Kunnandi tiltak um Mentor

17. jan. 2019

Í samband við at Barnabati er farið í gongd við verkætlanina Mentor, skipa vit fyri kunnandi tiltaki í Finsens hósdagin 31. januar frá klokkan 19:00 til 20:30. Tiltakið er ókeypis. 

Barnabati kemur at greiða frá hví vit hava valt at fara í gongd við hesa verkætlan, hvat børn og ung kunnu vænta sær av einum slíkum tilboðið og hvussu ein kann gerast Mentor. 

Tað ber til at lesa meira um verkætlanina á www.barnabati.fo/mentor

Vinaliga

Barnabati