Search
Close this search box.

Kenslur

Torførar kenslur – hvat hjálpir?

Syrgin og í ringum lag?
Ert tú syrgin og í ringum lag, so hevur tú ikki somu orku til tey ymisku tingini í gerandisdegnum. Tú hevur kanska lættari við at gráta og blíva í ringum lag.
Vit reagera ymiskt, tá vit eru í ringum lag, tí er eingin rættur ella skeivur máti at bera seg at, tá ið tú ert sorgarbundin.

Hvat hjálpir?
Tað kann hjálpa at tosa við ein vin ella onkran vaksnan, sum tú følir eg tryggan við.
Tað kann kennast gott, tá ið onkur troystar teg og gevur tær eitt klemm.
Loyv tær at vera í ringum lag.
Tað hjálpir at gera okkurt, sum fyrr fekk teg í gott lag. Eitt nú hugnaløtur við vinum ella familju, spæla fótbólt, spæla onkur telduspøl, hyggja at onkrum filmi, gera mat ella fara út at ganga.

Bangin ella stúrin?
Eru ávís ting, ið fáa teg at óttast? Ella stúrir tú, men veit ikki hví?
Kenslurnar kunnu fylla so nógv, at tú ikki klárar at gera tað, tú ætlar. 

Hvat hjálpir?
Ert tú bangin og stúrin, er umráðandi at tosa við ein vaksnan, sum tú følir teg tryggan við at tosa við. Hetta kann hjálpa tær at finna útav, hvat tað er, sum fær teg ótryggan, og hvat kann hjálpa tær at koma víðari.
Ofta er gott at vita, hvat atvoldin er til tína stúran. Tosa við onkran, ið veit, hvat tú fert ígjøgnum. Tað er altíð gott at fáa svar upp á síni ivamál.
Skriva niður, hvussu tú hevur tað, og hvat tú hevur brúk fyri.
Tú kanst gera tær tína egnu “stúranartíð”. Set tær tíð av, har tú skrivar tínar stúranir niður. Tá ið tíðin er farin, kanst tú sleppa tínum stúranum og finna upp á okkurt, sum fær teg at hugsa um okkurt heilt annað.

Vreiði?
Tað er vanligt at merkja vreiði, tá ið okkurt gongur tær ímóti.
Hevur tú ikki tamarhald á vreiðini, er tað eitt gott hugskot at biðja um hjálp.
Tú hevur rætt til at siga frá, um tú upplivir okkurt, tær ikki dámar. Sig við viðkomandi, týðiliga og róliga, at tú finnur teg ikki í tí.

Hvat hjálpir?
Veitst tú ikki, hvussu tú skalt handfara vreiðina, slá í onkran kodda, skriva allar tínar stúranir niður, skræð síðan pappírið sundur og blaka tað burtur.
Tað er gott at røra seg, gakk ella renn ein túr, spæl fótbólt ella ger okkurt annað, sum fær teg at røra teg eitt sindur.
Tað hjálpir at tosa við tey, tú hevur rundan um teg um, hvussu tú hevur tað.
Tað hjálpir at telja uppí tíggju, anda djúpt inn, ella loysa onkrar torførar uppgávur.

Einsemi?
Einsemi er ein kensla, og hevur einki at gera við, hvussu nógvar vinir tú hevur. 
Hevur tú ikki teir vinir, tú hevur hevur brúk fyri, kanst tú føla einsemi.
Tað kann vera, at tú situr inni við tonkum, sum tú ikki vilt deila við tínar vinir.
Øll føla einsemi viðhvørt, summi meir, onnur minni.
Tað kann vera, at tú ikki veitst, hvønn tú skalt tosa við. Gongur tú við nógvum tonkum og kenslum, er gott at tosa við onkran um tað.

Hvat hjálpir?
Er tað torført at tosa við onkran um, hvussu tú hevur tað, kann tað vera ein hjálp at skriva tær alt niður og fáa onkran, sum tú følir teg tryggan við, lesa tað.
Tað kann hjálpa at tosa við børn og ung á tínum egna aldri. Tú kanst eisini tosa við ein lærara á skúlanum ella ein námsfrøðing, tey vita kanska um onkran, sum er í somu støðu sum tú.

Skuldarkensla og skomm?
Skuldarkensla og skomm eru kenslur, sum vit ofta ikki vilja tosa um. Ofta gera vit støðuna nógv verri, enn hon í veruleikanum er. 
Onnur kunnu eisini vera við til at geva tær skuldarkenslu, hóast tú einki skeivt hevur gjørt.
Aðrar tíðir hevur tú kanska gjørt okkurt skeivt, sum tú hevur ringa samvitsku av.
Tíbetur eru nógvir mátar, tú kanst arbeiða við hesum.

Hvat hjálpir?
Fyri at sleppa tær av við skuldarkensluna, er gott at vita, at tað er púra vanligt at ganga við hesum kenslum.
Kanska er skuldarkenslan eitt tekin um, at tú skalt gera okkurt øðrvísi í framtíðini. Tað er altíð gott at at blíva klókari upp á tingini.
Tað kann vera tungt at tosa við onnur um tað, men tað kann lætta nógv um hjá tær, at tú tosar við onnur um, hvussu tú hevur tað.
Bið orsaka um tað er neyðugt og tú mást minnast til at fyrigeva tær sjálvum. Sumt er hent, sum tú einki fært gjørt nakað við. Kanska var tað ikki tín feilur. Tað, sum umráðandi er, at tú lærir teg at síggja frameftir.
Tað er gott at tosa við onkran vaksnan, sum tú hevur álit á.

Saknur?
Tað er ikki lætt at missa ein av okkara kæru. Vit merkja sorg, vreiði og stóran sakn. Saknur kann vera líka svárur sum sorgin, serstakliga hjá børnum.

Hvat hjálpir?
Tað kann vera gott at vita, at øll merkja sakn, tá ið vit hava mist ein av okkara kæru. Gev tær sjálvum tað frælsi at loyva tær at vera í ringum lag, gráta og at leingjast.
Tosa við onkran um støðuna, tað kann vera at onnur eisini sakna persónin. Ella tosa við ein góðan vin ella onkran vaksnan, sum tú følir teg tryggan við at tosa við.
Royn og hugsa, hvat hevði verið stuttligt og hugnaligt at gjørt saman við familjuni. Er tað nakað, tit plaga at gera saman, ella eru aðrir mátar, tit kunnu hugna tykkum saman.
Tú kanst gera tær eina bók við myndum og teksti, sum vísir, hvussu tit høvdu tað frammanundan. Tað kann vera títt frírúm at sita við tínum egnum tonkum, spurningum og ynskjum.

Tú ert vælkomin at ringja ella skriva til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111. Tú kanst eisini kjatta við okkum, ella skriva eitt bræv til Brævkassan, og vit svara skjótast gjørligt. Øll, ið ringja inn, eru dulnevnd.

Kyn