Hvat hendir við kroppinum, tá ið tú ert tannáringur?
Her á síðuni kanst tú lesa um kynsgøgnini og nógv annað.
Gentur
- Gentur fáa bróst um 9-13 ára aldur. Tað byrjar við, at tú merkir ein harðan og eyman knút undir vørtuni, ið sum frá líður veksur og verður bróst.
- Nógvar broytingar henda í kroppinum hesa tíðina. Tú veksur, fært breiðari mjadnar, og ytru kynsgøgnini verða størri. Tú fært hár undir armarnar, í neðra og á beinini, sveittin fer at lukta øðrvísi, og tíðin er búgvin til at brúka deodorant.
- Gentur fara eisini at fáa útflot hesa tíðina. Útflot er ein hvít/gjøgnumskygd væta, ið kemur úr skeiðini í sambandi við, at menstruatiónin kemur.
- Nærum allar gentur fáa sína fyrstu menstruatión, tá ið tær eru millum 10 og 14 ár. Menstruatión er bløðing frá lívmóðrini, ið hevur við sær, at tað fer at bløða úr skeiðini. Hon kemur eina ferð um mánaðin, men ein menstruatiónsbløðing kann vera sera ymisk til longdar, og í fyrstani er hon ofta óreglulig. Tað kann taka 1-2 ár ella longri frá tíni fyrstu menstruatión, til at menstruatiónin kemur regluliga.
- Tá ið tú hevur fingið menstruatiónina, kanst tú gerast við barn, um tú hevur samlegu uttan fyribyrging.
Tá ið tú ert í kynbúningaraldri, er tað vanligt at føla seg øðrvísi enn hini. Tú upplivir nógvar broytingar í kroppinum, alt er nýtt, og tú skalt læra kroppin at kenna. Tað er umráðandi, at tú veitst, at onnur hava tað júst sum tú. Vit fara øll ígjøgnum kynbúningaraldurin, foreldrini hjá tær hava eisini upplivað tað, sum tú fert ígjøgnum. Hóast nógv kann tykjast ørkymlandi og torskilt hjá tær, kann hetta samstundis vera ein lærurík og gevandi tíð.
Dreingir
- Tíðarbilið, tá ið dreingir eru í kynbúningaraldri, er um 10-14 ára aldur. Hetta byrjar aloftast við, at steinarnir fara at vaksa, og tú fært hár rundan um penis og undir armunum. Tú fert at sveitta meira, og sveitturin luktar nú øðrvísi og meira. Tá er gott at brúka deodorant, ið hjálpir fyri lukt.
- Dreingir fara nú at framleiða sáð. Sáð er hvítlig væta, ið inniheldur sáðkyknur, ið kunnu gera kvinnur við barn.
- Dreingir fáa ofta sína fyrstu avgongu, tá ið teir eru millum 13 og 15 ár. Dreingir kunnu eisini fáa standing ymsar tíðir á degnum, serliga um morgunin og um kvøldið.
- Um hesa tíðina fáa dreingir grovari rødd. Barkakýlið framman á hálsinum veksur, og hetta merkir, at røddin verður djúpari, og røddin kann vera ring at stýra. Hon er til skiftis snjøll og djúp, og tí kann vera torført at tosa viðhvørt. Dreingir fáa, eins og gentur eyman knút undir vørtuni. Hjá gentum verður hann seinni til bróst, men hjá dreingjum hvørvur hann aftur.
Nakað av vitan um kynsgøgnini:
Vaksa kynsgøgnini bæði hjá gentum og dreingjum í kynbúningaraldrinum?
Hesa tíðina vaksa kynsgøgnini bæði hjá gentum og dreingjum. Serliga tey innaru kynsgøgnini hjá gentum útvikla seg. Kynsvarrarnar kunnu broyta form og blíva myrkari. Í hesum tíðarskeiði vaksa penis og steinarnir á dreingjum.
Hvat er klitoris?
Klitoris er eitt sera viðkvæmt punkt hjá gentum. Til støddar er klitoris sum ein lítil ertur, tó er tað ymist frá persóni til persón, hvussu støddin og skapið er. Klitoris er líka so viðkvæmt hjá gentum, sum høvdið á penis er hjá dreingjum.
Tronga forhúð?
Hevur tú trupulleikar við trongari forhúð, ber ikki til at flyta forhúðina aftur og fram. Tað er einki vandamikið í tí, men set teg í samband við læknan, um hetta er ein trupulleiki. Har eru nógvar viðgerðir, ið kunnu hjálpa tær.
Hava allir dreingir sama slag penis?
Tað er sera ymiskt, hvussu skapið á penis er. Ein penis kann hava ymsan hárvøkstur, ymsan lit og ymsa stødd. Hann kann vera langur, tjúkkur, stuttur ella klænur. Hann kann boga uppeftir, niðureftir, til viks, ella kann hann vera beinur. Nógv mannfólk hava ein penis sum bogar, og tað er einki óvanligt.
Hvat er vanliga støddin á einum penis
Í kynbúningaraldrinum broytist penis nógv, men er fullvaksin, tá ið drongurin er umleið 16 ára gamal. Í miðal er hann um 12-14 cm til støddar.
Hvat hendir, um ein kynsbúgvin genta verður gitin?
Ein kvinna er kynsbúgvin, tá ið hon hevur fingið menstruatión. Hetta merkir, at hon kann gerast við barn, um hon hevur kynsliga samveru við ein mann uttan at nýta fyribyrging.
Alt tað, tú ikki torir at spyrja um – Fá svar her
Gentukroppurin
Kann eg gera okkurt, so bróstini vaksa?
“Mær dámar ikki míni bróst. Tey eru smá, og eg passi ongan brósthaldara enn. Allar genturnar í mínum flokki hava nógv størri bróst enn eg. Kann eg gera okkurt, so eg fái størri bróst?”
- Kroppurin hjá okkum broytist ymiskt. Viðhvørt gongur tað alt ov skjótt, og kroppurin broytist við fullari ferð, og aðrar tíðir hendir einki. Og so kemur gongd á aftur. Tað kanst tú einki gera við. Tað er vanligt at vera ørkymlaður um sín kropp hesa tíðina. Eingi bróst eru eins. Tí er umráðandi at hava í huga, tá ið vit síggja onkra vísa bróst í onkrum filmi, blað og aðrastaðni, at bróst í veruleikanum eru sera ymisk frá persóni til persón. Vit hava tosað við nøkur ung fólk um, hvussu torført tað er at vera skjótari og seinni útviklað enn onnur. Summum dámar at ganga í leysari skjúrtu ella toppi, ið hevur fyllu. Tað kann eisini vera ein góð venjing at fara ein túr í svimjihøllina, so sært tú, hvussu ólíkir kropparnir hjá okkum øllum eru.
Hvussu veit eg, um eg vigi ov nógv?
“Eg brúki helst alt ov nógva tíð at hugsa um vekt. Eg brúki nógva tíð á alnetinum, har eg kanni mítt BMI, og hvat eg kann gera fyri at lætna nøkur kilo. Eg vil bara fegin vita, um vektin hjá mær er normal.”
- Vit tosa við mong, ið sum tú ivast í, um kroppurin hevur ta “røttu” vektina. Tað ber ikki til at siga, um tín vekt er hóskandi útfrá tínum BMI. Ein hóskandi vekt snýr seg um so nógv: hvussu tú hevur tað við tínum kroppi, og um tú megnar at gera alt tað, sum tú helst skalt kunna orka í tínum aldri. Tað veldst eisini um kropsbygnað, og hvar tú ert í kropsligu menningini. Kroppurin kann ikki siga tær tað. Tú mást bara føla teg fram. Tíbetur hava nógvar gentur og kvinnur funnið útav, at tað er ein linni og lætti at hugsa positivt um sín kropp og at góðtaka hann, sum hann er. Nógv eru farin at leggja myndir út av sínum kroppi. Hetta er fyri at vísa, at vit vilja fáa virðing fyri kroppinum, sum hann er, heldur enn føla skomm. Summi hava eina mammu, sum altíð er á klænkiskeiði og alla tíðina tosar ringt um sín kropp og sína vekt. Tú hevur kanska arvað somu kropstypu sum hon. Tá kann tað verða torført at dáma sín egna kropp, um tú alla tíðina hoyrir mammu tína tosa ilt um seg sjálva. Onnur hava kanska vinir, sum í heilum tosa um at lætna, og sum ongantíð eru nøgd við sín kropp. Tá ið tínir vinir hava slíka fata av sær sjálvum, er tað torført at halda sín egna kropp vera í lagi, sama hvussu hann sær út. Ivast tú í kroppinum ella vektini, er gott at tosa við heilsufrøðingin í skúlanum. Heilsufrøðingurin kann greiða tær nærri frá vektini og um hvørjar broytingar fara fram í kroppinum. Tú kanst eisini fáa nøkur góð ráð um, hvussu tú kanst liva sunt. Set teg í samband við læknan, um okkurt ørkymlar teg. Læknin kann hjálpa tær við tí, tú hevur brúk fyri.
Kann okkurt henda mær, tá ið eg onaneri?
“Eg havi hug at onanera fleiri ferðir um dagin. Kann okkurt henda mær, um eg blívi við? Eru aðrir mátar at nerta við meg uppá?”
- Tað er vanligt at onanera. Gentur og dreingir, kvinnur og menn onanera. Serliga í kynbúningaraldrinum, og tá ið tú fært nógvar hormonir í kroppin, er vanligt at onanera. Tað er ein góður og sunnur máti at læra sín kropp og seksualitet at kenna við at onanera. Á henda hátt finnur tú útav, hvat er gott og hvat er minni gott. Tú kanst onanera upp á fleiri mátar. Tað snýr seg bara um at prøva seg fram. Tú kanst lesa meira um hetta á heimasíðuni Sexlinien.
Hvussu veit eg, um eg skal intimraka mær?
“Eg hugsi nógv um mína intimraking. Eg raki mær við trussukantin, tá ið eg eri í svimjiklæðum ella bikini. Men eg ivist í, um eg skal raka alt av, tá ið eg skal hava sex.”
- Summum dámar best at lata hárið vaksa natúrliga, øðrum dámar at raka alt av. Kanska veitst tú ikki, hvat tú skalt gera í hesum føri. Ger tað, tú heldur er best fyri teg. Vilt tú vita hvussu tað er, so kanst tú royna at raka tær onkustaðni. Hárið veksur útaftur. Hevur tú hug til at raka tær, ger tað! Um ikki, letur tú vera. Tú skalt ikki hugsa um, hvat onnur kunnu vænta av tær. Tað er umráðandi at minnast til, at tú ikki skalt gera nakað, bara tí ein drongur væntar, at tú gert tað. Tú skalt bara gera tað, um tú sjálv hevur hug til tað. Tað kann vera ringt, men royn og hugsa, at tú skalt føla teg væl í tínum egna kroppi.
Eg havi fingið reyðar knubbar eftir, at eg havi rakað mær í neðra
“Hví fái eg reyðar knubbar, tá ið eg raki mær í neðra? Eg havi roynt ymisk rakibløð og havi ikki vaskað mær við sápu í neðra. Eg fái ikki knubbar, tá ið eg raki beinini. Geri eg nakað skeivt?”
- Tað er ein vanligur trupulleiki hjá kvinnum og monnum. Hjá monnum kemur tað ofta fyri, tá ið teir raka skeggið, og hjá kvinnum er tað ofta í sambandi við intimraking. Tað er ymist, hvussu okkara húð reagerar, tá ið vit raka okkum. Summi fáa oftari knubbar enn onnur. Reyðu knubbarnir eru tekin um bruna, ella at húðin er røktað ov ógvisliga. Tú kanst bloyta húðina í heitum vatni, áðrenn tú rakar tær. Við at koyra heitt vatn á húðina, opnar tú porurnar, og hetta ber í sær, at húðin er klár til javna raking. Við intimraking er umráðandi at fara varisliga fram, tí tú hevur at gera við eitt sera viðkvæmt øki. Syrg altíð fyri at intimraka tær, tá ið tú ert undir brúsuni. Verm húðina væl og virðiliga í heitum vatni, áðrenn tú rakar tær. Vaska umráðið, sum tú skalt raka við intimsápu. Hon forðar fyri bakterium, ið seinni kunnu seta seg í poknurnar og geva tær reyðar knubbar. Brúka eitt hvast og reint rakiblað og syrg altíð fyri at raka tær sama veg, annars kann tað órógva húðina. Skola skúm ella olju av, so tað ikki situr og irriterar húðina. Ansa eftir, hvussu tú rakar tær í neðra. Brúka eitt gott rakiblað ella okkurt annað, tú følir teg tryggan við. Tað kann elva til svamp og aðrar smásjúkur, um tú ikki ansar nóg væl eftir.
Sveittin hjá mær er farin at lukta!
“Eg lukti av sveitta undir arminum, sama um eg vaski mær hvønn morgun og brúki deodorant. Eg fái eisini sveittaplettir. Hvat kann eg gera?”
- Tað er heilt vanligt at sveitta og lukta í tannárunum. Tú kanst royna ymisk sløg av deodoranti. Soleiðis fært tú tað, ið hóskar best til tín. Tú kanst taka tað við í skúla, um tú hevur brúk fyri at koyra meira á seinni um dagin. Sveittaluktur kann eisini sita í klæðunum, so minst til at fara í reina troyggju, um tú fert at lukta. Onkur klæði gera, at tú sveittar meira. Tí er gott at kanna, hvat tilfar troyggjan hjá tær er gjørd úr. Tað er umráðandi, at kroppurin fær andað í klæðunum, tú ert í. Tú kanst tosa við foreldrini ella biðja heilsufrøðingin í skúlanum um góð ráð.
Eg kundi hugsað mær ein brósthaldara
“Eg eri farin at fáa bróst. Eg kundi hugsað mær at gingið í brósthaldara, men eg veit ikki, um eg eri klár til tað. Og hvussu skal eg siga tað við mammu?”
- Tann rætta tíðin at brúka brósthaldara fyrstu ferð finst ikki. Tað veldst um, nær tú følir teg klára til tað. Hevur tú smá bróst, ber til at finna brósthaldarar ella toppar til júst tína stødd. Tað kann vera torført at siga tað við foreldrini, og nógvar gentur halda tað vera ringt at seta orð á. Eitt hugskot er at spyrja foreldrini, um tú kanst fáa ein topp, sum tú kanst brúka til ítrótt, og ein topp, sum tú kanst brúka gerandis. Tú kanst skriva teimum eini boð á telefonina, um tað er lættari fyri teg. Mamma tín hevur eisini verið ung einaferð. Kanska hjálpir tað at hugsa, at hon hevur eisini verið í somu støðu sum tú. Tosa við vinkonurnar og spyr, hvussu tær gjørdu. Kanska tú fært nøkur góð ráð, ið kunnu hjálpa tær. Tað kann vera, at onkur vinkona tímir við tær í býin at keypa ein brósthaldara.
Mín vagina sær øðrvísi út enn aðrar
“Mín vagina hevur faldað seg út sum ein blóma, og nú hongur hon bara. Hinar, eg síggi, eru strammar, soleiðis at tú ikki leggur merki til tær, sum tú gert við mínari. Er nakað galið við mínari, ella er tað vanligt?”
- Sum kroppar kunnu vera ymiskir, er ein vagina eisini sera ymisk. Vit líkjast á ymsan hátt hvør aðrari, og tó eru vit heilt øðrvísi. Tá ið ein genta kemur í tannárini, vaksa kynslimirnir, og teir broytast so líðandi. Kanska eru tínar innaru kynsvarrar farnar at vaksa millum ytru kynsvarrarnar? Tað kemur ofta fyri, tá ið ein genta er í tannárunum. Tað er púra vanligt og einki galið er við tí.
Hevur tú ein spurning um gentukroppin, sum tú manglar at fáa svar uppá?
Skriva ella ring til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111.
Alt tað, tú ikki torir at spyrja um – fá svar her
Dreingjakroppurin
Mín penis er lítil
“Mín penis er ov lítil! Mær dámar ikki, tá ið vit skulu undir brúsuna eftir ítrótt, tí allir hava størri penis enn eg. Eg veit ikki, hvat eg skal gera?! Merkir tað, at eg ikki kann hava sex?”
- Tú kanst saktans hava sex, hóast tú ikki hevur stóran penis. Tað er ikki støddin, tað snýr seg um. Um tú samanber teg við tínar vinir, so skal tú hava í huga, at hjá summum tekur tað longri tíð at mennast. Í miðal er penis millum 12-14 cm, tá ið hann er stívur og umleið 11-13 í ummál. Tað er eisini heilt vanligt, at hann er størri ella minni enn hetta. Um tú framvegis ert ørkymlaður um, at penis er ov lítil, set teg so í samband við læknan og fá eitt prát um tað.
Eg havi ov stramma forhúð
“Eg havi ein trupulleika við, at eg ikki fái hálað forhúðina aftur, sama um penis er linur ella stívur. Tað er pínligt at tosa við foreldrini um tað. Hvat kann eg gera?”
- Tað er ein heilt vanligur trupulleiki hjá dreingjum/monnum, og tað kanst tú tíbetur gera nakað við. Viðhvørt er neyðugt at fara undir skurð, men hjá teimum flestu, er bara neyðugt við eini salvu frá læknanum, sum tú skalt smyrja upp á forhúðina, meðan tú hálar forhúðina spakuliga aftur nakrar ferðir.
Mín penis er skeivur! Er tað vanligt?
“Tá ið mín penis er linur, líkist hann einum vanligum penis, men tá ið eg fái standing, fer hann eitt sindur til vinstru. Ber til at hava sex, hóast penis ikki er beinur?”
- Eins og við kroppinum, so broytist penis eisini. Hann kann vera “skeivur” nú, men tá ið tú ert fulvaksin, kann tað vera, at hann er broyttur aftur. Tað er heilt vanligt, at penis snarar til vinstru ella høgru, tá ið tú fært standing, og tað er eisini heilt vanligt, at hann bogar uppeftir. Tað ljóðar sum alt er, sum tað skal vera. Hóast penis er skeivur, kanst tú saktans hava sex, uttan tað ávirkar nakað.
Hjálp, strongurin á mínum penis er slitnaður!
“Eitt undarligt ljóð kom brádliga, meðan eg hevði sex. Eg fekk øgiliga ilt í penis, og blóð var allastaðni. Eg haldi, at strongurin á penis slitnaði. Hvat kann eg gera við tað?”
- Tá ið strongurin á penis slitnar, kann tað bløða illa, og summir fáa eisini eina ógvisliga pínu, sum tú í fekst hesum føri. Tað, tú skalt gera, er at skola hann hvønn dag og lata hann hvíla í einar tvær vikur, ella so leingi sum til ber. So fær hann tíð at lekjast aftur. Stúrir tú, ella hendir tað, at strongurin slitnar aftur, set teg so í samband við læknan. Tú kanst eisini tosa við heilsufrøðingin í tínum skúla, so kunnu tey vegleiða teg.
Fái standing í óhóskandi støðum!
“Mær dámar sera væl eina gentu í flokkinum, og henni dámar eisini meg væl. Viðhvørt setur hon seg í fangið á mær, og aðrar tíðir leggur hon seg upp at mær. Hetta gevur mær standing, og eg fái ikki stýrt tí. Hvat kann eg gera?”
- Nógvir dreingir hava upplivað tað sama sum tú. Broytingar í hormonjavnvágini í kynbúnginaraldrinum og økta nøgdin av hormonum fær teg at fáa standing, eisini í pínligum støðum. Royn og hugsavna teg um okkurt annað, ella far út úr rúminum eina løtu. Tað kann vera torført, men tú kanst royna hetta og vita, um tað riggar.
Onaneri eg ov nógv?
“Eg onaneri ALT ov nógv – fleiri ferð um dagin – og føli meg rættiliga bundnan av tí. Er hetta ein trupulleiki, og kann nakað henda við penis ella sáðgóðskuni?”
- Tað ávirkar ikki sáðkvalitetin, um tú onanerar nógv dagliga. Tað er vanligt at onanera nógv, og eisini er hetta ein góður máti at finna útav, hvat tær dámar væl, og hvat tær dámar minni væl. Soleiðis lærir tú kroppin betur at kenna. Fært tú pínu, ella tað fer at svíða, kann glíðikrem hjálpa. Følir tú, at tað fyllir ov nógv í gerandisdegnum, er tað eitt gott hugskot, at tú setir tær tíð av til at onanera eina ferð um dagin. Tú velur nær á degnum, tað passar tær best. Brúka heldur tíðina til skúlating ella okkurt frítíðarítriv, ella hugna tær saman við vinunum og familjuni.
Eg vakni við standing!
“Eg haldi ikki, eg havi droymt nakað, sum tendrar meg, men eg vakni ofta við standing. Er tað vanligt?”
- Tað er heilt vanligt at vakna um morgunin við standing. Meðan tú svevur, sirkulerar blóðið runt í kroppinum, so kroppurin heldur seg heitan gjøgnum náttina. Í hesum sambandi fer blóðið eisini í penis. Tí kann penis skiftivís vera stívur og linur gjøgnum náttina, men tú leggur bara merki til tað, tá ið tú vaknar. Tú kanst eisini fáa standing av onkrum dreymi, sum tendrar teg, hetta kann hava við sær, at tað gongur av í svøvni.
Eg eri farin at fáa hár!
“Eg havi fingið hár á murtin, og eg veit ikki, um eg skal raka tað av. Eg havi gjørt tað eina ferð, men tað vaks skjótt útaftur, og so fór tað at skriða. Eg eri tann fyrsti í flokkinum, ið havi fingið hár. Hvat skal eg gera?”
- Tú avger, um tú vilt raka tær ella ikki. Um tú vilt raka tær aftur, brúka so eitt rakiblað og okkurt skúm ella krem, ið verður brúkt til intimraking. Vert er at hava í huga, at kynshárini verja fyri bakterium, sjúkum, kulda og hita, so tað er ikki neyðugt at raka sær. Tað kann tykjast løgið hjá tær, at tú ert tann fyrsti í flokkinum, ið fær hár, men vit búnast øll ymist, summi skjótari enn onnur, og áðrenn tú veitst av, hava hinir dreingirnir fingið hár somu støð sum tú.
Havi eg eksem á steinunum og penis?
“Eg havi í eina tíð havt reytt eksem á steinunum og penis. Tað skríður illa, og tað er ótolandi! Eg vil helst ikki tosa við foreldrini um tað, tí eg haldi, tað er pínligt. Hvat kann eg gera?”
- Roði, skriði ella útbrot kunnu koma av ymsum orsøkum: um tú hevur sopp, ovurviðkvæmi, skursl í húðini ella onkra (vandaleysa) sjúku. Næstan øll uppliva at fáa útbrot av onkrum slag á kynslutirnar, so tað er einki óvanligt í tí. Merkir tú nakað óvanligt við tínum penis, sum er til ampa fyri teg, er tað eitt hugskot at fara til læknan og fáa tað viðgjørt. Foreldrunum nýtist ikki at koma við, men hevur tú brúk fyri eini ávísing, mugu foreldrini vita tað. Tú kanst siga við tey: “Eg havi ein keðiligan skriða og kundi hugsað mær, at læknin hyggur at tí”. Tað er ikki neyðugt at koma við smálutunum.
Hevur tú spurningar um dreingjakroppin, sum tú manglar at fáa svar uppá? Skriva ella ring til Tú og Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111
Fá gott samband við tín kropp
Fimm góð ráð
1. Far ein túr í svimjihøllina og fá eina fatan av, hvussu ymisk vit øll eru:
Sosialu miðlarnir kunnu hava negativa ávirkan á børn og ung og teirra sjálvsálit. Tí er tað gott at venja teg við at fara onkustaðni, har tú kanst síggja, hvussu ymisk vit eru. Tú fært eina aðra fatan av kroppinum, samstundis sum tað hjálpir tær at góðtaka tín kropp, sum hann er.
2. Lær tín egna kropp at kenna:
Lær tín egna kropp at kenna við at brúka ein spegil. Set ein spegil millum beinini og kanna, hvussu tín kroppur sær út. Soleiðis lærir tú tín kropp betri at kenna, samstundis sum tú fært eina betri fatan av, hvussu kroppurin virkar.
3. Ger eina venjing, ið fær teg at hugsa jaliga um teg og tín kropp:
Skriva trý ting niður, sum tær dámar við tínum kroppi, ella nevn tey fyri tær, meðan tú stendur við speglið.
Tú kanst gera hesa venjing við einum vini, har tit lesa upp trý ting, tykkum dámar við hvørjum øðrum. Við at gera slíka venjing, leggja vit dentin á tað góða í staðin fyri at lata negativar tankar fylla ov nógv.
4. Tú upplivir nógvar broytingar við kroppinum í tannárunum:
Tað hjálpir at fáa sær kunnleika um, hvørjar broytingar fara fram í kroppinum. Tosa við onkran um tað, hygg at onkrum filmi á YouTube, ella finn tær okkurt tilfar í eini bók ella á alnetinum.
5. Upplivir tú viðhvørt, at okkurt fær teg í ringt lag, ella okkurt kennist skeivt?
So mást tú reagera.
Tosa við onkran vaksnan, sum tú følir teg tryggan við, um tað. Tú kanst eisini tosa við heilsufrøðingin í skúlanum ella læknan hjá tær.
Tín kroppur – tíni rættindi!
Tað er tín kroppur. Tú hevur rætt til at seta tíni egnu mørk – og tey skulu virðast!
Tú hevur rætt at ráða yvir tínum egna kroppi
Hetta merkir, at eingin skal noyða teg at gera nakað, tær ikki dámar. Tú ræður yvir, hvørjum tú vilt vera við í.
Tú hevur rætt at hava tín egna seksualitet
Tú avger, hvørjum tú fært kenslur fyri, sama hvat kyn. Tú hevur rætt til at elska tann, tú vilt, uttan at onnur skulu døma teg.
Hevur læknin tagnarskyldu?
Læknin hevur sum útgangsstøði ikki tagnarskyldu. Ert tú undir 18 ár, mugu tíni foreldur fáa at vita frá læknanum, um okkurt bagir tær, ella um tær tørvar heilivág. Í heilt serligum føri kann læknin gera eitt undantak og einki siga við foreldrini. Tað kann vera, tá ið tað ræður um ymist í sambandi við kynslívið, ella tá ið tað kann ávirka teg og tína heilsu, um foreldrini vita tað.
Tú hevur rætt til eitt privatlív
Hetta merkir, at onnur ikki mugu lesa tíni brøv ella annars sneyta í tínum privatu viðurskiftum. Hetta er eisini galdandi á alnetinum. Tað vil siga, at onnur hava ikki rætt til at fara inn á tín teldupost ella inn á tín vanga.
Ikki er loyvt at brúka loyniorð hjá øðrum uttan loyvi, hóast tað er lætt at gita seg fram til, hvat tað er.
Tú hevur rætt til frálæru um seksualitet í fólkaskúlanum
Í fólkaskúlalógini stendur at:
Øll børn hava rætt til seksualundirvísing. Hetta merkir, at allir næmingar skulu læra um sex og seksualitet í skúlanum.
Tú hevur rætt til at verja teg fyri kynsligum ágangi
Eingin má vera fyri ágangi ella misnýta teg kynsliga. Hevur tú verið fyri kynsligum ágangi, hevur tú rætt til at fáa hjálp.
Um tú bert brek hevur tú rætt til verða viðfarin á jøvnum føti við onnur børn
Hóast tú bert brek, hevur tú rætt til at hava somu møguleikar sum onnur børn. Børn og ung, sum bera brek, hava rætt til hjálp og stuðul í gerandisdegnum, um tú klárar teg uttan. Foreldur tíni skulu fáa hjálp at ansa væl eftir tær, so tú kanst kanst menna teg og fáa eitt gott og virkið lív. Tú hevur rætt til at ganga í góðum skúla, og skúlin skal fara væl við tær. Tú hevur rætt til at vera við í mentanarligum og skapandi virksemi, læknahjálp og samveru við vinir og familju, sama um tú býrt heima ella úti.
Tú hevur rætt til góða heilsu og menning
Sambært Barnarættindasáttmálanum skulu:
- Landið ella kommunan tryggja at børn og ung mennast og hava góð og virðilig kor.
- Børn og ung hava rætt til at liva gott og sunt og fáa læknahjálp, um tørvur er á tí.
- Myndugleikarnir skulu hjálpa foreldraleysum børnum.
Tú hevur rætt til læknaviðgerð
Í heilsulógini stendur:
- Ert tú undir 15 ár, avgera tíni foreldur, um tú skal hava læknaviðgerð. Tó hevur tú rætt til at fáa kunning um tína sjúku og viðgerð, og læknin skal taka tína hugsan við í síni meting av læknaviðgerðini.
- Ert tú 15 ár kanst tú velja, um tú skal hava viðgerð ella ikki. Tú avger, hvat viðgerðin skal vera, og um tú skal hava heilivág ella ikki. Tú hevur eisini rætt til at lesa tíni skjøl hjá læknanum.
- Starvsfólkini á sjúkrahúsinum meta um, hvørt tað er ráðiligt, at tú avger, hvussu skal farast fram við tíni viðgerð. Tí kunnu tey gera av, um tú ella foreldrini skulu geva samtykki. Læknar skulu geva tær viðgerð, um tú ella tíni foreldur ikki eru før fyri at geva samtykki. Ert tú til dømis fallin í óvit, og læknarnir ikki fáa samband við teg ella tíni foreldur, skulu læknarnir gera tað, sum er neyðugt.
- Tú hevur rætt til tannlæknaviðgerð og fyribyrgjandi heilsukanning.
- Hevur tú fingið skeiva viðgerð, ella hevur tú fingið likamligan skaða av heilivági frá læknanum, hevur tú rætt at klaga um støðuna. Tú kanst fáa hjálp frá sjúklingavegleiðaranum á staðnum, hvussu tú skalt handfara støðuna.