Hvat er kyn?
Kyn er ymiskt. Tað er nakað, sum hevur við tín samleika at gera, hvussu tú bert teg at, tín atferð, tín lívfrøði, løgfrøði og normur.
Lívfrøði og løgfrøði
Tá ið vit verða fødd, fáa vit eitt lívfrøðiligt og løgfrøðiligt kyn grundað á okkara kynsgøgn. Hevur tú penis og steinar, verður tú skrásettur lívfrøðiliga sum maður og fært somuleiðis eitt persónnummar, har tølini eru staktøl. Verður tú fødd við vagina og kynslippum, ert tú lívfrøðiliga ein kvinna og fær makað tøl í persónnummarinum.
Tað eru eisini fólk, sum lívfrøðiliga hvørki eru kvinna ella maður. Hetta verður nevnt millumkyndur.
Tað lívfrøðiliga og løgfrøðiliga kynið snýr seg sostatt um ytru kynsgøgnini og dátuskráseting og greiðir okkum frá kynsliga samleikanum hjá einum persóni.
Visti tú, at kynssamleiki er nakað persónligt, og bara tú veitst, hvønn kynsligan samleika tú hevur? Tú kanst lesa um teir ymisku kynssamleikarnar á heimasíðuni hjá LGBT her
Atferð og kyn
Vit kunnu bera okkum fram á ymsan hátt, ið vísir, hvat kyn vit eru, bæði við klæðum, vit eru í, og hvussu vit bera okkum at.
Tað eru nógvar ymiskar væntanir og normar fyri, hvussu vit skulu bera okkum fram í sambandi við, hvat kyn vit eru. Nógvir menn hava skegg, ganga í buksum og eru stutthærdir. Ofta er eisini væntað av teimum, at teir eru sterkir og tosa ikki so nógv um sínar kenslur.
Av kvinnum verður ofta væntað, at tær bera seg fram við sminku, hava sítt hár og ganga í kjóla. Tað verður eisini væntað av teimum, at tær vísa umsorgan, vísa eymleika og duga at tosa um kenslur.
Kynsnormar
At sigla ímóti streyminum í sambandi við normar.
Nøkur geva sítt kyn til kennar soleiðis, sum samfelagið ikki væntar av teimum siðbundnu kvinnuligi og mannligu kynsnormunum.
Á donskum verður hetta nevnt “kønsvarians“ og á enskum “nonconformity”
At vera uttanfyri normarnar
Summi kunnu í sínum barna- og ungdómsárum hava eina kenslu av at hava ilt við at liva upp til ímyndir, sum tey føla eru knýttar at teirra kyni.
Í eini kanning, sum Sexus hevði gjørt, høvdu 17 prosent av monnunum og 21 prosent av kvinnunum eina løtu í sínum barna- og ungdómslívi upplivað ikki at liva upp til ímyndina um at vera “ein rættur drongur” ella “ein røtt genta”.
Kyn og normar sosialt
Okkara væntan til kyn verður millum annað myndað í okkara uppaling, í mentanini og tí søguligu tíð, vit liva í, og tær óskrivaðu reglur ella normar, sum ráða í samfelagnum.
Nógv børn verða ótilvitað uppald til at liva upp til kynsnormarnar. Eitt nú geva mong foreldur sínum (biologisku) dreingjabørnum leikur sum bilar ella klæði, sum eru blá. Gentur fáa dukkur og klæði, sum eru ljósareyð. Í lýsingum sær ein ofta, at gentur spæla við køksamboð, og dreingirnir spæla við handverksamboð. Tað kann t.d. gera sítt til at skapa ein kynsnorm, har kvinnur skulu vera meira um børnini og passa heimið enn menn.
Tað kann vera torført at geva sítt kyn til kennar soleiðis sum ein hevur hug til, tá ið kynsnormar eru trongir. Men kynsnormar skifta alla tíðina. Kynsnormar í 1800-talinum eru ikki teir somu í dag.
Kynsnormar og kynslív
Ein av teimum sterkastu væntanunum og normum um gentur og dreingir eru, at tey eru hetroseksuell. Tað vil siga, at gentur finna saman við dreingjum, og dreingir finna saman við gentum. Hetta rópa vit heteronormativið, tí tað er ein væntan um, at øll eru heteroseksuell, inntil tey viðganga ella vísa, at tað eru tey ikki.
Tað er eisini víðfevnd fatan og kynsnormur, at dreingir eru virknir og stýrandi í sambandi við seksualitet, meðan gentur verða hildnar at vera meiri passivar og afturhaldandi. Tað kann eisini vera ein væntan um, at dreingir hava meira hug til sex enn gentur.
At skilgreina sín seksualitet
Tá ið vit tosa um seksualitet, tosa vit ofta um, hvørja seksuellu preferansu ein hevur, ella hvat/hvørji kyn ein verður drigin at kynsliga og kensluliga. Les meira um hetta í bókini Kroppur, kenslur og kynslív.
Vit tosa um at eyðlýsa sín seksualitet ella at uppdaga sín kynsliga samleika. Summi kalla hetta eisini “seksuell” orientering. Tað er rættiliga vanligt, at seksualitetur verður býttur upp í heteroseksuell, homoseksuell, biseksuell ella aseksuell.
Men tað er ofta ógvuliga torført við slíkum uppsetingum, tí mong føla, at tey ikki passa inn í júst eina definitión. Men tað finst eingin natúrligur, normalur ella rættur seksualitetur. Tað er altíð bara tú, sum veit, hvat seksualitet tú hevur, og um tú hevur hug til at brúka eina ávísa definitión fyri at lýsa teg og tín seksualitet.