sær undan teimum. Eini góð ráð er at skriva tínar tankar og kenslur niður, so tú fært rúmd fyri øðrum tonkum.

Tosa við onkran um tínar tankar og kenslur. 
Tú hevur kanska ein vin, tú følir teg tryggan við, ella tosa við foreldrini, um tú hevur brúk fyri tí.
Kanska kennir tú onkran, ið hevur havt hjartasorg, og sum veit, hvat tú hevur at bera.

Hvat gleðir teg? 

Her eru nøkur hugskot:
Kanska tær dámar at skipa fyri einum filmshugnakvøldi saman við tínum vinum, hyggja at eini yndisrøð ella eta tín yndismat. Ella kanska tú íðkar onkran ítrótt, sum fær teg at hugsa um okkurt annað.
Tað er vísindaliga prógvað, at lagið verður betri, tá ið tú rørir teg, so royn og kom út úr kamarinum av og á og far út og rør teg eitt sindur. Tað hjálpir!

Halt teg burtur frá tínum eks eina tíð.
Hevur tú hjartasorg, er tað eitt gott hugskot, at tú heldur teg burtur frá tínum eks eina tíð. Eitt hugskot er, at tit ikki síggjast eina tíð, ella at tú gevst við at fylgja viðkomandi á eitt nú Facebook, Instagram og Snapchat.
Ikki brúka tíðina til, hvat tín fyrrverandi dama ella sjeikur gera, brúka heldur tíðina til at gera nakað, ið fær teg í gott lag.

Minst til, at hjartasorg gongur yvir
Tak ein dag í senn, so fer tað við tíðini at ganga yvir. Hetta kann lata upp fyri nýggjum møguleikum og upplivingum, sum tú ikki visti um frammanundan.

Mussiskúlin
Hevur tú ongantíð roynt at mussa onkran fyrr, ella vilt tú duga betur at mussa? Í mussiskúlanum fært tú seks góð ráð um, hvussu tú kanst fáa ein deiligan muss. 

Seks ráð frá Mussiskúlanum

1. Tað er altíð gott at hava góðan anda:
Munnrøktin er umráðandi. Busta tenn, brúka tanntráð, tyggigummi, pastillur o.a. Tað bilar ikki, um tú hevur tannboyla.

2. Gev tær góða tíð:
Tað er umráðandi at hava bleytar varrar, og at tú spakuliga nærkast varrunum á viðkomandi, tú skalt mussa. Royn til dømis at mussa á kjálkan fyrst. Soleiðis finnur tú útav, um hin persónurin leggur í at mussa teg. Geva tær góða tíð, og minst til, ongar skjótar rørslur! 

3. Tað er lekkurt at mussa við bleytum varrum:
Mussa yvirvørrina og síðan undirvørrina á viðkomandi. Bleytar varrar eru serliga viðkvæmar, og tað kann kitla eitt sindur. Tað er heilt vanligt, um tú av óvart fert at flenna.

4. Um tú vilt fara víðari:
… so kanst tú lata munnin eitt sindur upp og til dømis súgva eitt sindur á yvir- ella undirvørrina á tí, tú ert saman við.

5. Um tú vilt mussa við tunguni:
… so kanst tú spakuliga førka tína bleytu tungu inn í munnin á hinum persóninum. Her er tað gott, um tú merkir hina tunguna, og so kunnu tit spæla eitt sindur við tungunum. Tað er umráðandi, at tú ikki stingur tunguna ov langt inn í munnin á viðkomandi, so tit fara at klíggja. Tað er eisini umráðandi, at tit ikki mussa ov leingi, tí tit kunnu blíva turr í munninum ella fara at sleva – tað er ikki so lekkurt!

6. Oftari tú gert tað, betri dugir tú:
Tað er eitt kynstur at mussa, og oftari tú roynir teg, betur dugir tú. Eingin er heimsmeistari fyrstu ferð. Tá ið tú mussar onkran, sum tú ikki hevur mussað fyrr, tekur tað tíð, til tit finna útav, hvussu tit gera. Gev tær tíð til tað, so skal tað nokk ganga!

Fá fleiri góð ráð um kærleika.
Tú kanst ringja ella skriva til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111. Vit veita børnum og ungum ráð um alskyns trupulleikar og ivamál. Øll, ið seta seg í samband við okkum, eru dulnevnd.

Kyn