Eitt stuttligt spæl, sum er við til at styrkja um felagsskapin, har børnini venja uppmerksemi og at samstarva.
Í spæli kunnu vit kappast á ein stuttligan hátt. Tá vit spæla klappispæl venja børnini uppmerksemi, at samstarva og visuella kontakt, tá ið tey skulu fylgja teimum rútmum, sum verða settar í gongd av “klappimeistaranum”, sum skal royna at seta ymiskar rútmur ígongd, uttan at verða uppdagaður av detektivinum.
Soleiðis gera tit
- Børnini standa í einum rundingi
- Vel eitt barn, sum skal vera detektivur – barnið fer út úr rúminum
- Vel eitt annað barn, sum skal vera klappimeistari
- Børnini ganga runt í rundinginum og klappa í takt og detektivurin kemur inn aftur og skal fara inn í miðjuna av rundinginum
- Børnini fylgja klappimeistaranum allatíð. Klappimeistarin finnur uppá nýggjar rútmur (t.d at klappa á lørini, á høvdið, á armarnar osfr.) Detektivurin skal ikki finna útav, hvør er klappimeistari, so børnini mugu ansa eftir, at tey ikki hyggja beinleiðis eftir klappimeistaranum allatíð. Detektivurin skal royna at fylgja við og gita hvør klappimeistarin er
Aldursbólkur
Spælið er ætlað eldru børnunum í barnagarðinum og børnum í innskúlingini
Hetta skulu tit brúka
Tað skal vera pláss til at tit kunnu standa í einum rundingi og hava gott pláss
Tips
- Tá ið børnini eru trygg við spælið, kann klappimeistarin gera annað enn at klappa. Eitt nú hoppa, dansa, vinka ella okkurt annað, sum børnini sjálvi finna uppá.
- Luttak í spælinum. Børn elska, tá tey vaksnu spæla við
Námsfrøðiligt endamál
Endamálið við positivum felagsspølum er at styrkja felagsskapin og relatiónirnar millum børnini. Tá ið ymisk børn sleppa at vera klappimeistari og detektiv, venja tey at bestemma yvir hvørjum øðrum og samstundis geva pláss til hvønn annan. Spælið krevur eisini, at bæði detektivurin og hini børnini eru uppmerksom uppá hvønn annan